mikudagur 29. mars 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 63 - 29. mars 2006
Í døgunum 8. til 10.
september verður
stevna um útimissión
í leguhúsinum í
Nesvík, har høvið
verður at fáa meiri
at vita um, hvat
missión er og hvussu
ein kristin er partur
av hesum. Heima
missiónin skipar fyri
Stevna
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Nesvík: – Ætlanin við stevn
uni er at kveikja áhuga og kalla
til missión á øllum økjum í
kirkjuligum samanhangi,
siga fyrireikararnir.
Á stevnuni hetta vikuskift
ið verður eisini kunnað um
teir ymsu møguleikarnar og
avleiðingarnar av at fylgja
kallinum at fara út sum trú
boðarar.
– Missiónsboðini umfata
øll trúgvandi og tí vera til
tøk fyri allar aldursbólkar,
ung sum gomul. Komið
verður inn á viðurskifti frá
veruleikanum, bæði áðrenn,
meðan og eftir at trúboðarar
hava verið úti í tænastu, sig
ur fyrireikingarnevndin til
stevnuna.
Við á stevnuni verða nógvir
núverandi og fyrrverandi trú
boðarar, umframt onnur, ið
hava styttri royndir innan
missión og hava stuðlað
undir virksemið ígjøgnum
nógv ár.
Stevnan fer at hava nógv
at bjóða uppá til allar aldurs
bólkar.
Har verður undirvísing,
møti, áhugatímar, pallborðs
orðaskifti, kunning missi
ónsskúlar og felagsskapir,
workshops og leikir.
Fleiri framsýningar verða
eisini, m.a. mentanarsýning
ar við mati, klæðum og yms
um frá gerandisdegnum í
fremmandum londum og
mangt annað.
Stór stevna um missión
Útróðrarbáturin
“Havnatindur” fer
ikki til fiskiskap aftur
í bræði. Fyrrapartin
í dag lá hann meiri
undir enn omanfyri
sjóvarmálan.
Útróður
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Klaksvík: Um 9-tíðina í
gjárkvøldið fekk sløkkiliðið
í Klaksvík boð um at koma
oman á vestaru bryggjuna.
Hetta hendi eftir fráboðan
frá einum persóni sum hevði
gingið har framvið. Hesin
hevði lagt merki til, at olja
lak úr Havnatindi, sum lá við
bryggju.
Teir úr sløkkiliðinum
vóru skjótir á staðið. Hóast
tað regnaði nakað illa,
gekk lættliga at fáa lagt út
oljusperruna rundan um
bátin.
– Vit løgdu hesa sperruna
út, fyri at forða fyri at
umhvørvið varð dálkað av
oljuni.
– Hetta arbeiðið gekk
bæði skjótt og væl, sigur
Finn Hansen, leiðari hjá
sløkkiliðinum.
Í regninum og vindinum
fyrrapartin í morgun vóru
menn frá IRF í ferð við
at súgva upp sum mest av
oljuni innanfyri sperruna.
Tað er spf. Sjómentir sum
sambært Skipalistan 2006
eigur Havnatind. Talan er
um ein útróðrarbát, sum er
smíðaður úr furu og eik í
Klaksvík fyri skjótt 60 árum
síðani.
Tað eydnaðist ikki at
fáa fatur á útgerðarmanni
Havnatinds, Ólavi Waag
Høgnesen í Klaksvík, áðrenn
blaðið fór til prentingar á
middegi í dag.
Kunoy: Aftur í ár verður
skipað fyri serstakari barna
sangløtu í Kunoyar kirkju
skíriskvøld.
Í fjør varð ein líknandi
gudstænasta hildin og var
undirtøkan sera góð.
– Kirkjan var fullsett,
og vóna vit, at aftur í ár
verður líka góða undirtøka,
siga stigtakararnir til hetta
tiltakið.
Í ár verður tað barnaráð
gevin hjá Heimamissónin
Marjon Poulsen sum kem
ur at luttaka. Til eina slíka
gudstænastu hoyrir nógvur
sangur, eins og ung úr Vág
um fara at framføra eitt
dramastykki.
Sangløtan, sum byrjar kl.
19:30 er fyri allar aldurs
bólkar.
sb.
Klaksvík: Í dag er júst
ein mánaður til Norðoya
tunnilin letur upp. Hetta er
ein hending sum ikki fer
aftur við borðinum uttan
markering.
Ætlanin er at hava nógv
tiltøk á skránni sjálvan
upplatingardagin
29.
apríl. Men bæði undan og
aftaná verða fleiri tiltøk
sum fara at seta veruligt
fokus á býin og tað hann
hevur at bjóða innan allar
mentanargreinir.
Til tess at samskipa alt
hetta eru settir tveir sam
skiparar – Steintór Ras
mussen og Dávur Winther
– og kunnu teir longu nú
boða frá teimum fyrstu
spennandi tiltøkunum á
heimasíðuni hjá Klaksvíkar
kommunu.
Einki kann tó takast frá
sjálvum hátíðarhaldinum,
tá koyrandi verður á fyrsta
sinni undir Leirvíksfjørð.
Her eru nógv ting longu
komin á skránna.
Hesa løtuna verða bæði
tónleikur,
kórsangur,
røður og snóraklipping.
Røðarar verða stjórin í
Norðoyatunlinum, Dávur
Reinert Hansen; løgmaður
Jóannes
Eidesgaard;
borgarstjórin í Klaksvík,
Steinbjørn O. Jacobsen;
landsstýrismaðurin í Vinnu
málum, Bjarni Djurholm
og nevndarformaðurin í
Norðoyatunlinum Bergur
í Garði.
Tónleikur verður eisini
á skránni. Millum annað
fer serstaka Tunnilskórið
undir leiðslu av Meinhardi
Bjartalíð at syngja. Klaks
víkar Hornorkestur fer
at spæla, m.a. “Tunnils-
Marsjin” eftir Goff Ric
hards.
Aftaná hetta fer vinnu
málaráðharrin at klippa
tann gylta snórin, og so
verður koyrandi millum
Klaksvík og Leirvík og
øvugt.
sb.
Nógv á skránni
tá tunnilin letur upp
Børnini syngja páskini inn
Kunoyar kirkja verður aftur í ár karmur um serstaka
barnagudstænastu á páskum
Havnatindur liggur tungt í sjónum: Spurningurin er, um/nær
báturin kann fara aftur í drift
Nógv er á skránni, tá Norðoyatunnilin letur upp
Lá sokkin við bryggju