mikudagur 29. mars 2006síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 63 - 29. mars 2006
Heðin hevur
slitið kross
bandið
Roynt verður at
sleppa undan
skurðviðgerðini,
og tí eru boðini í
fyrsta umfari, at
vøddarnir kring
knæið skulu styrkj
ast við servenj
ingum
Fótbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Tað var longu tíðliga í
januar mánaði, at Heðin
á Lakjuni kendi til trupul
leikar í knænum. Fleiri
læknar hava síðani hugt
at skaðanum, men fram
til seinasta týsdag varð
tó ikki mett, at talan var
um so øgiliga álvarsligan
skaða.
Tí var Heðin eitt nú eisini
partur av landsliðsleguni
í Florida um seinasta
mánaðarskifti, men tá
trupulleikarnir ikki vildu
hvørva, gjørdist neyðugt
við enn fleiri kanning
um.
– Nú er staðfest, at aft
ara krossbandið í øðrum
knænum er slitið. Fyribils
havi eg tó fingið at vita,
at neyðugt verður ikki
við skurðviðgerð. Ístaðin
havi eg fingið nakrar ser
venjingar, sum eg støðugt
skal gera, soleiðis at vødd
arnir kring knæið kunnu
bera trýstið, sum kross
bandið annars ber, stað
festir Heðin sjálvur um
skaðan.
Hann dugir tó ikki
rættiliga at siga, um
hetta merkir fráveru til
fyrstu dystirnar hjá KÍ í
Formula-deildini.
– Eg havi so roynt at
vant, og tað hevur gingið
hampuligt, hóast eg havi
merkt nakað til skaðan.
Boðini frá læknunum eru
tó, at eg eri klárur heilt
skjótt, men um tað verður
longu sunnudagin, dugi
eg enn ikki at siga.
Í fyrsta umfarið verður
skurðviðgerð av knænum
ikki mett sum neyðug,
staðfestu læknarnir, tá
teir í farnu viku kagaðu
inn í knæið hjá Heðini á
Lakjuni
FM fyri teir yngru
leikararnar í borð
tennis var um
vikuskifti í ítróttar
høllini í Trongisvági.
Undirtøkan var góð,
um 100 leikarar úr
fýra ymiskum feløg
unum kappaðust í
ein- og tvímansleiki,
um tilsamans 21
føroyameistaraskap
Borðtennis
Tíðindaskriv
Sum skilst so hava leikararnir
úti í feløgunum vant sera dúliga
upp undir FM og sást tað eisini
aftur av avrikum teirra.
Byrjað varð longu fríggja
dagin klokkan fimm við
smápinkum, smápiltum,
pinkum og piltum, og hildið
varð áfram til midnátt, tá ið
teir flestu leikararnir vóru
útlúgvaðir, eftir at hava leikt
borðtennis í góðar sjey tímar.
Tó sluppu nakrir teirra bert
heim til ein lítlan blund, tí
longu klokkan nýggju leyg
armorgun varð lagt til bróts
aftur við smágentum og smá
dreingjum. Eftir døgurða blivu
síðani FM vinnararnir hjá
gentum, dreingjum, kvinnu-
og mansunglingum funnir.
Nýtt felag
Hjá felagnum Royn úr
Hvalba var hetta bert onnur
kappingingin í ár, sum felagið
hevur luttikið í. Hetta kemst
av teirri orsøk, at felagið
hevur ligðið stilt í nøkur ár,
eftir at tað mitt í 90´unum
var stórt borðtennisvirksemi
í Hvalba. Nú er Royn so við
aftur og vónandi fara hval
bingar at halda fast um
allar teir leikarar, sum nú
spæla við felagnum og sum
í framtíðini koma at spæla
fyri felagið.
Í vikuskiftinum luttók
Royn við heili 15 leikarum
í aldrinum 8 til 14 ár og
megnaðu hesir at vinna ikki
minni enn eitt gull, tvey silvur
og eitt bronsu heiðursmerki.
