Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mars 2006síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 63 - 29. mars 2006 – Her er talan um ung fólk, sum verða útsett fyri eini ómetaligari andaligari og sálar­ ligari ávirkan, um­framt bólkatrýsti. Hetta kann vera ein farligur kokk­ teylur, sum kann framprovokera eina latenta sálarørsku, ið annars hevði ligið undir vatn­skorp­uni. Eg veit tað, tí eg havi sæð tað í ólukkumát, sigur Eyðun Joensen Átrúnaður og ungdómsmentan Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Í dag hava vit sett Eyðun Joensen stevnu. Hann var sálar­frøðingur á Lands­sjúkra­ húsinum í tríati ár, til hann herfyri fór frá fyri aldur. Eyð­un hevur, gjøgnum eitt drúgt og fjølbroytt arbeiðs­ lív, verið vitni til eitt sindur av hvørjum. Og tað er við barlast, útbúgving og roynd­ um hansara í huga, at vit heita á hann, um at greiða okkum frá, hví foreldur í Klaksvík eru so ørkymlað av nýggjastu samkomugreinini á trúðartræi norðoyinga, sum er vorðið samrøðuevni til hvønn føðingardag og bindi­klubb um landið. Evsta ábyrgdin Vit leggja fyri og spyrja Eyð­ un, um hendan samkoman er nakað øðrvísi enn aðrar lívligar ungar samkomur. Varliga leggur hann hend­ ur­nar saman. Og eyguni. Bendir seg framá og lýtir inneftir. Leitar og vigar orðini. Og hann staðfestir, at hendan samkoman, fyri ein týðandi part, er øðrvísi enn aðrar samkomur, sum eru virknar í dag. Og hann sigur, at munurin gerst greiður, tá hugt verður at aldurssamansetingini og ábyrgdarbýtinum í sam­kom­ uni. Tí, í fyrsta lagi vendir hon sær mest til ungdómar ella ómyndingar, sum Eyð­ un rópar tey, og í øðrum lagi er talan um eina unga kjallarasamkomu, har torført er at fáa greiði á, hvør hevur evstu ábyrgdina, um farið verður út um mark. – Aðrar samkomur hava eitt elstaráð ella stýri við fleiri limum, sum eru oman fyri pastorin. Í hesum førin­ um er sostatt talan um ómynd­ingar, sum flokkast um ein ella tveir oddafiskar, sum í roynd og veru hava alla ábyrgdina fyri tí, sum fer fram, sigur Eyðun, og hann heldur fram: – Nú skilji eg, at hendan samkoman er rættiliga vill. Tað hava samkomur verið fyrr, og tað er í sjálvum sær eingin trupulleiki. Men teir, sum skipa møtini, standa einsamallir við eini ómeta­ liga stórari etiskari ábyrgd, og er tað uttan iva tað, sum ørkymlar foreldrini í Klaks­ vík. Tey kenna á sær, at tey hava ong­an at venda sær til, um farið verður út um mark. So, tá børnini broyta atburð ella torført er at koma í samband við tey, hava for­ eldrini ongan at venda sær til. Sosialpsykologi ella gudfrøði Í Getsemane er endamálið at fáa ung fólk at venda sær til Harran. Eyðun Joensen sigur, at ungdómur sum málbólkur er serstakliga kensluligur, føl­ in og hevur tunna húð uttan á persónligheitini. Hann rópar tað, at tey eru moyr og løtt at ávirka. – Í grein í Dimmalætting sigur pastorurin, at mál­bólk­ urin er ungdómar millum 15- 25 ár, sum dragast við lívsins spurningar. Talan er sostatt fyri ein part um ómyndingar, og við beráddum huga kemur hendan samkoman og sigur: Vit hava eini boð at bera og tey eru omanfyri alt – tað er Kristus, sigur Eyðun, sum samstundis leggur dent á, at religión ella religiøs ávirkan, ikki er ring í sjálvum sær. – Men tað valdast sanni­ liga, hvussu tað verður borð­ reitt. Her er talan um ung fólk, sum verða útsett fyri eini ómetaligari andaligari og sálarligari ávirkan og ikki minst bólkatrýsti. Hetta kann vera ein farligur kokkteylur, sum eg vil sammeta við anda­liga neyðtøku, sigur Eyð­un. Og hann greiðir frá, at av tí, at tá talan er um ómyndingar, kemur pastorurin í andsøgn við foreldrini, tí tey hava mynd­ug­leikan. – Foreldrini vilja ikki styggja børnini meira frá sær, og kanska av góðum grundum tora tey ikki at handhevja foreldramyndugleikan og reka børnini heim, tá tey liggja og sløðast úti til langt út á kvøldarnar, sigur Eyð­ un. Frykta at missa børnini Sambært fólkum, sum vit hava prátað við, eru nøkur, sum fegnast um, at børn teirra hava funnið frið í sam­ komuni, tí tey vóru komin inn á eina lívsleið, við villum náttarlívi, rúsevnum og tílík­ um. Men bæði foreldur, sum vit hava prátað við í sambandi við hesa grein, og foreldur, sum hava úttalað seg til aðrar fjølmiðlar, siga seg vera ikki sørt ráðaleys og í villareiði yvir, at øll frí­ tíðin hjá børnunum fer til samkomuna, og at børn teirra vilja ikki siga frá øllum tí, sum fer fram innanveggja. – Eg upplivi tað soleiðis, at foreldrini hava ongastaðni at fara við sínum kvalum um at hava mist børnini til sam­ komuna. Tey kenna tað sum hava tey mist tamarhaldið á børnunum, tá tey eru úti til religiøsar seansur út á næturnar. Sjálvur hevði eg verið mest ólukkuligur yvir, at barnið valdi heimið frá, og at tað valdi samkomuna fram um familjuna, sigur Eyðun Joensen. Ábyrgdarbýtið Vanliga hava samkomur og missiónshús eitt ráð ella eitt stýri, sum er yvir pastorinum Eyðun Joensen, sálarfrøðingur, um Getsemane: Andalig øsing kann elva til Eyðun Joensen var sálar­frøðingur á Lands­sjúkra­húsinum í tríati ár, til hann herfyri fór frá fyri aldur