hósdagur 30. mars 2006síða 4
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 64 - 30. mars 2006
Menna og reka spor-
førisskipan
KUNNINGARTØKNI
Hugvekjandi
samstarv
millum vinnu og myndug-
leikar er nú úrslitað í einum
KT-felag, sum Bitland hev-
ur verið við til at loysa úr
lagdi.
Ráfiskaseljarafelagið og
Ráf iskakeyparafelagið
hava í dag stovnað eitt part-
afelag, sum hevur til enda-
máls at menna eitt talgilt
undirstøðikervi til sporfør-
ar skrásetingar frá fiski-
vinnuni í Føroyum. Somu-
leiðis er ætlanin, at skipan-
in skal seljast uttanlands.
Felagið er eitt úrslit av
samstarvi millum vinnufel-
øgini, Fiskimálaráðið og
Bitland. Ráfiskakeypara-
og seljarafelagið eiga hvør
sína helvt av partapeningi-
num, sum er 500.000 kr.
Bitland hevur, við sera
góðum stuðli frá Menning-
arstovuni, fyrireikað eina
sporførisskipan síðani á
heysti 2003. Fyrsti partur
av arbeiðnum var at gera
eina undanverkætlan, sum
síðani varð nýtt sum grund-
arlag til kravfestingarar-
beiðið, sum varð latið úr
hondum í november 2005.
Menningarstovan
hevur
latið fólk til verkætlanar-
leiðslu síðan byrjan.
Kravfestingararbeiðið til
fyrsta part varð bjóðað út í
november og 2 føroysk KT
feløg sendu inn tilboð uppá
at gera fyrsta part av spor-
førisskipanini.
Komandi hálvár verður
fyrsti parturin av sporføris-
skipanini
mentur,
og
ætlandi verður skipanin
royndarkoyrd í heyst.
Í nevndini fyri partafel-
agið "Føroya Sporføris-
skipan" sita Marita Ras-
mussen
fyri
Ráfiska-
keyparafelagið -forkvinna,
Johannus Olsen fyri Rá-
fiskaseljarafelagið
um-
framt Steinbjørn í Dali.
Nevndin hevur sett Stein-
bjørn í Dali sum stjóra í
felagnum.
Hetta er fyrsta felag, sum
beinleiðis er sprottið úr eini
Bitland verkætlan. Bitland
hevur sett sær fyri, at árliga
skulu millum eitt og trý slík
nýskapandi feløg stovnast
sum úrslit av teim verkætl-
anum, ið arbeitt verður við
í Bitland høpi.
Bitland stovnað KT-felag