mikudagur 29. mars 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 63 - 29. mars 2006
sálarørsku
ella samkomuleiðaranum.
Brøðurnir hava elstaráðið,
og kirkjan hevur sína stjórn
og bisp. Endamálið við hes
um er eitt nú at verða ráð
gevandi í ivaspurningum og
at stinga út í kortið leiðina
hjá samkomuni.
– Best er, um samkoman
hevur eitt ráð, sum foreldrini
kunnu venda sær til, um tey
meta, at børnini uppliva
okkurt, sum foreldrini ikki
kunnu standa inn fyri, sigur
Eyðun Joensen. Og hann
vísir til hendingina, tá bispur
setti Hvalvíksprest uppá
pláss undan jólum.
– Vit minnast tað frá
Hvalvíksprestinum, tá hann
lítlajólaaftan kom við eitur
blandinum um lærarar og
homofili. Tá segði bispur,
sera turt, í bløðunum, at
hann varð bilsin av orðunum,
og at tey vóru betur ósøgd.
Elstaráðini, stýrini og kirkju
liga umsjónin eru eftirlits
amboð, sum tryggja, at alt
ikki ber til.
Fríi viljin
Men so vildi onkur helst
sagt, at ongin noyðir tey
ungu at vitja samkomuna, og
at tey hava ein frían vilja. Og
Eyðun er skjótur at svara:
– Kanst tú hugsa tær,
hvar eg havi hoyrt júst
hatta fyrr? Í gjøgnum eitt
langt arbeiðslív havi eg
mentalkannað nærum allar
føroyskar barnalokkarar,
sum hava sitið inni fyri mis
gerningar sínar. Hatta er ein
verndarrøða, sum eg hoyri,
hvørja tí einastu ferð. “Eg
havi gjørt tað, men barnið
ella tann ómyndugi var við
uppá tað, ja, í mongum førum
legði barnið upp til tað.” Nú
er her ikki talan um fysiska
neyðtøku, men um eina
massiva andaliga ávirkan.
Og gudnáði tann, sum
forførir eitt barn kropsliga.
Fremur tú kropsligan ágang
ímóti einum barni, so fellur
tann juridiski hamarin
umgangandi, tú fært politiið
uppá nakkan og endar
kanska í fongslinum. Eg
síggi vissar parallellir her:
Hetta at ávirka og gera seg
inn á ómyndingar, sum ikki
mótmæla. Tí, tú hevur sum
vaksið menniskja alla somlu
ábyrgdina, tá tað snýr seg um
ómyndingar. Tað nyttar ikki
hjá einum vaksnum at verja
gerðir sínar við, at tey ungu
vóru við uppá tað og gjørdu
tað av fríum vilja. Tað nyttar
einki, tí at tú sum vaksin
hevur evstu ábyrgdina, og
tú hevur skyldu til at kenna
avleiðingarnar av gerðum
tínum.
Dupulta revsiramman
Eyðun vísir til lóggávuna,
sum herðir ábyrgdina hjá
teimum, sum hava ábyrgd
av ómyndingum.
– Lærarar, pedagogar,
læknar, sálarfrøðingar og
onnur, sum í ávísum førum
fáa litið ábyrgdina av ung
fólkum upp í hendurnar,
hava dupulta revsirammu
í mun til vanlig fólk. Tað
stendur greitt í lógini at verð
ur ágangur framdur ímóti
einum ómyndingi, sum er
í tínari varðveitslu, umsjón
og verju, so hevur tú eina
serliga moralska, etiska og
juridiska ábyrgd, í mun til
onnur. Tað er litið teimum
ein so stór ábyrgd upp í
hendi. Bjóðar tú tær til at
vera hirði fyri eini samkomu,
so hevur tú kanska ikki hesa
somu juridisku ábyrgd,
men tú hevur sanniliga eina
moralska og etiska ábyrgd.
Kann elva til
sálarørsku
Men hvørjar kunnu avleiðing
arnar gerast hjá teimum
ungu?
– Sum sálarfrøðingur
óttist eg, tá satsað verður
harðliga uppá ung fólk,
sum eru viðbrekin og løtt
at ávirka. Fyri tey kann ein
kokkteylur við øgiligum
kenslum, har stemningurin
verður pískaður upp, við
endurtøkum og bólkatrýsti,
førka onkur ung fólk, sum
hava nóg tunt skal á sálini,
yvir um mark – frá at vera
frísk, til at gerast sjúk. Eg
veit tað og havi sæð tað í
ólukkumát, greiðir Eyðun
Joensen frá. Samstundis
sum hann sigur, at ongin skal
siga, at religión er skaðilig,
tí hon er nevniliga positiv,
og at hon tíbetur er um alt
samfelagið.
