mikudagur 29. mars 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 63 - 29. mars 2006
5
– Formansvalið í
sambandsflokkinum
var ikki eitt misálit
á Johan Dahl, men
ein álitisváttan. Men
tað, sum er hent
síðani, vísir, at vit
valdu rætt, sigur
formaðurin í Norðoya
Sambandsfelag
Sambands
flokkurin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Hóast Johan Dahl ikki varð
valdur til nýggjan formann
í sambandsflokkinum, var
ikki ein misálitisváttan.
Tvørturímóti fekk hann
eina
álitisváttan
frá
sambandsfólki.
Tað heldur John William
Joensen, formaður í Norðoya
Sambandsfelag.
Johan Dahl fekk 40% av
atkvøðunum og tað heldur
hann avgjørt ikki var eitt
misálit, men ein álitisváttan,
tá ið hugsað verður um, at
tað eru bara tvey ár síðani,
at hann varð koyrdur frá sum
landsstýrismaður.
– Eg var ógvuliga fegin
um, at formansvalið var so
javnt, sum tað var, tí tað vísir,
at Johan Dahl hevur stórt álit
hjá sambandsfólki.
Og tað skilja vit væl, tí
okkum hevur dámað hann
væl sum politikara.
Av tí sama heldur John
William Joensen ikki, at tað
var rætt av Johan Dahl, at
melda seg úr flokkinum fyri
tað um hann tapti.
– Tað er er rætt at bjóða
seg fram sum formann ta
einu løtuna, men at melda
seg úr flokkinum, tá ið valið
ikki gongur heilt eftir vild.
– Ein atkvøða fyri
øðrum valevninum, er
ikki ein atkvøða ímóti
hinum valevninum, leggur
formaðurin í Norðoya
Sambandsfelag afturat.
Hann vísir eisini á, at
hóast valið varð javnt, er tað
ikki ein sambandsflokkur í
tvíningum, sum nú gongur
framtíðini ímóti.
Flokkurin stendur og fellur
ikki við einum manni, sigur
John William Joensen.
Var ikki við
Annars slær John William
Joensen rimmar fast, at
Norðoya Sambandsfelag var
ikki við til at stilla Johan Dahl
upp sum nýggjan formann í
Sambandsflokkinum.
Hann visir sostatt fráboð
ani aftur um, at Norðoya
Sambandsfelag var eitt av
teimum økisfeløgunum hjá
sambandsflokkinum, sum
var við til at stilla Johan
Dahl upp ímóti Kaj Leo
Johannesen.
Kortini váttar hann, at
tað var ein nevndarlimur í
Norðoya Sambandsfelag,
sum var við til at stilla Johan
Dahl upp.
– Men tað gjørdi hann
bara fyri seg sjálvan og
sostatt ikki fyri nevndina,
ella felagið, sum heild.
John William Joensen vísir
eisini á, at tað var hvørki
Norðoya Sambandsfelag, ella
tann einstaki nevndarlimurin,
sum heitti á Johan Dahl um
at stilla upp.
– Orsøkin til at hesin eini
nevndarlimurin skrivaði
undir upp á at stilla Johan
Dahl upp, var tí at hann var
spurdur um hann vildi gera
tað og hesi áheitan fylgdi
hann.
Men ein tilsøgn um at lata
Johan Dahl stilla upp, er ikki
tað sama sum ein tilsøgn um
at velja hann.
– Hann helt sum so, at
ætlaði Johan Dahl at stilla
upp, átti hann at fáa loyvi til
tað og sostatt skrivaði hann
undir, tá ið ein áheitan kom
um tað.
Vildu ikki velja
frammanundan
Annars viðgjørdi Norðoya
Sambandsfelag spurningin.
– Men vit gjørdu púra
greitt, at vit fóru ikki at
boðað frá frammanundan,
um vit stuðlaðu Johan Dahl
ella Kaj Leo Johannesen,
sigur formaðurin.
JohnWilliam Joensen
sigur, at felagið vildi ikki
taka støðu fyri øðrum
valevninum, tí at felagið
vil hava gott samstarv allar
vegir.
– Men tað, sum síðani
er farið fram síðandi
formansvalið, hevur sannført
okkum um, at Norðoya
Sambandsfelag valdi rætt!
Hann vísir eisini á, at av
allari tingmanningini hjá
Sambandsflokkinum, var
tað bara ein, sum atkvøddi
fyri Johan Dahl.
– Og tað vildi verið
óheppið, at havt ein
formann, sum ikki hevði
undirtøku í tingmanningini,
sigur formaðurin í Norðoya
Sambandsfelag.
Somuleiðis ivast John
William Joensen í, at
Johan Dahl frammanundan
hevði trygggjað sær so
stóra undirtøku, at hann
fór at vinna á Kaj Leo
Johannesen.
– Eg kann bara siga,
at longu frammanundan
valinum høvdu vit í Norðoya
Sambandsfelag eina greiða
fatan av, hvønn veg úrslitið
fór at ganga og tað gekk,
sum vit mettu, sigur hann.
Johan Dahl hevði
ikki fulla undirtøku í
sínum egna valdømi,
tá ið hann stillaði
upp til formansvalið í
Sambandsflokkinum.
Eg atkvøddi fyri
Kaj Leo, váttar næst
formaðurin í Suður
oyar Sambandsfelag
Sambands
flokkurin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Eg lovaði ongantíð at
atkvøða fyri Johan Dahl
sum nýggjum formanni í
sambandsflokkinum.
Tað váttar Marjun Olsen
á Tvøroyri.
