Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-29, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 29. mars 2006síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 63 - 29. mars 2006 NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Símin Højgaard, Runa­vík, andaðist sunnudagin 26. mars á Lands­sjúkrahúsinum, 69 ára gamal. Kistan fer úr kapellinum á Lands­sjúkrahúsinum miku­dagin 29. mars, kl. 17 í Glyvra Kirkju. Jarðarferðin verður hós­ dagin kl. 14. Tey, ið vilja minnast Símin, kunnu lata eina peningagávu til Føroya Felag Móti Krabbameini; konta í peningastovununum. Erling Michelsen, fyrr­verandi teligraf­ istur, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum 27. mars, 75 ára gamal. Jarð­ar­ferðin verður lýst seinni. Axel Johannesen, ætt­aður úr Kolla­ firði, búsitandi í Keyp­ mannahavn, andaðist sunnudagin 26. mars 93 ára gamal. Jarðarferðin verður fríggjadagin 31. mars kl. 11 úr Vestre Lille Kapel á Vestre Kirkegård í Keypmannahavn. Niels Ole Lykke, ætt­ aður úr Skive, búsit­andi í Kollafirði, andaðist í gjár 27. mars á Lands­ sjúkrahúsinum, 64 ára gamal. Tey, ið vilja minn­ast Ole, kunnu lata eina peningagávu til Føroyskt Cystisk Fibrosu Felag; konta í peningastovununum. Andlát og jarðarferðir Hetta er ikki ein »apríl- søga, men eitt rimmar tiltak ì Argja-skúla. 8. b ì Argja-skúla ætla sær eina Námsferð til London komandi heyst. Hóast tey í fleiri ár hava samlað pening til ferðina, so manglar nakað í. Tey skipa fyri einum familju-tiltaki ì Argja-skúla leygardagin 1. apríl kl.14. Har verður m. a. hoppi­ borg, mat- og bomm­tom­ bola, fiskibrunnur, loppu­ marknaður, andlitsmáling, hár­prýði, bilvask, kaffi- søla og nýbakaðar vaflur. Eisini ber til at keypa fryst fiskaflak. Tey gleða seg nógv til ferð­ ina og vænta at uppliva eina rúgvu. London hevur nógv at bjóða, og tey ætla m. a. at vitja á voksmuse’num Mad­ ame Tusssauds, London Eye, og til onkran sangleik. London er jú rættiliga kent fyri sínar sangleikir, og í løtuni eru tað serliga »Mama mia« og »We will rock you«, ið eru væl umtóktir. Flokslærarin, sum eisini hevur tey í enskum, skal við teimum. Hann heldur tað verða spennandi,at tey royna tað enska, hann hevur lært tey. Ger 1. apríl til ein hugna­ ligan leygardag-seinnapart, við at fara ein túr út í Argja­ skúla, heilsa tey av Argj­ um. 1. apríl – tiltak fyri alt húskið Mánadagin 27. mars hevði Esther Drewsen í Havn sín seinasta starvsdag á skrivstovuni hjá P/F Auto eftir næstan 40 ár í starvi. Eftir at hava búð í Dan­ mark í fýra ár flutti Esther heim aftur til Føroya í 1967. Tá byrjaði hon at ganga við rokningum fyri Auto, og síðan 1970 hevur hon arbeitt á skrivstovuni. Fyrstu tíðina var skrivstovan í ovastu hædd í Føroya Banka í N. Fin­sensgøtu. Seinni var flutt í onnur skrivstovuhølir hjá Andreas Jacobsen (Andre­as í Køkubúðini) í N. Winthersgøtu, har skriv­ stovan var í mong ár. Eftir at bygningurin hjá Auto varð liðugt umbygdur í 2003, hevur skrivstovan verið har í egnum hølum. Esther sigur, at hon hevur trivist væl í hesum starvi, hon hevur arbeitt mitt í býn­ um og er komin at kenna nógv fólk. Hon nevnir t.d. at tá hon byrjaði, kostaði ein býtúrur 5 krónur, nú kostar hann 60. Sum ung arbeiddi Esther fisk, var í handli og á skriv­ stovuni hjá Valdemar Lützen í 6 ár. Hon búði í Danmark frá 1963-67, har hon eisini hevði skrivstovuarbeiði. Esther er úr Havn og er í dag 68 ára gomul. Foreldrini vóru Kristina, f. Samuelsen, ættað úr Sumba, og Ansgar Nolsøe av Tvøroyri. Esther er næstelst av 6 systkjum. Í 1965 giftist hon við Benny Drewsen úr Keyp­ mannahavn, tey eiga trý børn: Svend Åge, sum býr í Hoyvík, Eyðfinn, sum býr í Kollafirði, og Anita, sum býr í Havn. Barnabørnini er trý. Spurd hvat hon fer at gera nú, sigur Esther, at nú fer hon at geva sær meira tíð til familjuna og at vera saman við manninum, sum av heilsuáðum býr í Dan­mark. Hann býr í Skov­ lund, nærhendis Varde, í Jút­ landi. Esther Drewsen, Tórshavn: Seinasta starvsdag hjá P/F Auto Dagurin í morgin 30. mars. Kvirinius, deyður umleið ár 120. Rómverskur hermaður, sum gjørdist kristin og varð tikin av døgum. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi í stóru sorg okkara, tá høgt elskaða kona mín, mamma, vermamma og omma okkara Hanna Elisabet í Kálvalíð Hansen Miðvágur so brádliga bleiv heimkallað til Harran. Hjartans tøkk til Sverra Steinhólm prest fyri góð og troystarrík orð í kapellinum, og Ingu Poulsen Dam prest, í kirkjuni. Tøkk til kirkjutænarar, sangarar og berarar. Tøkk fyri blómur, heilsanir og peningagávur og tykkum, sum skipaðu fyri ervinum, hjartans tøkk øll somul. Tøkk til hvønn einstakan av tykkum í tí stóru mannfjøld, ið fylgdu henni á hennara seinastu ferð her á fold, vilja vit veita eina hjartans tøkk. Má Harrin signa tykkum øll. Páll, Jógvan Helgi, Herborg, Hans við familjum Fagra blóma, tú sum prýðir, er en sang jeg tænker på når jeg mindes Petrea, for hun var et af de smukkeste mennesker jeg kender. Den hjertevarme hun modtog mig med, vil jeg aldrig glemme, hendes uselviske måde, gik med »træsko« på, lige ind til hjertet på mig, så mit savn bliver/er stort. Jeg ville så gerne have haft meget mere tid med denne storsindede kvinde, for hun kunne bare give så meget at det var svært at opsamle det hele på engang, når vi var sammen. Den måde hun var familiens samlingspunkt på, var helt unikt. Det så jeg tydeligt på alle når jeg var på besøg eller fik besøg her i Herning. Petrea turde at være den kvinde hun var, at acceptere anderledes måder at være på, med kærlighed – det er stort – det får mig til at vende tilbage til sangen. Uanset om blomsten er en der vokser vildt eller en der er vokset op med omhyggelig pleje, er det en blomst der har sat dybe rødder og har spredt sine frø så man aldrig kan glemme hvordan den så ud og var. Alle mine tanker er hos jer i denne stund. Lone i Herning Til Petrea’s minde