hósdagur 30. mars 2006síða 9
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 - 30. mars 2006
9
Alt hetta arbeiðið er gjørt
í Litava.
Annars heldur hann, at
nú talan er um eitt nýtt skip,
skuldi útreiðslurnar til røkt
minka munandi. Við einum
nýggjum motori skuldi
oljuútreiðslurnar eisini minka
og tað skuldi uppviga ein part
av teimum útreiðslum, sum
umbyggingin og umvælingin
hevur kostað.
– Somuleiðis vísir tað seg
ofta, at nýggj skip fiska betri
enn gomul skip, so alt í alt
eru vónirnar góðar.
Reiðarin sigur, at alt
arbeiðið í Litava kostar átta
milliónir. Tað er realurin,
sum fíggjar, men Suðuroyar
Sparikassi hevur fíggjað
arbeiðið í byggitíðini.
Hinvegin metir reiðarin,
at eitt nýtt skip av hesum
slagnum hevði kostað 30
milliónir at bygt, so teir
hava í veruleikanum fingið
eitt nýtt skip fyri ein góðan
fjórðing av tí, sum ein
nýbygningur kostar.
Gott tilboð
Men hví fara til Litava at
gera eitt slíkt arbeiði?
– Tað gjørdu vit, tí vit
fingu eitt sera gott tilboð,
sum eg meti var var bíligari
enn hetta arbeiði kundi gerast
fyri í Føroyum. Tilboðið var
so gott, at at vit kundu ikki
siga nei.
Annars tók arbeiðið nakað
longri enn ætlað. Hann hevur
verið burtur í 10 mánaðir og
tað hevur sjálvsagt gjørt, at
vit hava mist inntøkur.
Annars vísir hann á, at
føroyskt skipasmíð er rætti
liga kappingarført.
– Tá ið eldur kom í Suð
uroying, hevði Tórshavnar
Skipasmiðja besta tilboðið
og tað arbeiðið varð gjørt
bæði skjótt og væl.
Ein orsøk til, at arbeiðið
í Litava tók so langa tíð,
er at hesa tíðina eru stórar
broytingar hendar.
– Teir komu upp í ES og
tað hevur ført við sær, at
nógv arbeiðsmegi er flutt av
landinum til Vesturevropa.
Mær er fortalt, at bara úr
Klaipeda, har Hoyvíkingur
var á Skipasmiðju, eru 2000
hondverkarar fluttur í onnur
lond og tað merkist, sigur
Marner Lisberg.
Men hóast arbeiðið er
gjørt í Litava, er talan um
eitt samstarv ímillum fleiri
lond, sigur hann.
– Tórshavnar Skipasmiðja
hevur projekterað og tekna
og tað eru teir komnir sera
væl frá. Eitt danskt felag
í Litava hevur staðið fyri
umbyggingini. FJM hevur
gjørt tekningarnar til verk
smiðjuna og Tórshavnar
Skipasmiðja hevur sett mot
orin í.
Nakrar vikur afturat
Marner Lisberg sigur, at nú
skal egningarútgerð og annað,
setast í skipið og at tað fer at
ganga ein slakur mánaður til
hann fer til fiskiskap.
Eisini skiparin, Jóin Ell
ingsgaard av Eiði, er væl
nøgdur við skipið.
Hetta er nakað heilt annað
enn eitt upprunaliga skipið,
tí nú eru umstøðurnar mun
andi batnaðar.
Hann sigur eisini, at hoy
víkingur ber seg rættiliga
væl í sjónum.
– Tað einu tíðina høvdu vit
nógvan vind inn á síðuna,
men tá lá hann púra stillur.
Eisini hann hevur vónir um
at skipið fer at fiska væl.
– Men vit kunnu so ikki
annað enn royna okkara
besta. Meiri kunnu vit ikki
gera og so fáa vit at síggja,
hvussu gongur, sigur hann.
Annars hevur Hoyvíkingur
havt eina umskiftiliga lagnu.
Hann er bygdur í Noregi
í 1960 og tað var Johan í
Hoyvík, sum bygdi hann. Í
1987 seldi Demmus Nicode
mussen hann fyri Páll, sum
sakk vestanfyri. Í 1999
keypti so Delta samtakið
hann. Tey fyrsti árini hevði
hann heimsstað á Sandi, men
nú er hann heimahoyrandi á
Tvøroyri. Upprunaliga var
Hoyvikingur snelluskip, men
í 1999, varð hann umbygdur
til línuskip.
Saman við Kúrberg, er
hetta einasta línuskip, sum
er eftir í Suðuroy.
bjóða fólki
Fýra av høvuðsmonnunum aftanfyri tiltakið á brúnni á Hoyvíkingi: frá vinstri:Egil Olsen, nevndarformaður, Jóin Ellingsgaard, skipari, Marner Lisberg, reiðari og
Magnus Jespersen, stjóri á Delta.
Inni í nýggju, snotiligu messuni sat nógv fólk og prátaðu og har var okkurt søtt undir tonnina og
okkurt fyri tosta
Nógv fólk varð samankomið á keiini at taka ímóti á hóast illfýsið veður, møtir hornorkestrið
trúliga upp at seta sín dám á eina løtu sum hesa