mikudagur 29. mars 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 63 - 29. mars 2006
Seinasta freist at
melda seg til sum
luttakara á ment
anarráðstevnuni
Ung í Norden 2006
er nú leygardagin. 20
føroyingar sleppa at
luttaka
Niels Uni Dam
nielsuni@sosialurin.fo
Í døgunum 28. juni til 2. juli
verður risa ungdómsment
unarstevnan Ung i Norden
2006 í Havn. Fyrireikingar
hava verið í gongd í meira
enn eitt ár, men nú nærk
ast mentunarstevnan við
risafetum. Freistin at tekna
seg er 1. apríl – nú leygar
dagin. Tjúgu ungir føroying
ar sleppa at luttaka á stevn
uni.
Ung i Norden 2006 verður
hildin á Frælsinum í Havn og
í Norðurlandahúsinum og tá
koma eini 200 ung úr øllum
norðurlondum til Føroya
í eina viku at vísa fram,
læra og skapa nýggja list í
felag. Hetta undir leiðslu av
fleiri av okkara bestu lista
fólkum.
Verksmiðjurnar
Tá luttakararnir eru valdir,
verður beinanvegin farið í
gongd við at fyrireika sýn
ingar av ungari føroyskari
list og mentan. Tilmeldingar
kunnu latast Føroya Ung
dómsráð ella Meginfelag
áhugaleikara Føroya, sum
velja luttakararnrar og seta
bólkaleiðarar.
Nú allar tær praktisku
fyrireikingarnar eru við at
koma uppá pláss, kunna vit
eisini avdúka flestu verk
smiðjurnar. Verksmiðjurnar
verða býttar í tríggjar bólk
ar.
Vár Berghamar Jacobsen
samskipar verksmiðjur við
Inga Joensen frá Grafik
studio,
Kára Jacobsen, sangskriv
ara og framleiðara, Kristinu
Hansen, sjónleikara- og
filmslistakvinnunum Siggu
Vang og Ástu Briem.
Ria Tórgarð samskipar
verksmiðjur við Mikkjali
Helmsdal,
sjónleikara,
Katrini Bonde, sjónleika
skræddara, Bernharð Wilkin
son, dirigenti, Rannvú Kára
dóttir og Kristinu Sørensen
Ougaard, dansarum í “con
temporary dance” og Oggi
Lamhauge, grafikara,
Páll Danielsen samskipar
verksmiðjur við Hera Joensen
úr Týr, Svanhild Strøm,
sniðgeva, Guðrið Poulsen
og Sámali Blak, sum fara
at arbeiða við skortum og
livandi skulpturum, donsku
Rikke Houd og íslendska
Jón Hallur Stefánsson, sum
gera frásagnir burtur úr ljóð
upptøkum.
Tvær verksmiðjur koma
afturat og tær verða kunn
gjørdar seinni.
Eisini verður ein miðla
bólkur, við Rakel Helmsdal
sum tíðindaleiðara. Bólkurin
verður mannaður við einum
umboði úr hvørjum landi.
Teirra uppgáva verður at
skriva, taka myndir og at
halda heimasíðuna hjá stevn
uni uppdateraða allar stevnu
dagarnar.
Áhugaverd skrá
Á stevnuni verða innanhýsis
framførslur og framsýningar
hvørt kvøld fyri luttakarum,
í Miðlahúsinum verða fram
førslur fyri almenninginum,
og 2. juli verður so ein
stórur endabrestur í Norð
urlandahúsinum, har allir
stevnuluttakararnir sýna
fram innan tær listagreinar
teir hava arbeitt við. Gist
verður sum á legu; í sovi
posum á skúlagólvi á Sjó
mansskúlanum í Havn. Men,
sjálvandi verður alt gjørt
fyri at umstøðurnar verða
so góðar sum yvurhøvur til
ber.
Stevnudagarnar verður
arbeitt í verkstøðum v.m.
á Læraraskúlanum á Fræls
inum, men til Ung i Norden
umskapa Sámal Blak og
Heiðrikur á Heygjum skúlan
til stevnuøki. Hetta verður
gjørt sum kvøldskúlaskeið
saman við áhugaðum ung
um, sum kunnu melda seg
við at ringja til Ung i Norden
2006.
Umsóknarbløð fáast á
www.fur.fo” www.fur.fo
ella á www.maf.fo . Eisini
er meira kunning um Ung i
Norden á heimasíðuni www.
unginorden.fo
Nú várið er komið, eru fólk
flestu staðni so smátt farin
at hugsa um urtagarðarnar.
Ofta eru tó ymiskir
spurningar, sum stinga seg
upp, tá arbeiðið í hesum
skal leggjast til rættis, og
nakrir av hesum kunnu
svarast, tá skipað verður
fyri urtagarðskvøldi á Gøtu
bókasavni.
Hóskvøldið klokkan 19
fer Michael JAcobæus at
hava forvitnisligan fyri
lestur um urtagarðin í Før
oyum. Fyrireiking, plantu
úrval og ikki minst føroyska
veðurlagið, sum viðhvørt
kann arga urtagarðsfólkið,
eru millum evnini, sum
verða viðgjørd.
Í tíðindaskrivinum legg
ur bókasavnið samstundis
dent á, at hópin av bókum
finnast um evnið. Í sam
bandi við fyrilesturin er
ein bókaframsýning sett
upp, soleiðis at tey vitjandi
eisini kunnu nýta høvi til
at fáa fatur á viðkomandi
lesnaði.
-mørk
Seinasta freist at melda seg
til Ung í Norden 2006
Urtagarðskvøld í Gøtu
Hóast tosað hevur
verið um búskapar
liga stagnering, hevur
Landskassin eina
góða fíggjarstøðu
Landskassin
Jákup Mørk
Seinasta gjøgnumgongdin
av fíggjarstøðuni hjá lands
kassanum vísir, at netto
støðan er góð.
Soleiðis byrjar Lands
bankin seinastu frágreiðing
sína, sum er at finna á www.
landsbankin.fo.
Víst verður á, at nettoognin
hjá landinum í dag er 101
mió kr., sum svarar til 1%
av bruttotjóðarúrtøkuni. Fyri
tíggju árum síðani var talan
um eina nettoskuld, sum svar
aði til 75% av BTÚ.
Samstundis er bruttolána
skuldi minkað úr 113%
í 35% av BTÚ. Bæði tí
skuldin sjálv er minkað, og
tí talan eisini hevur verið
um ein munandi vøkstur í
BTÚ.
Gjaldføra ogn landskass
ans var í 1996 16% av BTÚ.
Hon var mest í 2002, tá hon
svaraði til 29% av BTÚ,
og er síðan minkað til 17%
av BTÚ í 2005. Gjaldføra
ognin er neyðug fyri at
landið kann rinda skyldur
sínar rættstundis og er tí
eisini neyðug fyri at tryggja
landsins lánføri.
Góð javnvág í fíggjarstøðuni
Myndin sýnir nettoskuldina hjá landskassanum í mun til bruttotjóðarúrtøkuna