Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-29, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mars 2006síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Nr. 63 - 29. mars 2006 Útkoyring av vøru Á heimasíðuni sæst eisini, nær fólk kring landið kunnu fáa tær vørur, sum bílagdar verða úr Norðdepli. Í stuttum kann sigast, at Norðfra koyrir vørur ú í Klaksvík og Norðoyggjum, har landafast er, hvønn ger­ andisdag eftir klokkan 16. Á meginlandinum, Eyst­ur­ oy, Norðurstreymoy, Vágum og í høvuðsstaðarøkinum, fáast vørur beinleiðis úr Norðdepli eftir eini fastari skipan aðru hvørja viku. Á heimasíðuni verður tó lagt aftrat, at til ber eisini at fáa vørur í úrtíð. Heimsins besti! – Vit eru veitari av fyrstafloks fiskavørum til føroysku heimini. Okkara endamál er at gera tað møguligt hjá einum og hvørjum í Føroyum at njóta tann góða fisk, sum fæst úr heimsins reinasta havumhvørvi. Á heimasíðuni gevur Norð­fra eisini vitjandi høvi at gera viðmerkingar til ”konseptið”, sum virkið bjóðar. – Tínar viðmerkingar eru við til at gera okkara konsept betur, sigur felagið. Easyfisk í DK Norðfra kunnar eisini um samstarvsfelagan í Danmark, sum er at finna á Easyfisk. dk – Tað eru føroyingar, sum búleikast í Danmark, ið selja somu góðu vør­ ur, sum Norðfra selir á heima­marknaðinum í Før­ oy­um. Hesir selja bæði til privat viðskiftafólk og til vinnurekandi, sigur Norðfra, sum rættiliga hevur gjørt seg galdandi við sínum fiska­vørum á føroyska marknaðinum. Í Sosialinum týsdagin vístu vit á, at av einum umsetningi í fjør upp á slakar 20 mió krónur, stavaði umleið ein fjórðingur av søluni hjá Norðfra frá føroyska heimamarknaðinum. kunnar heimamarknaðin Á skrivstovuni sitir Esther og tekur telefonina, tá ið viðskiftafólk ringja. Hon tekur sær eisini av innkeypinum hjá felagnum, Sp/f Norðfra Mynd: Vilmund Jacobsen Vørurnar hjá Norðfra eru væl umtókar í føroyska køkinum Norðfra hevur gjørt faldarar, sum lýsa tær vørur, sum felagið framleiðir til heimamarknaðin – umframt tær vørur, sum felagið umboðar Mynd: Vilmund Jacobsen