Hon er næstformaður í
Suðuroyar Sambandsfelag.
Og hon váttar samstundis,
at hon atkvøddi heldur ikki
fyri Johan Dahl, men fyri
Kaj Leo Johannesen.
Sostatt váttar hon, at
táið Johan Dahl stillaði
upp til formansvalið í
Sambandsflokkinum, hevði
hann heldur ikki allar
suðuroyingarnar aftanfyri
seg.
Marjun Olsen sigur,
at nevndin í Suðuroyar
Sambandsfelag visti alla
tíðina av, at hon stuðlaði ikki
Johan Dahl.
– Tað gjørdi eg púra greitt
frammanundan, so tað vistu
øll av, leggur hon afturat.
Hon sigur, at hon tvíhelt
um, at hon hevði rætt
at atkvøða eftir bestu
sannføring.
–
Tað
einasta,
eg
boygdi meg fyri, var, at
Suðuroyar Sambandsfelag
skeyt Johan Dahl upp
sum formann. Eg boygdi
meg fyri meirilutanum og
skrivaði undir, at Suðuroyar
Sambandsfelag stillaði hann
upp, men eg lovaði ongantíð
at atkvøða fyri Johan Dahl.
– Eg helt, at vildi Johan
Dahl royna seg sum
formansvalevni, haldi eg, at
hann skal fáa loyvi til tað,
tí tað er ein ærlig sak. Men
tað merkir ikki, at eg lovaði
honum mína atkvøðu.
Hugsaði um flokkin
Marjun Olsen sigur, at tá
ið hon atkvøddi um, hvør
skuldi vera formaður, gjørdi
hon, sum hon helt var best
fyri flokkin.
– Eg hugsað eisini um
støðuna, ið flokkurin kom
í, tá ið Johan Dahl var
landsstýrismaður, tí tað
støðu vil eg ikki, at flokkurin
skal koma í aftur.
Nú bleiv ongin sak burtur
úr teimum skuldsetingum,
sum tá vórðu førdar fram.
Merkir tað ikki, at Johan
Dahl er reinsaður fyri
skuldsetingarnar og er tað
rímiligt, at tað kemur honum
aftur um brekkur nú, at hann
fær skuldsetingar omanyvir
seg, sum síðani onki hendir
við?
– Tað eigur tað helst ikki.
Men tað er ikki altíð ein
spurningur um, hvat hald er
í slíkum skuldsetingunum.
Bara tað, at skuldsetingar
verða settar fram, skapar
órógv og tað noyðast vit at
hugsa um, antin tað so er
rímiligt ella ikki.
Av tí sama heldur Marjun
Olsen ikki, at Johan Dahl
hevur tað neyðugu savnandi
kraftina, sum krevur av
einum formanni.
Annars eru tað fleiri, sum
seta spurnartekin við, um
Suðuroyar Sambandsfelag
hevur gjørt sítt heimaarbeiði
til lítar.
Tað hevur verið ført
fram at tað vóru Suðuroyar
Sambandsfelag,
sum
stillaði Johan Dahl upp,
saman við feløgunum í
Norðoyggjum, Eysturoy og
í Norðstreymoy.
– Tað er ikki rætt, sigur
Marjun Olsen.
– Tað vóru ikki fýra feløg,
sum stillaði Johan Dahl upp
men tvey feløg og so so
tveir einstaklingar afturat.
Veruleikin er, at tað vóru
Suðuroyar Sambandsfelag
og
Norðstreymoyar
Sambandsfelag,
sum
stillaði Johan Dahl upp,
saman við einum limi úr
Eysturoyar Sambandsfelag
og einum limi úr Norðoya
Sambandsfelag. Tað vóru
sostatt ikki Eysturoyar og
Norðoya Sambandsfelag, ið
stóðu aftanfyri Johan Dahl
sum feløg, sigur Marjun
Olsen.
Tí ivast hon eisini í um
tað er rætt, at Johan Dahl
hevur tryggjað sær so stóra
undirtøku, sum sagt verður.
Læt atkvøðuna frá sær
Umframt at verða næst
formaður í Suðuroyar Sam
bandsfelag, er Marjun Olsen
eisini limur í starvsnevndini
hjá Sambandsflokkinum.
Og tá ið atkvøðast
skuldi um formannin, læt
hon atkvøðuna sum næst
formaður í Suðuroyar
Sambandsfelag frá sær og
atkvøddi einans sum limur
í starvsnevndini.
Hon ásannar, at hetta kann
merkja flokkin á næsta vali,
men hon ivast í tí.
-
Sambandsflokkurin
stendur og fellur ikki við
einum einstaklingi, leggur
hon afturat.
Fegnast um at Johan
Dahl fekk álitisváttan
– Vit ivast í um tað er rætt, at sambandsfólk høvdu tryggjað Johan
Dahl so stóra undirtøku á formansvalinum, at hann skuld vinna á
Kaj Leo Johannesen, tí longu frammanundan valinum høvdu vit
eina greiða fatan av, hvønn veg tað fór ganga, sigur John William
Joensen, formaður í Norðoya Sambandsfelag
Eisini onkur suðuroyingur
vendi tummulin niðureftir
Marjun Olsen er næstformaður í Suðuroyar Sambandsfelag og
hon vil ikki vera kallaður svíkjari. Hon sigur, at hon hevur ongantíð
lovað at atkvøða fyri Johan Dahl og tað vistu øll av frammanundan.
Her er hon saman við Jaspuri Vang, sum var varmaður hjá Johan
Dahl, teir dagarnar, hann sat í landsstýrinum