mikudagur 29. mars 2006síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
UTTAN ÚR HEIMI
Vinnarin á ísraelska
tjóðartingsvalinum,
Ehud Olmert, sigur,
at Ísrael skal hava
endaligt mark
innan fimm ár - við
ella uttan hjálp frá
palestinum
Ísrael
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Ísraelska demokratiið
hevur talað. Ísrael vil hava
Kadima, segði ein fegin
Ehud Olmert, eftir at tað
var vorðið greitt, at flokkur
hansara hevði vunnið tjóðar
tingsvalið í gjár.
Sambært valnevndini fekk
Kadima 28 av teimum 120
sessunum í tinginum, og
Arbeiðaraflokkurin gjørdist
sum væntað næststørsti flokk
ur við 20 umboðum. Síðani
kom átrúnaðarflokkurin
Shas við 13 tinglimum,
høgraflokkurin
Yisrael
Beiteinu við 12 og at enda
Likud við 11 tingmonnum.
Politiskir eygleiðarar í
Jerusalem vænta, at Kadima
og Arbeiðaraflokkurin fara
at tingast um at skipa stjórn,
tí teir báðir flokkarnir eru
samdir á teimum flestu týð
andi økjunum. Men Arbeið
araflokkurin verður neyvan
lættur at dansa við. Flokkurin
fekk eitt betri valúrslit, enn
tey flestu høvdu væntað, og
tí fer hann væntandi at seta
fleiri krøv fyri at skipa stjórn
saman við Kadima.
Ósigurin hjá Likud var
størri, enn eygleiðarar høvdu
roknað við, men í gjárkvøldið
segði Benjamin Netanyahu,
floksformaður, kortini, at
hann ætlar sær at halda fram
í formansstarvinum.
Endaligt mark
Í takkarrøðuni endurtók
Ehud Olmert, at Kadima fer
at fullføra ætlanina um, at
Ísrael skal hava eitt endaligt
landamark í seinasta lagi í
2010, og at flokkurin held
ur fast um ætlanina at niður
leggja nakrar av teimum
jødisku niðursetubygdunum
á Vestara Áarbakka. Hann
ásannaði, at sambært halgu
bók er Vestari Áarbakki land
jødanna.
– Men veruleikin og
umstøðurnar gera, at vit
eru til reiðar at gera eina
neyðsemju, sum ber í sær,
at vit mugu lata ein part av
tí elskaða landinum Ísrael
frá okkum, hóast tað nívir
okkum, segði Ehud Olmert
millum annað.
Hann duldi ikki fyri, at
Ísrael fer at fullføra sítt landa
mark, sama um palestinar
vilja medvirka ella ikki.
– Eru palestinar ikki sinn
aðir at virka fyri friði, fer
Ísrael at taka sína lagnu í egn
ar hendur og at áseta markið
eftir tingingar við USA og
aðrar stuðlar.
Hamas-leiðarin Ismail
Haniyeh, sum fyri stuttum
varð tilnevndur palestinskur
forsætisráðharri, segði í gjár
kvøldið, at tað verður ikki
friður í økinum, um Ísrael
ásetir markið uttan at tosa
við palestinar.
Longu mánaðir
undan innrásini í
Irak hevði George W.
Bush, forseti, gjørt
av at leypa á landið,
sama um vápna
eftirlitsmenninir
hjá ST funnu nøkur
hópoyðingarvápn ella
ikki
USA
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Tá George W. Bush og
Tony Blair hittust í Hvítu
Húsunum í januar í 2003,
greiddi amerikanski forsetin
bretska forsætisráðharranum
frá, at hann hevði gjørt av
at leypa á Irak. Tað hevði
ongan týdning, um vápna
eftirlitsmenninir hjá ST funnu
nøkur hópoyðingarvápn í
Irak ella ikki, tí USA fór at
leypa á kortini, fekk Blair
at vita sambært New York
Times.
Uttanríkispolitiski ráðgev
in hjá Blair, David Manning,
skrivaði eina frásøgn frá
fundinum, og skjalið bleiv
stemplað sum sera loyniligt.
Í tí stóð millum annað, at
sambært forsetanum byrjar
amerikanska álopið tann 10.
mars.
– Bush sigur, at tann
dagin byrjar bumbingin,
skrivaði Manning í fundar
frásøgnina.
Fimm dagar eftir fundin
í Hvítu Húsunum fór Colin
Powell, uttanríkisráðharri,
í trygdarráðið hjá ST at
sannføra hini londini um
øll hópoyðingarvápnini hjá
Saddam Hussein. Próvtil
farið skuldi vísa, at Irak
var ein hóttan ímóti altjóða
trygdini, og at landið fjaldi
hópoyðingarvápn.
