mikudagur 29. mars 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 63 - 29. mars 2006
Undir yvirskriftini ”Meira enn eitt formansval” gjørdu vit
okkara metingar á hesum stað undan valinum í Sambands
flokkinum. Har róðu vit framundir, at her var ikki bert talan
um, hvør skuldi vera formaður Sambandsfloksins komandi
árini, men at hetta hevði eisini nakað at gera við hvønn
politikk og hvørjar samgongur partar av Sambandsflokkinum
helst ynskja í framtíðini. Eisini skrivaðu vit, at ávísir partar
av flokkinum eru ikki bert ónøgdir við Kai Leo Johannesen
sum formann men eru eisini ónøgdir við at vera í samgongu
saman við Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum. At hesir
partar av flokkinum vilja hava broyting ikki bert í innanhýsis
politikkinum men eisini í vali av samgonguflokkum. Víst
varð á, at somu partar av flokkinum, tó at teir ikki eru í
meiriluta, vilja helst ikki samstarva við Fólkaflokkin orsakað
av hansara búskaparpolitikki og ikki við Javnaðarflokkin
eitt nú orsakað av leiðsluni í flokkinum.
Hetta var okkara analysa og hevur tíðin eftir formansvalið
eisini víst, at ikki einki var um hetta. Johan Dahl hevur
alment sagt frá, at honum hevði dámt best eitt samstarv við
Tjóðveldisflokkin. So er tað komið uppá pláss.
Út frá hesum ber í dag til at siga, at afturvalið av Kai Leo
Johannesen til formann er eisini ein sigur fyri verandi sam
gongusamstarv tó at tað ikki givið er nøkur trygd fyri, hvussu
verður eftir næsta val. So ein kann siga, at valúrslitið var
eisini ein sigur fyri samgonguna og her ikki minst løgmann,
ið sum vituligt er, ikki júst er í krithúsinum hjá Johan Dahl
ella hansara stuðlum í tingbólkinum.
Vit kunnu tí bara ímynda okkum tær broytingar, sum høvdu
komið í kjalarvørrinum á einum Johan Dahl sum formanni.
Tá hevði hansara vongur verið styrktur og harvið eisini
ynskini um at førka seg frá Fólkaflokki og Javnaðarflokki
og móti Tjóðveldisflokkinum ístaðin. Tí við einum Johan
Dahl sum formanni í Sambandsflokkinum eftir eitt komandi
val, har Sambandsflokkurin og Tjóðveldisflokkurin høvdu
fingið meiriluta einsamallir ella stuðlaðir av einum minni
flokki, tá hevði Tjóðveldisflokkurin fyri at koma inn í hitan
aftur sjálvandi latið Johan Dahl løgmanssessin. Soleiðis gita
vit, at Johan Dahl og hansara stuðlar eitt nú í tingbólkinum
høvdu ætlað at spæla kortini. Men hesaferð gekk kabalan
so ikki upp. Hóast avbjóðarin gjørdi ein stóran innsats og
eisini gjørdi ein góðan figur í miðlunum undan valinum
við at vísa á tað, sum mong eisini eru samd við honum
í, nevniliga at verandi formaður hevur ikki tann neyðuga
profilin til at føra flokkin fram, so miseydnaðist spælið.
Har vóru ikki nokk av trumfum, tá avtornaði.
Tað er eisini vert at seta spurningin í hesum sambandi,
hvør leikluturin hjá fyrrverandi formanninum og verandi
tingformanni, Edmundi Joensen, verður í flokkinum í fram
tíðini. Tí tað er eingin loyna, at hann hevur stuðlað Johan
Dahl, og tað er ein ærlig støða. Men her var Johan Dahl so
taparin, og spurningurin verður so, um tað vera aðrir taparar
í Sambandsflokkinum í framtíðini eisini eftir hetta. Hvussu
enn verður eftir komandi val so kann verandi løgmaður
sanna orðatakið ”so far so good” og fegnast um, at tað ikki
bleiv eitt leiðaraskifti í Sambandsflokkinum, tí tað hevði
kunnað skundað undir eina heilt nýggja samgongu eftir
valið. Tann møguleikin stendur tó framvegis opin, og hvør
veit, um ikki tað eru kreftir í Sambandsflokkinum, sum
ynskja løgmanssessin aftur – um so tað verður saman við
Tjóðveldinum ella kanska netttup tað. Og nú tá formansval
er so ”populert” í Sambandsflokkinum, hvør veit, um tað
ikki verður ein heilt annar, sum stendur klárur at taka við
bæði formans- og løgmanssessi eftir komandi val!.
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Meira enn eitt formansval 2
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Um føroyingar gerast limir
í ES mugu teir gevast við
grindadrápi og fuglaveiðu.
Øll hvala- og villfuglaveiða
er strangliga bannað í ES.
Um føroyingar gerast limir
í EFTA sleppa teir at halda
fram við grindadrápi, og Kaj
Leo sleppur framvegis til
Mykinesar at veiða fugl!
Um føroyingar gerast limir
í ES avreiða teir alla sína
fiskivinnu til Bruxelles!
Um føroyingar gerast limir
í EFTA verður fiskivinnan
verandi á føroyskum hond
um.
Ein skotskur fiskimaður
úr Peterhead fortaldi mær,
at 98% av allari botnfiska
kvotuni í Skottlandi fer til
onnur ES-lond. Skotar sjálv
ir fáa bara 2% av botnfiska
kvotuni í skotskum sjógvi.
Vilja vit tað sama skal henda
okkum í Føroyum? Hvat nytt
ar ein stórur marknaður, tá
aðrir taka fiskiríkidømið?