– Men vit síggja sanniliga
eisini baksíðuna av medalj
uni, tá religiónin verður
brúkt skeivt, og tað er so
lætt hjá okkum at skjóta eftir
Islam. Eg havi sæð óteljandi
dømi um hetta, at serliga
saftig gudilig ávirkan, á
sama hátt sum annað, vit
bjóða likami og heila, kann
framprovokera eina sálarliga
ørsku – at ein andalig øsing
festir í eina latenta sálar
ørsku, sum annars hevði lig
ið undir vatnskorpuni, sigur
sálarfrøðingurin.
Um onnur slík rák
Vit hava áður upplivað sam
komur, sum fóru sera langt í
trúnni. Onkur hildu seg til at
ganga á vatninum, og onnur
gingu á landavegunum við
einum stórum krossi.
– Tað hava upp gjøgnum
tíðirnar verið bylgjur – eg
vil ikki rópa tað veking, tí
tað er eitt positivt orð – har
samkomur hava verið villar.
Og í summum førum eru
tær farnar yvir gevind. Men
tá eru samkomurnar sjálv
ar komnar fram til, at nú
er nóg mikið, og tær hava
avgjørt at repa seglini og
koma inn á kós aftur. Tað er
ómetaliga positivt og gott, tá
samkomurnar sjálvar klára
at koma upp á rætt kjøl aftur.
Tað var eisini tann tíð, tá fólk
ræddust Solo í Klaksvík,
men nú er hon ein vanlig
samkoma, sum er fallin væl
til í Klaksvík.
Ør av religión
Tað kemur meiri enn so fyri,
at fólk verða innløgd á aftur
latnari deild, tí tey eru vorðin
religiónsforstýrað. Fyri at
vísa á, hvussu stórur munur
er á etableraðu skipanini
og summum samkomum,
greiðir Eyðun frá, um eina
ferð eitt slíkt upplop var eina
staðni í Føroyum.
– Tey leikaðu í sum ør og
reikaðu uppi alla náttina.
Tá kom ein ungur persónur
inn á deildina og var heilt
ótrúliga illa fyri. Hevði ikki
sovið í eina viku og var heilt
ómetaliga niðurundirkomin
– púra ørur og psykotiskur,
minnist Eyðun, og greiðir
frá, at í slíkum førum er
mannagongdin, at persón
urin verður innlagdur á
afturlatnari deild, har friður
og starvsfólk eru at taka sær
av honum. Og so at geva
honum einakamar, frið og
heilivág.
– Tá upplivdu vit, at
samkoman kom kropp á
kroppi til Havnar á vitjan
í fyrstu vitjunartíðini. Har
vísti Árni Olsen, mín góði
starvsfelagi og fyrimynd,
sum absolutt ikki var nakar
heiðin maður, sítt fakliga
mandat og tign, og blakaði
heila buntið út. Og eg loyvi
mær at spyrja: Mundi tað
vera av næstakærleika, at
hesi fólkini komu á vitjan.
Ella komu tey fyri at gera
verkið liðugt? spyr Eyðun.
Og hann fer beint víðari
og trívir í hugtakið: vøka.
– Lat okkum ímynda okk
um, at moyru ungfólkini, sum
krevja nógvan svøvn, leggja
fyri klokkan 6 á morgni við
eini seancu ella morgunbøn,
áðrenn tey fara til arbeiðis
ella í skúla. Síðani halda tey
fram seinnapartin, viðhvørt
til langt út á náttina. Tey
verða svøvnrúsað, gerast
høg. Og vit kunnu ímynda
okkum, at tað hendir seint á
kvøldi, undir einum massiv
um gudiligum trýsti. Nú er
ikki ilt at ímynda sær, at vit
nærkast ørskuni. Nógvir sjó
menn kenna hetta, tá teir
hava brotið vakt og hava
staðið og kruvt í tímar og
dagar – sum at vera fullur.
Nú fer hesin kensluligi,
sosialpsykologiski og religi
øsi kokkteylurin at fylla
ólukksáliga nógv, og so
kanska saman við tí, at tey
ikki ganga til nakað annað
í frítíðini. Tá skilji eg væl,
at foreldrini verða ørkymlað
og eg hevði eisini kent meg
í dýrastu neyð.
Pastorur ella Jesus
Tá vit práta við foreldur í
Klaksvík er greitt, at tað í
stóran mun er pastorinum,
tey ungu eru hugtikin av.
Hann er fittur og blíður,
dugir væl at tala og so er
hann komin til Harran,
hóast hann ikki hevur verið
av Guds bestu børnum. Til
hetta sigur Eyðun, at tað
tykist sum, at talan er um
eina einmanssamkomu, og
at vandi tá er fyri, at fokus
verður flutt frá Jesus og yvir
á pastorin.
– Tá er einki vunnið, tí
trúgvin ella frelsan verður
ikki rótfest, sigur hann.
Rennur av aftur
Foreldrini, sum vit hava prát
að við, siga, at tey biðja til
og vóna, at hetta upplopið
gongur yvir av sær sjálvum.
