Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-29, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mars 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Eftir yvirtøkuna av Farmaleiðum verð­ur P/F Heri Thom­sen ein stór og leiðandi fyritøka á flutningsøkinum á landi. Felagið hevur frammanundan 30 bilar, sum veita flutningstænastu við fiski, fóðuri og salti kring landið. Nú keypir felagið 15 bilar aftrat Flutningur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í morgun varð avtalan mill­ um P/F Hera Thomsen og Strandfaraskip Landsins um yvirtøku av ognum hjá Farmaleiðum undirskrivað. Tórhallur Thomsen, stjóri, sigur, at sambært av­taluni verður yvirtøkan av Farmaleiðum at rokna frá 1. apríl, og formelt verður hendan avtalan undirskrivað hósdagin í komandi viku. Hægsta boð Tað var P/F Heri Thomsen í Gøtu, sum hevði hægsta boð­ið upp á Farmaleiðir. Hetta boð var 4 mio krónur um­framt meirvirðisgjald. Tvey onnur boð vóru, sum vóru lægri, og lægsta boðið var væl lægri enn boðið hjá P/F Hera Thomsen. Við í keypinum av Farma­ leiðum fylgir navnið, men ikki búmerkið hjá Strand­ faraskipum Landsins. – Vit keypa í stuttum navn­ ið saman við 15 bilum við vognum og tilhangum. Hetta eru bæði nýggjari og eldri bilar, harav teir flestu hava nøkur ár á baki. Allir bilarnir hava køling og summir kunnu frysta. Spurdur um prísin, heldur Tórhallur Thomsen, stjóri, at fyritøkan er keypt fyri umleið tað, sum marknaðarvirðið er. – Tað er ikki við bilum, sum við víni; teir gerast ikki betri við árunum, sigur hann skemtandi. Nýggjar avtalur Hann vísir á, at við í keyp­in­ um væntar P/F Heri Thom­ sen, at viðskiftafólkini, sum Farmaleiðir høvdu, fylgja við. – Men tað verður so okk­ ara uppgáva at sygja fyri, at hesi viðskiftafólk halda fram at brúka tænastuna hjá fyritøkuni. Tórhallur vísir tó á, at Samskip, sum hevur brúkt Farmleiðir, hevur funnið sær ein annan samstarvsfelaga. – Vit vóna sjálvsagt, at tænastan hjá Farmaleiðum framvegis verður so góð, at vit í stóran mun varðveita tey viðskiftafólk, sum felagið hevur havt. Hann vísir á, at við í keyp­ inum fylgir eingin flutn­ ings­skylda, men felagið fer sjálvsagt at veita eina góða tænastu í teimum økjum, har Farmaleiðir hava havt sítt virksemi. Stór fyritøka Eftir keypið av Farmaleiðum verður P/F Heri Thomsen ein stór og leiðandi fyritøka á flutningsøkinum á landi. Felagið hevur framm­an­ undan 30 bilar, sum veita flutningstænastu við fiski, fóðuri og salti kring landið. Næststørsta fyritøkan á flutningsmarknaðinum í Føroyum er ivaleyst OCD í Saltangará, sum hevur einar 20 bilar til fiskaflutning og annað. Sum vit hava skilt, er Smyril Line ein av teimum stóru kundunum hjá hesi fyritøku. Tórhallur Thomsen sigur, at eftir hjá Strandfaraskipum Landsins av flutningsskyldu er útjaðarin í Føroyum og flutningurin um Suður­oyar­ fjørð, sum ikki er vorðin priv­ at­iseraður í hesum umfari. Góð tænasta – Vit fara at leggja dent á at hava eina so góða tænastu, sum marknaðurin loyvir, men vit kunnu ikki í løtuni siga nakað um prísirnar, sum ætlandi ikki skulu vera stórt øðrvísi, enn teir hava verið hjá Farmaleiðum. Hann vísir á, at P/F Heri Thomsen fer at rationalisera