Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-29, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mars 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 63 - 29. mars 2006 15 Nr. 63 • mikudagur • 29. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Vænta nógv fólk Bæði Neistin og Stjørnan hava fyri seinastu ferð í ár roynt at rikið viðhaldsfólk hjá felagnum til altavgerandi hondbóltsdystin í kvinnudeildini Áskoðarar Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Longu meðan spælararnir hjá Stjørnuni fagnaðust um sigurin í næsta fin­ alu­­dystinum, kundi hall­ arvarparin lýsa við ókeypis bussferðum til Havnar. Einasta treytin, sum varð løgd við, var at tekning skuldi fara fram áðrenn fráferðina. Tá vit í morgun høvdu sam­band norðureftir, tókt­ ust klaksvíkingar eisini rokna við nógvum fólki. Longu í gjárkvøldið var talið á bussum komið upp á tríggjar, og við tekn­ing­ arfreist til klokkan tvey, kann væl hugsast, at enn fleiri bussar verða settir í koyring. Hartil kunnu so leggjast mongu klaksvíkingarnir, sum eru búsitandi í Havn, so lítil ivi er um, at útiáskoðararnir verða heilt nógvir í tali á Nabb í dag. Máling í høllini Og eisini hjá Neistin royna tey at gera nógv burturúr. Nú kvinnuliðið hjá fel­ agn­um aftur strembar móti ovastu tindunum, hava áskoðararnir til dyst­ irnar verið nógvir í tali í nógvum teimum seinastu dystunum. Til dystin hesa ferð hevur 75 ára gamla felagið heitt á viðhaldsfólkini um at koma í høllina trý korter undan dystinum, soleiðis at ein ordilig upphiting kann fáast í lag. Eitt nú við at hava andlitsmáling á skránni. So alt í alt, so bendir tað á, at talan verður um tveir fullsettar vengur í høllini á Hálsi. Ein bláan og ein reyðan, sum báðir fara at gera sítt til at eggja sínum spælarum seinasta pettið móti gullinum. Talan verður ivaleyst um fullsetta høll av væl mál­ aðum áskoðarum í kvøld Sunset-kappingin í hondbólti hevur higartil fevnt um 88 dystir. Tann 89. og seinasti verður spældur í Høllini á Hálsi kl. 19 í kvøld. Her verður alt kapp­ing­ar­ árið sett upp á spíss í ein­um seinasta og alt­avgerandi dysti um gullið Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað ljóðar uttan iva sum ein slitin kliché, men tá talan er um finalur, so er talan samstundis um óreingiligan veruleika. Tað verður betra liðið á degnum, sum onkra staðni kring níggju-tíðina í kvøld kann rópa seg føroya­ meistara. Komplett lið Undan kappingarárinum vóru tey flestu á einum máli um, at Stjørnan var stórfavorittur at vinna meistaraheitið. Sum verjandi meistarar høvdu VB mist ov nógv, til at fólk veruliga roknaðu við teim­ um, og hóast Neistin tókt­ ist enn betri fyri, enn tær hava verið í fleiri ár, so var spurningurin, hvørt hetta veruliga var nóg mikið hjá teimum. Við komplettu Alina Olaru, hartskjótandi Katarinu Step­anov, intelligenta og kvika spælinum hjá Joan Midjord Djordjevic, lands­ liðs­­spælarum á báðum vengr­um og strikuna og ikki minst við Agnes Masenaite aftur í málinum tóktist ideal- uppstillingin hjá liðnum snøgt sagt at vera ein styrkisflokk oman fyri tí, sum hini liðini kundu stilla upp við. Í grundspælinum koyrdi eisini við fullari ferð. Verð­ ur sæð burtur frá heil­kiks­ aranum móti Kyndli í Havn, megnaði eingin at standa stjørnunum kurl, og fram til 11. februar tóktist eingin ivi vera um, at vit her tosaðu um sterkasta kvinnuliðið í landinum. Sigurin hjá Neistanum í steypafinaluni tann dagin broytti tó um hesa fatan. Neistin hevði annars bæði hetta og seinasta kappingarár verið heilt nær Stjørnuni í fleiri dystum, men hvørja ferð hevði Stjørnan tó kopp­ að yvirtakið. Við steypa­sigr­ inum fingu Neista-kvinn­ ur­nar tó fyrst og fremst broytt um egnu fatan sína. Tær fingu prógv fyri, at tað eisini ber til at vinna týdn­ ingarmestu dystirnar, og tí snaraði sjálvsálitið fleiri stig uppeftir hendan dagin. Samstundis tóktist, sum varð Stjørnan onkursvegna offur fyri kappingarskipanini, sum hevur verið galdandi í ár. Í endaspælinum