mikudagur 29. mars 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 63 - 29. mars 2006
13
– Tað er sera gott, at
tit føroyingar royna
at tryggja tykkum
størri marknaðarat-
gongd úti í heimi.
Treytin fyri at liva
upp til Visjón 2015
ætlanina – ella fyri at
fáa eitt betri samfel-
ag, er at til alsamt
nøra um hendan
partin og at tit líta
eftir, hvussu onnur
samfeløg skipa seg,
fyri at gera tykka
samfelag til eitt av
teimum bestur, sigur
Per Stig Møller,
danskur uttanríkis-
ráðharri
RÁÐHARRAVITJAN
Eirikur Lindenskov
Eirikur@sosialurin.fo
Sum vera man vóru Mu-
hammedstekningarnar um-
røddar í Tinganesi í morg-
un, tá løgmaður Jóannes
Eidesgaard og Per Stig
Møller, danski uttanríkis-
ráðharrin hittust til árliga
fundin, sum hildin verður
millum løgmann og uttan-
ríkisráðharran, sum á hesi
árligu vitjan eisini hittir utt-
anlandsnevndina,
sum
verður kunna um úttanrík-
ispolitisk mál.
Løgmaður varð spurdur,
um hann kendi til nakað
konkret mál ella nakra kon-
kreta hending, har føroy-
ingar ella føroysk áhuga-
mál hava verið merkt av
boykottinum í kjalarvørri-
num av Muhammedstekn-
ingunum. Men tað kennir
løgmaður einki til.
– Eg havi loypandi verið
kunnaður um tað, sum er
farið fram millum uttanrík-
isráðið og fólkatingið, so
vit hava kunnað fylgt máli-
num, sigur løgmaður.
Á fundinum í Tinganesi í
morgun prátaðu løgmaður
og uttanríkisráðharrin m. a.
um ymisk viðurskifti, sum
eru viðkomandi fyri før-
oyskan politikk.
– Eg havi kunnað hann
um visiónsætlanina og tað,
at Føroyar finna sín leiklut
í Evropa. At Føroyar gerast
partur av tí globaliseraða
heiminum, um onnur viður-
skifti, eitt nú teir sáttmálar,
sum ikki endialiga eru
komnir upp á pláss, t. d.
russlandssáttmálan. Eisini
havi eg kunnað hann um ís-
landssáttmálan, sum liggur
í løgtinginum, um fráboð-
anina til ST, sum hevur ver-
ið frammi í føroyskum pol-
itikki, um markið millum
Føroyar og Ísland, eisini
um viðurskiftini úti á Hatt-
on-Rockall platonum, um
rækjumálið millum Føroyar
og Kanada, og um viður-
skiftini í fiskiskapinum við
Svalbard, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Eisini hevur løgmaður
kunnað hann um sendi-
nevndina, sum var í India
og kannaði, um møguleikar
vóru fyri at fáa samstarv
harúti.
Per Stig Møller fegnast
um, at Føroyar ikki hava
verið ávirkaðar av Muham-
medorrustuni.
– Føroyar hava verið
kunnaðar alla tíðina, sigur
Per Stig Møller. Uttanríkis-
ráðharrin hevur annars ta
fatan, at Føroyar als ikki
hava verið partur av hesum
stríðnum, og tískil hevur
hetta ikki rakt føroyingar
og føroysk áhugamál.
– Eg kann eisini stað-
festa, at vitjanin hjá løg-
manni í India gekk væl –
uttan at hetta á nakran hátt
ávirkaði vitjanina. Eg kann
so bara fegnast um, at før-
oyingar kunnu halda fram
við slíkum samstarvi úti
verð uttan at verða ávirkað
av hesum, heldur Per Stig
Møller.
– Eg vóni eisini at vit
koma
ígjøgnum
hesa
kreppuna við tekningunum
skjótt, hóast einki bendir á
tað. Hóast trýstið er linkað,
so er tað ikki av enn, og
danskar vørur verða fram-
vegis boykottaðar. Kreppan
hevur tó ikki breitt seg,
men hon hevur heldur ikki
lagt seg. So kreppan heldur
fram, sigur danski uttanrík-
isráðharrin.
– Men eg fegnist um, at
hon ikki hevur gjørt føroy-
ingum skaða, sigur hann.
Sjónvarpið spurdi uttan-
ríkisráðharran, um tað eru
góðir møguleikar hjá føroy-
ingum at gera handilsavtal-
ur uttan um Danmark.
