hósdagur 30. mars 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 - 30. mars 2006
5
Um hálvtannað ár
fer úrslitið av fyrstu
føroysku PISA-
kanningini at vísa,
um tað, sum skuldi
vera eitt check, eisini
verður eitt chok
PISA kanning
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Í morgun, tá klokkan slóð
9:00 sessaðust allir teir
850 føroyingarnir, sum
vórðu føddir í 1990, við
skúlaborðini í skúla- og
fimleikahallum
kring
alt landið. Hesaferð var
talan tó ikki um vanliga
terminsroynd, men vóru
føroysku
næmingarnir
bert ein lítil brotpartur, av
teimum umleið 250.000
næmingunum, sum verða
PISA-kannaðir í 56 londum,
kring allan heimin í dag.
Vit eiga at vita í
staðin fyri at gita
Hesi eru boðini úr Menta
málaráðnum, nú føroysku
skúlabørnini verða PISA-
kannað. Og sambært Menta
málaráðnum er ætlanin við
PISA, at føroyskir skúla
myndugleikar
framyvir
skulu kunna fáa upplýsingar
og vitan, sum kunnu nýtast,
tá fólkaskúlin skal metast.
– Endamálið við PISA-
kanningunum er at staðfesta,
hvussu okkara skúlaverk
og næmingar eru fyri
samanborið við skúlaverk og
næmingar í øðrum londum,
og hvat vit eiga at gera fyri
alla tíðina at betra um skúlan,
sigur Mentamálaráðið.
–
PISA-kanningin
2006 ger, at vit fáa eina
heildarmynd av førleikunum
hjá næmingunum. Í øðrum
londum verður bert ein
partur av næmingunum
kannaður, og sjálvt um hetta
er hagfrøðiliga eftirfarandi,
so er talan tó ikki um eina
fullfíggjaða heildarmynd,
eins og tað fer at vera her.
Føroyar verða á henda hátt
eitt sera spennandi øki, og
kundi hetta møguliga ført
til, at Føroyar blivu eitt
royndarøki innan ymiskar
vitanarverkætlanir, eitt nú í
norðurlendskum ella altjóða
høpi, sigur Mentamálaráðið,
sum eisini staðfestir, at tað
er betur at vita enn at gita:
– Út frá ítøkiligari vitan,
sum er grundað á eina
slíka kanning, ber til at
seta út í kortið, hvussu
undirvísingarverkið betur
kann gagnnýta sítt tilfeingi,
soleiðis at undirvísingin
kann menna bæði breiðan
førleika og fakliga vitan
hjá næmingunum, sigur
Mentamálaráðið.
Okkara ábyrgd
Føroyingar hava síðan 1.
januar 2002 havt fulla ábyrgd
av undirvísingarverkinum,
og Mentamálaráðið sigur,
at vit sostatt hava átikið
okkum endaliga ábyrgd av,
at førleikarnir hjá okkara
næmingum eru so góðir, at
vit kunnu samanbera okkum
við onnur framkomin lond.
PISA-kanningarnar, sum
OECD stílar fyri, hava víst
seg at verið eitt gott amboð
at nýta hjá skúlaverkunum í
teimum ymsu londunum, tá
ið metast skal um førleika og
úrtøku hjá 15 ára gomlum
næmingum í 9. flokki,
sigur Mentamálaráðið á
heimasíðuni hjá ráðnum, og
hildið verður fram:
– Fólkaskúlin er jú
grundarsteinurin undir øllum
okkara útbúgvingarverki, tí
tað er har, at lunnar verða
lagdir undir alla framhaldandi
útbúgving, og tað at klára
seg í lívinum annars. Tí er
tað so týdningarmikið, at
vit alla tíðina fylgja við og
royna at staðfesta, um ikki
okkurt er, sum vit kunnu
gera betri, verður eisini
sagt úr Mentamálaráðnum,
har eingin hevði tíð at práta
við okkum í morgun, tí øll
vóru upptikin av PISA-
kanningum. Vit royndu eisini
at fáa fatur á Magnus Tausen
og øðrum í Lærarafelagnum,
men eingin var at hitta í
morgun.
850 næmingar til PISA-kanning
PISA 2006 er ein altjóða OECD-kanning
av fakligu førleikunum hjá næmingum,
sum eru føddir í 1990. Almenna
endamálið við PISA er at staðfesta og
máta, hvussu væl ung fólk eru fyrireikað
at møta avbjóðingunum í nútíðar
kunningarsamfelagnum.
Í mun til vanligar landsumfatandi royndir,
verða næmingarnir í PISA ikki mettir við
støði í ávísum lesiætlanum, men hugt
verður hinvegin eftir, hvussu væl tey ungu
megna at brúka teirra vitan og kunnleika í
mun til avbjóðingar í gerandisdegnum.
Í PISA er tað lesiførleiki, saman við
støddfrøðiligu og náttúruvísindaligu fatan
næminganna, ið skal geva eina ábending
um, hvørjum støði, teir eru á. Royndin skal
vísa, í hvønn mun næmingarnir brúka
tað, teir lesa, umframt støddfrøðiligu
og náttúruvísindaligu vitan og førleika
sín, til at finna loysnir á trupulleikum í
gerandisdegnum.
PISA-spurningarnir eru tí háttaðir soleiðis,
at teir endurspegla nakrar av teimum
uppgávum og av tí virksemi, sum roknað
verður við, at næmingarnir koma at fáast
við í gerandisdegnum.
Í flest øllum londum er vanligt, at tey 15
ára gomlu standa á einum vegamóti, tá
tey gera grundskúlan lidnan og skulu velja
eina framtíðarleið – arbeiðsmarknað ella
útbúgving. Hetta er tí eitt týdningarmikið
tíðarskeið í tilveruni hjá ungum fólkum,
og tað er avgerandi neyðugt, at
útbúgvingarstovnarnir og samfelagið
kenna valini, tey ungu hava.
Ætlanin við PISA-kanningini er at
máta tað, sum roknast kann við, at 15
ára gomul hava lært og hava tørv á
framyvir. Bæði í útbúgvingarskipanini,
á arbeiðsmarknaðinum, í familju – og í
samfelagnum sum heild.
Í hvørjari PISA- kanning verða trý
førleikaøki kannað. Hesi eru lesing,
støddfrøði og náttúrulærugreinir. Í PISA
2000 varð høvuðsdentur lagdur á at kanna
lesiførleikan, í PISA 2003 varð talan serliga
um at kanna kunnleikan innan støddfrøði,
og í PISA 2006 verður høvuðsdentur lagdur
á at kanna førleika næminganna innan
náttúrulærugreinir.
Hetta er fyrstu ferð at Føroyar taka lut í
PISA-kanningunum, og eru tilsamans 58
lond sum eru við hesaferð.
Næmingar úr Kommunuskúlanum í Havn til reiðar at verða kannaðir millum kl. 9.00 og 12.30
Mynd: Jens Kr. Vang
FAKTA