Hetta má sigast at verða sera
væl klára, eftir at felagið bert
hevur verið virkið í eitt gott
hálvt ár.
Tey minstu
Í smápinku- og smápiltadeild
ini luttóku ávíkavist 10 og
12 leikarar. Býtt var síðani
upp í tveir bólkar við 5 og 6
leikarum í hvørjum. Eftir at
øll høvdu leikt ímóti øllum í
bólkaspælinum, høvdu Anna
Mikkjalsdóttur, Durita Jensen,
Lív Øster og Eva Midjord
leikt seg í hálvfinalunar hjá
smápinkum, og Hans Jón
Jacobsen, Bjørgvin Svein
bjørnsson, Eyðfinnur Jen
sen og Árnfríður Olsen hjá
smápiltunum. Anna, Durita,
Hans Jón og Eyðfinn vunnu
øll sína hálvfinalu og møttust
tey tí í finaluni. Anna vann ein
sera tættan dyst ímóti Duritu
og Hans Jón vann á Eyðfinni,
og gjørdist tey tí gullvinnarar
í ávíkavist smágentu- og smá
dreingjadeildini. Nummar trí
gjørdist Lív og Bjørgvin.
Pinkur og piltar byrjaðu
ikki fyrr enn klokkan gott
átta, men vóru hesar deildir
heldur skjótari at avgreiða
enn aðrar. Ì finaluni hjá pink
um vann Marin Brattalíð ein
sera tættan og spennandi
dyst, ímóti liðfelagnum Biritu
Mortensen, har fimm sett
máttu til, áðrenn ein vinnari var
funnin. Nummar trí gjørdist
Sára Hentze við at vinna 3-0
á Annu Mikkjalsdóttur.
Í piltadeildini eru tað
eisini fleiri javnir leikarar
og tí var einki avgreitt, fyrr
enn hvør bóltur var leiktur.
Tó megnaðu Rasmus Potts
og Heini Mortensen, sum
hevði verið darvaður av
sjúku alla vikuna, at leika
seg í finaluna, við at vinna á
ávíkavist Mathias Mortensen
og Patrik Johannesen. Final
una vann Rasmus heili 3-0
á Heina, sum aldrin fekk
tamarhald á teimum góðu
og hørðu loopunum frá
Rasmus. Í einum tøttum og
javnum dysti um triðja plássi,
megnaði Mathias at vinna 3-
2 á Patrik og har við ogna
sær bronsuheiðursmerki í
piltadeildini.
Sera tætt
Í smádreingjadeildini hava
altíð nógvir leikarar luttikið
og tí var roknað við einari
langari og sera drúgvari kapp
ing. Og so var, byrjað var
klokkan níggju og góðar fýra
tímar seinni høvdu vit langt
um leingi funnið ein vinnara.
Heili fýra innleiðandi bólkar
skuldu avgreiðast, áðrenn
klárt var at fara ígongd við
fjóðrings- og síðani hálv
finalurnar. Eftir at Gilli
Sørensen og Fróði Jensen í
hálvfinalunum høvdu bast
Jákup Thomasen og Hugin
Albinus, var lagt upp til eina
spennandi finalu, sum stóð
ímillum nummar eitt og tvey
í Grand Prix kappingini í ár.
Finalan gjørdist ein sannur
gysari, har heili 56 bóltar
máttu til, bert fyri at avgreiða
annað sett, sum endaði 27-
29 til Fróða. Eftir fjórða sett
stóð ájavnt í settum 2-2 og tí
mátti eitt fimta og avgerandi
sett til, áðrenn ein vinnari
var funnin. Gilli legði út
sum eitt ódnarveður við at
føra 5-1, men eftir at b‡tt
var um síðu, megnaði Fróði
at hála seg framm um aftur
5-7. Tá ið so støðan var 9-9,
hevði Fróði ein møguligan
fyrimun við at hava servuna
og kundi tí vinna setti 9-11.