Í fundarfrásøgnini hjá
David Manning stendur eis
ini, at teir báðir leiðararnir
vónaðu, at kríggið fór at
verða stutt. Hinvegin vænt
aðu teir, at tað fór at taka
sína tíð at umskipa Irak, men
at tað fór at lata seg gera,
skrivar New York Times.
Nr. 63 - 29. mars 2006
23
Ein 19 ára gamal norðmaður
hevur fingið fýra mánaða
fongsul, tí hann kom í
skúla við einari løddari
skammbyrsu. Maðurin
gekk í skúla í Oslo, tá hann
bleiv tikin í november í
fjør. Undir avhoyringunum
greiddi hann løgregluni frá,
at hann hevði útvegað sær
skammbyrsuna, so hann
kundi verja seg.
Maðurin varð avdúkaður
ein dagin, hann sat og roykti
hasj stutt frá skúlanum. Ein
løgreglumaður kom fram
við, og tá hann skuldi kanna,
hvat maðurin hevði uppi á
sær, datt skammbyrsan úr
einum lumma. Tað vísti
seg, at seks patrónir vóru
í henni.
Ákæruvaldið kravdi fong
sulsrevsing og fekk viðhald
í rættinum. Dómarin segði
tað vera sera álvarssamt,
at maðurin hevði havt eina
lødda skammbyrsu við
sær í skúla, og harafturat
høvdu kanningarnar av
dúkað, at hann hevði havt
skammbyrsuna við sær í
skúla fleiri ferðir. Tann 19
ára gamli bleiv samstundis
burturvístur úr skúlanum,
skrivar VG.
Í Bruxelles hevur ES-
nevndin gjørt av at kanna,
hvat tað kostar ar tosa í far
telefon, og endamálið er
at gera tað bíligari at tosa
ímillum lond.
Evroparáðið arbeiðir eis
ini við málinum, og fyrsta
dagin kemur eitt lógarupp
skot haðani, sigur BBC.
Sambært uppskotinum
skal tað kosta tað sama at
svara einari uppringing úr
útlandinum, sama hvørjum
landi móttakarin er staddur
í, og harafturat ætlar ráðið,
at ein samrøða til útlandið
skal kosta tað sama sum
ein innanlendis samrøða.
Telefonfeløgini siga,
at tey hava longu tikið
stig til at lækka prísin. Í
fleiri londum, teirra mill
um Danmark, hava polit
ikarar leingi tosað um at
fáa meiri einsháttað viður
skifti innan fartelefon, tí
ofta eru tilboðini hjá tele
fonfeløgunum so torskild,
at tað er at kalla vónleyst
hjá fólki at síggja, hvat er
tað bíligasta og besta til
boðið.
ES heldur, at tað er ov dýrt
at tosa í fartelefon
Casper Weinberger, sum
var verjumálaráðharri hjá
Ronald Reagan, doyði
fyrradagin. Hann var 88
ára gamal.
Áðrenn hann gjørdist
verjumálaráðharri, hevði
Weinberger verið fíggjar
leiðari hjá Richard Nixon,
og í tí starvinum bar hann
orð fyri at ansa so væl eft
ir pengunum, at hann ofta
bleiv umrøddur sum ”Spari
knívurin”.
Men sum verjumála
ráðharri var hann alt ann
að enn sparin, tí eingin
amerikanskur verjumála
ráðharri hevur brúkt so
nógvar pengar í friðartíð
sum hann. Stutt eftir at
stjórnin hjá Reagan hevði
tikið við í januar í 1981,
eydnaðist tað Weinberger
at fáa Kongressina at
játta eina billión dollarar
til vápn, og seinni komu
nógvar milliardir dollarar
afturat. Tað var eisini
Weinberger, sum legði ta
sokallaðu stjørnukrígsætl
anina fram.
Casper
Weinberger
var verjumálaráðharri, tá
USA og Sovjetsamveldið
tingaðust um avdubbing,
og hann var sannførdur um,
at skuldi USA fáa russar at
slaka, máttu amerikanarar
nir seta hart ímóti hørðum.
Samstundis skuldi USA
útbyggja sína vápnamegi
so nógv, at Sovjetsamveldið
megnaði ikki at fylgja við.
Og sambært soninum fekk
hann rætt.
– Vit eiga at minnast hann
sum ein heimspolitikara.
Tað, sum hann og Reag
an gjørdu, noyddi Sovjet
samveldið á knøini, segði
Casper Weinberger yngri,
tá hann kunngjørdi, at páp
in var deyður.
Í skúla við skammbyrsu
Fartelefonin ov dýr
Weinberger deyður
Nú skal Ísrael hava
endaligt mark
Hópoyðingarvápnini
høvdu einki at siga
Ehud Olmert: – Ísrael
skal hava endaligt mark
í seinasta lagi í 2010
Mynd: Reuters