– Tað hava føroyingar
góðar møguleikar fyri. Før-
oyingar hava arbeitt við at
fáa góðar avtalur við russar,
svarandi til tað, onnur hava.
Kunnu føroyingar økja sín
handil á henda hátt, so er
tað bara gott. Og at fara til
India er eisini frálíkt! Vit
hava eisini tosað um Visjón
2015 og okkara globaliser-
ingsstrategiir, sum vit eru í
ferð við at leggja fyri okk-
ara framtíðarætlanir á út-
flutningsøkinum. India er
ein
stórur
útflutnings-
marknaður, so eg haldi, at
tað er frálíkt, at føroyingar
leita handavegin eisini, sig-
ur Per Stig Møller.
Uttanríkisráðharrin vísti
eisini á, at tá hann í fjør var
í Japan, var Grønland eisini
har við einum átaki har, og
vit vilja fegin hjálpa til við
slíkum. Grønland hevur
eisini gjørt tað uttan okk-
um, eitt nú í Washington.
Og at føroyingar gera slík
framtøk er bara gott, heldur
hann.
Per Stig Møller sigur eis-
ini, at tað er sera gott við
eini ætlan, so sum Visjón
2015 á tekniborðinum. Vit
eru øll noydd at vera við til
at finna út av, hvussu vit
mynda framtíð okkara.
Men hetta kann ikki gerast,
uttan at tað er treytað av,
hvussu tey hava tað í øðrum
samfeløgum. Taka vit ikki
tað allar besta, sum tey
hava í øðrum og betri sam-
feløgum – og kopiera tað,
so er tað samfelagið ikki
nóg gott, heldur Per Stig
Møller.
– Tí fegnist eg um hesar
framtíðarætlanirnar
hjá
tykkum. Tað er so umráð-
andi, at tit tryggja tykkum
størri marknaðarpart úti í
heimi og alsamt nøra um
hann – tað er jú treytin fyri
einum sterkari samfelag,
segði Per Stig Møller,
danskur uttanríkisráðharri,
tá hann hitti fjølmiðlarnar í
Tinganesi í morgun, áðrenn
hann fór á fund við uttan-
landsnevndina hjá Løgting-
inum.
PER STIG MØLLER
Føddur 1942
Sonur fyrrverandi fíggjarmálaráðharran Poul Møller og Lis
Møller, sum var journalistur. Bæði vóru tey fólkatingslimir
1961 studentur
1967 Mag. art. (sml. litteraturvidenskab, Københavns
Universitet)
1973 Dr.phil.
Politiska lívsleiðin
1960 – 1961 Formaður fyri Konservative Gymnasiaster
1961 – 1962 Næstformaður fyri Konservative Studenter
1970 – 1972 Studenterforeningens ledende senior
1983 – 1989 Formaður fyri Folkeligt Oplysnings Forbund
1984 – Fólkatingslimur fyri Det Konservative Folkeparti
1985 – 1989 Stjórnarlmur í Det Konservative Folkeparti
1987 – 1990 Limur í Evroparáðnum
1990 – 1993 Umhvørvisráðharri í stjórnini hjá Poul
Schlüter
1994 – 2001 Limur í uttanpolitiski nevndini
1994 – 1996 Formaður fyri Sikkerhedspolitisk Udvalg
1997 – 1998 Formaður í Konservativa Flokkinum
1997 – 1998 Politiskur leiðari í Den Konservative
Folketingsgruppe
1998 – 2001 Uttanpolitiskur framsøgumaður Síðani 27.
november 2001 uttanríkisráðharri í stjórnini hjá Anders
Fogh Rasmussen
Fólkatingsvalevni fyri teir Konservativu í
Gentoftevaldøminum frá 1983 og síðani 1987 í
Frederiksberg Slotskreds.
Vinnuroyndir:
1973 - 1974
Kulturredaktør ved Danmarks Radio
1974 - 1976
Lektor ved Sorbonne, Paris
1974; 1976 - 1979
Souschef ved Danmarks Radios kultur- og
samfundsafdeling
1979 - 1984
Programchef hos Programdirektøren
1985 - 1986
Næstformand for Radiorådet
1986 - 1987
Formand for Radiorådet
1984 - 2001
Kommentator ved Berlingske Tidende
Per Stig Møller skrivað og útgivið nógv bókmentaligt
tilfar, eins og hann hevur finigð fleiri virðislønir
FAKTA
Neyðugt við størri
marknaðaratgongd
Per Stig Møller og Jóannes
Eidesgaard á tíðindafundi í
Skansapakkhúsinum í
Tinganesi í morgun
Mynd: Jens Kristian Vang