hevur liðið sum so als ikki havt fyri neyðini at spíla seg út, tí hálvfinaluplássið var undir øllum umstøðum tryggjað. Men tá tað so veruliga stóð á, megnaði liðið ikki at finna »on-knøttin«. Og tá Neistin so eisini streyk avstað við sigrinum bara eina viku eftir steypafinaluna, fóru tær reyðu kanska at ivast í egnari styrki. Ikki fyrr enn tær fingu knívin á barkan - fyrst í Vági móti VB og síðani í Klaksvík móti Neistanum - tóktist Stjørnan finna rætta stevið framaftur. Og megna tær at finna tað spælið fram í kvøld, verða tær helst meist­arar. Men tað krevur altso, at spælararnir raka rætta dagin. Lokalt við útlendskum kryddi Og mótstøðan frá Neistanum skal so sanniliga heldur ikki undirmetast. Hóast liðið ikki tykist eins komplett, sum tað hjá Stjørnuni, so hava tær í verki víst, at tær so sanniliga eisini hava sínar streingir at spæla uppá. Ikki minst hevur týdn­ing­ ur­in av Manuelu Stan Jensen og Nicoletu Radu Hansen verið ovurstórur. Føroyski bulurin á liðnum er góður, men tær báðar hava víst seg sum júst tað eyka kryddið, sum hevur lyft liðið heilt upp móti tindunum. Somikið nær, at tær nú bara eru ein dyst frá fyrstu greipuni í níggju ár. Umframt útlendska styrk­ in, so hevur væl uppvandi bul­u­rin av egnum spælarum á sín hátt havt ein ovurstóran týdning fyri liðið. Við eini góðari blanding av royndum og ungum spælarum hev­ur felagskenslan verið heilt í topp, og tað kann í av­gerandi løtunum vera tung­an á vág­ skálini, sum fær spæl­ar­ar­nir at stríðast seinasta og týdn­ ingarmikla pettið. Tað hevur eisini verið orsøkin til, at tað uttan stórvegis hóvasták hevur borið til at slúsað eitt nú Katrin á Neystabø og síðani Biritu Wardum inn á liðið. Saman við yngru systrini hevur Katrin eisini verið millum fremstu alternativini, um Nicoleta hevur verið mansvard. Og við sera væl mannaðu kantunum, har ungdómur og rutina alla tíðina hava dystast um spælitíð, hevur liðið havt bæði styrki og neyðugu alternativini til at spæla breitt – og harvið økja um trýstið á mótstøðuverjuna. At liðið so eisini hevur góð alternativ á flestu plássunum, hevur eis­ ini betra um møguleikan at rotera, soleiðis at kreftirnar hjá liðnum røkka sum longst. Nakað sum eisini verður neyð­ugt, nú Birita Wardum noyddist aftur til London und­ an seinastu finaluni. Verjurnar altavgerandi Hjá báðum pørtum er tað – sum so ofta í hondbólti – verjuparturin, sum verður heilt avgerandi. Við lága mál­­talinum, sum ofta hev­ ur eyðkent dystirnar hjá Neist­anum, er týdningurin í hesum partinum kanska meira sjónligur. Ikki minst, tí styrkirnar hjá Manuelu ofta koma so serstakliga væl fram, tá mótstøðan verður trýst til gjøgnumbrot úr síðunum. Stjørnan grundar hinvegin stóran part av vandamikla kvika spælinum á eina sterka verju, har umstillingin til álop stemplar við fullari ferð niðaneftir. Tí verður tað í verjuni, at meistarin í kvøld verður funnin! Hvør hevur »dagin«? Við sterku felagskensluni, sum hevur eyðkent Neista-liðið, hevur tað verið lætt at integrera »gamlar« útisetar aftur á liðið. Ein hesum er Birita Wardum, sum tó ikki hevur møguleika at spæla við í kvøld Dystirnir higartil Sjey ferðir í ár hava Neistin og Stjørnan dystast í lands- og steypakapping. Higartil hevur Stjørnan vunnið tær fýra, men tær munnu telja lítið, um Neistin í kvøld javnar til 4-4. Samstundis kann staðfestast, at sigrarnir hjá Stjørnuni hava verið væl tryggari. Men talan er framvegis um tær sjey uppgerðirnar, sum eru spældar. Dysturin í kvøld er tann, sum setur punktum fyri kappingarárinum, og tá telja fortíðarinnar avrik lítið. Eisini hóast fortíðin bara er fýra ella 10 dagar gomul. Dagur Dystur Úrslit 05.11.05 Grundspæl Stjørnan-Neistin 28-20 11.12.05 Grundspæl Neistin-Stjørnan 20-28 08.01.06 Endaspæl Neistin-Stjørnan 21-25 11.02.06 Steypafinala Stjørnan-Neistin 14-18 18.02.06 Endaspæl Stjørnan-Neistin 18-19 19.03.06 1. finala Neistin-Stjørnan 19-18 25.03.06 2. finala Stjørnan-Neistin 30-23 29.03.06 3. finala Neistin-Stjørnan ?-? FAKTA