flutningin, soleiðis at fyri­ tøkan, tá ið saman um kemur, verður ein góð forrætning, bæði fyri viðskiftafólkini og felagið. – Saman við verandi flutn­ ingi og verandi bilum, sum felagið hevur, er endamálið hjá fyritøkuni at tilrættaleggja virksemið so væl, at tænasta og prísir verða á einum kapp­ingarførum stigi, sigur stjórin. Fleiri fólk Við yvirtøkuni av Farma­leið­ um fær P/F Heri Thomsen helst brúk fyri einum 6-8 fólk­um aftrat, og her verður í fyrsta lagi talan um bilførarar til stóru bilarnar. – Jú, vit síggja hetta sum eina stóra avbjóðing, sigur Tórhallur Thomsen. Tað er Eimskip, sum eigur partapeningin í felagnum, P/ F Heri Thomsen. P/F Heri Thomsen er Føroya størsta flutningsfyritøka P/F Heri Thomsen, sum Eimskip eigur, hevur í løtuni 30 bilar, og nú felagið hevur keypt Farmaleiðir, koma 15 bilar aftrat upp í ”familjuna” Mynd: Jens Kr. Vang – Vit vóna sjálvsagt, at tænastan hjá Farmaleiðum framvegis verður so góð, at vit í stóran mun varðveita tey viðskiftafólk, sum felagið hevur havt, sigur Tórhallur Thomsen, stjóri 6 Nr. 63 - 29. mars 2006 Marknaður Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Vørurnar, sum Norðfra í Norð­depli bjóðar út á heima­ marknaðinum, eru eitt nú hesar: Hýsu-og toskafløk (við ella uttan rasp, heil ella skorin í bitar), ræstur fiskur (við skræðu/ ongari skræðu), lættsaltað toskaflak, kalva­ pettir, reyðsprøkufløk, hav­ tasku­halar, havtaskufløk og skøturavar. Norðfra framleiðir eisini fiskasuppu. Í pakkanum er alt, sum tær tørvar fyri at gera eina skjóta, væl­ smakk­andi og heilsugóða máltíð. Tað einasta, tú setir til suppupakkan, er vatn. Tilgerðartíðin er 15 minuttir, og tá hevur tú suppu upp í 6 borðiskar fyri 55 krónur. Á heimasíðuni verður greitt frá uppskriftum – hvussu vøran kann virkast til leskiligan mat av ymiskum slagi. Faldarar um úrval Norðfra hevur eisini gjørt faldara við vøruskrá, sum fevnir um ta útboð av fiskamati, ið virkið framleiðir. Í vøruskránni eru bæði upp­ lýsingar um stødd á eskj­um og prísurin fyri vøruna, samlaður prísur og kiloprísur. Ein vørulýsing er eisini, sum greiðir frá teimum vørum, ið felagið selir fyri stóru svensku fyritøkuna, Abba Seafood. Her er talan um ymiskar sildavørur og vørur úr rogn­ um og krabba, sum eisini fáast í tupum. Tú skrúvar bara tøppin av – og so er viðskerin klárur til nýtslu. Sild og mentan Ymiskar uppskriftir fylgja eisini lýsingini yvir vørurnar hjá Abba Seafood. – Sild hevur verið fast­ur partur av føroysku mat­ment­ anini og føroyska køkinum í mong ár. Sildin hóskar væl til mong endamál – bæði ta fínu veitsluna og ta løttu máltíðina. Einki smyrji­ breyðsborð uttan sild. Á heimasíðuni hjá Norð­ fra verður víst á, at vør­ur­ nar, sum Abba Seafood framleiðir, gera tað lætt at matgera. Ymisku sløgini gera eisini, at tú ikki gerst troyttur av sildini. Faldararnir kunnu bíleggj­ ast við at seta seg í samband við Norðfra. Norðfra k – Vit eru veitari av fyrstafloks fiska­vørum til føroysku heimini. Okkara endamál er at gera tað møguligt hjá einum og hvørjum í Føroyum at njóta tann góða fisk­in, sum fæst úr heims­ins reinasta hav­ um­hvørvi. Tað er boð­skapurin hjá virk­ inum, Norðfra í Norðdepli