Kaj Leo nevnir EFTA fyri
”4. deild”, men Sveis og
Noreg eru so ríkastu lond
í Evropa. Liktinstein er eitt
múgvandi pinkuland, og
Ísland klárar seg væl betri
enn Den Danske Bank vil
verða við. Vit minnast væl
øll oktober-kollveltingina
hjá Den Danske Bank í
1992?
So heldur ein EFTA-bátur,
sum leggur frá Kaj, enn ein
eftirbátur í tungum ES-
sjógvi. Tað er betur at verða
5 sum skilja hvønn annan,
enn 25 sum misskilja hvønn
annan. Annars var vallutøkan
til síðsta ES-parlamentsval
bara góð 37%. Tað sigur ikki
einki, at 2/3 sótu heima, og
føldu hetta valið verða óvið
komandi. Og nú fer ES-dóm
stólurin at banna brøðrafólki
okkara í Álandi at veiða fugl
(tann sonevnda: ”vårfågel
jaktenӒ mai/juni), og at
snúsa! Hygg og tygg uppá
tað!
Nú hendi tað aftur, tað sum
Sambandsflokkurin er vorin
so kendur fyri í seinastuni,
nevniliga at Johan Dahl fekk
enn einaferð knívin í ryggin
av sínum partamonnum,
hetta sigur ikki lítið um hesi
fólk, sum standa á odda fyri
sambandsflokkin og teirra
lokalfeløg, vónandi gloyma
sambandsveljarir ikki hesa
svínagerð við næsta val.
Eftir at hava fingið vátta
38 av teimum 52 stemmun
um, avgjørdi Johan Dahl at
stilla upp til formansvalið í
Sambandsflokkinum, Norð
oya Sambandsfelag við teirra
formanni á odda gjørdi ímóti
tí, teir hava játta, saman við
fleiri øðrum lokalfeløgum,
løgtings og landsstýrismonn
um, at Marjun Olsen búsit
andi á Tvøroyri ikki atkvøddi
fyri Johan Dahl vistu vit av,
tí hon hevur sagt at hon ikki
dámdi Johan Dahl, men at
hini fólkini ikki komu út úr
skápinum beinanvegin, er
ein stórur trupulleiki fyri
Sambandsflokkin, hetta má
ikki gerast ein vani, at dólka
tey fólkini, sum hava áraðið
og dirvið til at veruliga at fáa
litt flokkin uppá ovastu rók,
eg yvist í at vinnulívsfólk
og fólk sum vilja framburð,
fara inní eitt slíkt forum,
sum Sambandsflokkurin er
vorin til.
Løgmaður man í hesum
døgum smílast og hugsa
um tað væleydnaðu saman
svørjingina hann og suður
streymoyar sambandsfelag og
tess løgtingsumboð, saman
við Norðoya Sambandsfelag
gott stuðlaðir av Eysturoyar
sambandsfelag og øðrum,
gjørdu í móti Johan Dahl,
nevniliga at fella hann sum
fiskimálaráðharra, og eing
in umbering kom frá løg
manni ella fregnir ( teirra
bakmonnum) eftir at tað vísti
seg at Johan var fríkendur
frá øllum ákarum, her vil
eg vísa til egnu grein um
tað mundi, undir heitinum ”
Inger Krause Jensen – Syrgj
andi einkja ella ? tann 01 –
mars – 2004” her verður víst
á at alt, sum er komið fram
í fregnur um Johan Dahl
og Inger Krause Jensen er
púrasta burturvið, men løg
maður saman við judasunum
í
Sambandsflokkinum
avhøvdaði Johan Dahl, tí
hann var ein persónligheit,
sum seinni kundi profilerða
seg sterkt, og harvið kundi
hann verða ein trupulleiki/
hóttan, sum mátti loysast her
og nú.
Vónandi kunnu teir veljar
ar, sum hava staði saman um
Johan Dahl, fáa eygini upp
fyri hesum heykum, sum
herja Sambandsflokkin,
og sum eru í fer við at seta
teirra fólk í leiðandi størv í
flokkinum, og harvið gerða
flokkin totalt litleysan.
Eitt er givið at sambands
felagið í Suðuroynni eftir
at eini 4 fólk hava trekt
seg úr felagnum, er eitt
felag sum Marjun Olsen
verður formaður fyri, og
hon má metast at verða
sturd totalt av formannin
um í sambandsflokkinum,
og harvið verður Suðuroyar
Sambandsfelag ikki nakað
forum og miðpunkt framyvir,
hjá teimum veljarum ,sum
hava stuðla Johan Dahl.
Hvat nú fer at henda er
ikki til at siga, men at lata
tinsoldatarnar hjá leiðsluni
í Sambandsflokkinum fáa
frítt spæl í Suðuroy er ikki
heppið, og ikki oynni til
gagns, so spennandi tað
verður tað.
Alment royki
bann við flog
vøllin
Ein sannroynd er, at í
fleiri ár hevur tað nú
verið roykibann fyri
tey ferðandi á mongum
almennum økjum, so sum
Bygdaleiðum, Strand
ferðsluni, Farstøðini í
Havn, taxabilum, flog
førunum, og nú seinast
vórðu Hotel Vágar og
Hotel Føroyar eisini gjørd
roykfrí.
Skilji tí ikki rættuliga,
at vit ikki enn hava fingið
alment roykibann í far- og
komuhøllini við flogvøllin
í Vágum. Verandi skipan
við avmarkaðum opnum
plássi er láturlig og púra
ónýtilig.
Hetta er so ein áheitan
á flogvallaleiðsluna um at
fáa samsvar í og at gera
nakað ítøkiligt á hesum
øki.
EFTA-bátur ella eftirbátur?
Heri
Simonsen
Vágur
Petur S.
Johannessen
Victor
Carlsen
Ein avvápnaður sambandsflokkur