Og Eyðun sigur, at tað ger
tað helst, tí tað gera upplop
altíð.
– Eins og ørska rennur
av aftur, fer hendan bylgjan
eisini at leggja seg, tá ein tíð
er fráliðin, og tað er eisini mín
vón. Annars ber eisini til at
venda sær til barnaverndina,
tí hon eigur at verja børn og
ung. Ella fyrst og fremst,
kundu foreldrini tikið eitt
prát við hesar menninar,
og roynt at greitt teimum
frá um óttan og serstøku
etisku ábyrgdina, sum teir
bera á herðum sínum, sigur
Eyðun.
– Sum tað ljóðar, so yvir
skýggjar málið alt annað
– um tað so skal syndra
familjulívið. Og tað haldi eg
vera ótrúliga óetiskt, sigur
Eyðun avgjørdur at enda.
Pastorurin í Getse
mane, André Matras
hevur lisið hesa grein.
Í hesum sambandi stóð
honum eisini í boði
at gera eina samrøðu
við blaðið. Men hann
ynskti ikki at taka av
hesum tilboði.
Hósmorgunin verð
ur fakligi førleikin
hjá føroyskum
skúlanæmingum
kannaður
Fólkaskúlin
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Tað verða allir næmingar,
sum eru føddir í 1990,
sum skulu taka lut í
OECD-verkætlanini PISA
2006. Sambært Menta
málaráðnum er talan um, at
eini 850 næmingar í Føroy
um vera við í kanningini.
– Endamálið við at lata
næmingarnar í Føroyum
luttaka í hesi altjóða kanning
er at fáa eina meting um,
hvussu kunnleikastøðið hjá
næmingum í Føroyum er,
samanborið við næmingar
aðrastaðni í heiminum.
Bert við at vita, hvussu
støðið er, ber til at stinga
út í kortið og gera av,
hvussu farast skal fram fyri
at menna undirvísingina,
sigur Mentamálaráði á
heimasíðuni hjá ráðnum
Kanningin fer soleiðis
fram, at allir næmingar
fáa eitt hefti í part við
26 uppgávum, og teir fáa
2 tímar til at loysa tær.
Harumframt skulu næm
ingarnir svara einum hefti
við spurningum um eitt
nú áhugamál, lesivanar og
nýtslu av KT.
Fyrst í desember 2007
verður úrslitið av kann
ingini frá mars 2006 kunn
gjørt fyri øllum luttak
aralondunum. 56 lond kring
heimin luttaka í kanningini,
sum tilsamans fevnir um
umleið 250.000 næmingar,
sigur Mentamálaráðið.
Í hvørjari PISA- kann
ing verða trý førleikaøki
kannað. Hesi eru lesing,
støddfrøði og náttúru
lærugreinir. Í PISA 2000
varð høvuðsdentur lagdur
á at kanna lesiførleikan, í
PISA 2003 varð talan serliga
um at kanna kunnleikan
innan støddfrøði, og í
PISA 2006 verður høvuðs
dentur lagdur á at kanna
næmingarførleikan innan
náttúrulærugreinir.
Fyrsta PISA-kanningin
verður í morgin
Nýggja fløgan hjá Róki
Jakobsen fór beinleiðis inn
á ovastu rók á sølulistanum
hjá 3’aranum. Fitti og peni
poppurin hevur rakt beint
í hjarta á føroyingum, tí
ikki bert fløgan hjá Róki,
men 8 av teimum 10 ovastu
fløgunum eru fittar.
Nøvn sum Pussycat
Dolls, Black Eyed Peas,
Kelly Clarkson, James
Blunt og Poppkorn domi
nera listan, meðan tað
einasta eitt sindur ruflutta
og ráa á listanum eru
Makrel og Eminem á 7.
og 10. plássi.
-nud
Rókur eigur mest
seldu fløguna
Ser- og delikatessuhandilin,
Brell, letur hósdagin upp í
Klokkarastovu í Havn
Brell hevur, síðani hand
ilin læt upp í heyst, hildið
til í Handilskjarnanum,
men í tíðindaskrivi sigur
Róaldur Jákupsson, sum
eigur og rekur handilin, at
hann metir nýggju hølini
hóska betri til ein slíkan
handil.
Talan er um ein delika
tessuhandil av slagnum,
sum kanska ikki er so van
ligur her hjá okkum. Kaffi,
te, sjokuláta, olivenoljur og
mangt annað er at finna í
úrvalinum, sum eisini tel
ur dygdargóður grýtur og
kannur.
-mørk
Brell í nýggj høli
1. Rókur – Rókur
2. Pussycat Dolls – PCD
3. Black Eyed Peas – Monkey Business
4. Poppkorn – Poppkorn
5. Madonna – Confessions On A Dancefloor
6. Kelly Clarkson – Breakaway
7. Makrel – Transcend
8. James Blunt – Back To Bedlam
9. Now That’s What I call Music 14
10. Eminem – Curtain Call