Ein sera spennandi dystur,
har leikararnir vóru alt ov
varnir við sínum spælið, tí
eingin vildi gera feilir og tí
tapa bóltin.
Smágenturnar vóru bert
nýggju í tali og leiktu tær
tí allar í einum finalubólki,
har Sheila Strøm var greiður
favorittur, men tó kundi
hon fáa nakað av mótstøðu
frá Rakul Mikkjalsdóttur.
Sum vanta, so gjørdist
Sheila vinnari við átta
sigrum á rað, eftir at hava
vunnið 3-1 á Rakul í tí alt
avgerandi dystinum teirra
millum. Silvur fekk Rakul
og bronsuheiðursmerkið
fór til Marin Brattalíð,
sum var ájøvn í stigum við
Biritu Mortensen, men eftir
fínteljing var tað Marin, sum
streyk avstað við bronsuni.
Greiðir vinnarar
Í dreingjadeildin gjørdist ikki
so spennandi sum vóna, har
Reidar Luid vann í finaluni
ímóti Róa Agnarsson, sum í
hálvfinaluni hevði bast Pætur
Albinus. Í dystinum um triðja
pláss vann FM vinnarin í
smádreingjadeildini Fróði
Jensen 3-2 á Pætur.
Hjá gentunum vann
Susie Midjord á Sheilu
Strøm í finaluni. Nummar
trý gjørdist Joan Thomasen
við at vinna á finalistinum
í smágentudeildini Rakul
Mikkjalsdóttur.
FM favorittarnir fullu
Í teimum yngru deildunum
hava Marin í Dali og Ragnar
Egilsson vunnið sínar deildir
í fleiri ár, men nú er hørð
kapping komin frá fleiri
øðrum leikarum.
Hjá kvinnuunglingum
luttóku átta leikarar í ein
um finalubólki, har allar
skuldu møta øllum. Størstu
favorittarnir máttu verða
Marin í Dali og Susie
Midjord, sum báðar hava
vunnið kvinnudeildina tvey
tey seinastu árini. Undan
dystinum teirra millum,
sum var alt avgerðandi,
hevði Sheila Strøm og Susie
ognað sær 12 stig og Marin
10 stig, so lagt var upp til
ein spennandi og avgerðandi
dyst. Susie lat ongan iva
verða og við at vinna ímóti
Marin, vann Susie allar sínar
sjey dystir og har við eisini
FM heitið. Dysturin var sera
tættur og máttu fimm sett til,
fyri at finna ein vinnarar.
Fimta settið endaði 12-10 til
Susie. Hevði har aftur ímóti
Marin vunnið 3-0, so hevði
tað verið Sheila, sum fekk
gull, Marin silvur og Susie
bronsu.
Í mansunglingadeildini
var Ragnar Egilsson, mettur
sum tann størsti favoritturin,
men í seinastuni hava aðrir
leikarar ment seg sera nógv
og tí er munurin teirra millum
nú enn minni. Deildin var
býtt upp í tveir bólkar við 5
leikarum í hvørjum bólki. Í
bólki A vóru leikararnir Rói
Agnarson, Ragnar Egilsson,
Reidar Luid og Hallur Thor
steinsson. Dystinir gjørdist
sera tættir við fleiri fimm
settarum og tá ið allir dyst
irnir vóru leiktir høvdu 3
leikarar 6 stig. Hallur hevði
settmunin +1, Reidar +2
og Ragnar +3 og leiktu tí
tveir teir síðst nevndu seg
í hálvfinaluna, har Sigurð
Carlsson og Pætur Albinus
bíðaðu, eftir at hava vunnið
á Fróða Jensen og Vagnur
Thomsen. Heilt óvanta, so
vann Pætur á Ragnar og
Reidar á Sigurð og tí var lagt
upp til eina spennandi finalu,
ímíllum teir báðar, sum
endaðu á øðrum plássi í hvør
sínum bólki í innleiðandi
umfarinum. Pætur legði
Føroyameistararnir í borð
Smápinkur
Smápiltar
Pinkur
Piltar