hósdagur 30. mars 2006síða 10
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 64 - 30. mars 2006
Í Sosialinum 28. mars 2006
sigur tú teg venda Sambands
flokkinum bakið.
Tað er altíð keðiligt hjá
einum flokki, tá fólk melda
seg úr flokkinum.
Ì tínum føri verður saknurin
nokk ikki so stórur, fá hava
sæð nakað, flokkinum at
frama, frá tínari hond.
Tú var fyrstu ferð á fundi
hjá Sambandsflokkinum
hóskvøldið 16. mars – bleiv
valdur í nevndina fyri Suð
uroyar
Sambandsfelag
– Meldaði teg inn í Sam
bandsflokkin 17. mars og
bleiv valdur sum formaður
í Suðuroyar Sambandsfelag
18. mars. Longu 25. mars
sigur tú teg melda teg úr
aftur bæði nevnd og flokki,
einahelst, tí ikki gekst sum
tú vildi,
Tann framferð, tú hevur
víst síðani 18. mars, hevur
onki við sambandspolitikk
at gera.
Suðuroyar Sambandsfelag
hevur virkað síðani áðrenn
tú sást dagsins ljós og verður
ikki avtikið, bara tí tú heldur
tað.
Betur er bøtandi hond
enn spillandi tunga.
Við sambandskvøðu
Tvøroyri 30. mars 2006
Í morgin verður tað ein vika síðani, at tað varð alment, at Sosialurin
varð seldur. Í tíðindaskrivi varð boðað frá, at leiðslan, starvsfólkini
og Føroya Tele høvdu keypt. Seinnapartin fríggjadagin var móttøka,
og síðani hava vit hildið fram við fullari orku við at fyrireika
okkum til framtíðina.
Í løgtinginum varð mikudagin spurnartekin sett við leiklutin hjá
Føroya Tele, nú teir hava keypt triðingin av Sosialinum. Partafelagið
Føroya Tele, sum virkar við ábyrgd yvirfyri partafelagslógini, er
væl og virðiliga ført fyri at verja seg sjálvt móti skuldsetingum
og illgitingum.
Á Sosialinum vekir handfaringin av søluni í øðrum miðlum hesar
seinastu dagarnar stóra undran, og vit standa spyrjandi. Gamaní eru
vit kappingarneytar við bløð og loftbornu miðlarnar. Men tað eigur
ikki at vera orsøk til, at journalistiska handverkið og øll prinsippir
í góðum fjølmiðlasiði verða blakað fyri borð í ógrundaðari roynd
at seta Sosialin og eigaraskiftið í óvanliga ringt ljós.
Orðaskifti var í Løgtinginum mikudagin. Tað vóru tey, sum sóu
trøll á alljósum degi og sammettu handilin við Sosialinum við
støðuna á italska miðlamarknaðinum. Hetta er álvarslig skuldseting,
men politikararnir mugu hava loyvi at hava sínar meiningar. Í
tinginum varð Sosial handilin lýstur og viðgjørdur frá fleiri síðum.
Orðaskiftið var hvast. Umframt omanfyri nevndu súru útsøgnir
og illgitingarnar vóru tað tey, sum ikki dugdu at síggja trøllini og
heldur vardu stigið at selja blaðið og sóu nýggjar møguleikar og
avbjóðingar fyri føroyska fólkaræðið í hesum.
Hetta síðsta er í okkara verð so sjálvsagt. Politiski viljin er, at
útvarpið og sjónvarpið skulu leggjast saman í Kringvarpið. Í
júst hesum veruleikanum eigur tað at vera týdningarmikið og
alneyðugt, at aðrir miðlar verða styrktir soleiðis, at møguleikarnir
fyri kapping á miðlamarknaðinum verða betri. At aðrir rópa upp
um italskar tilstandir kann ikki annað enn takast sum staðfesting
av, at ætlanin framvegis er at halda fram við illgitingunum og
jagstranini av Sosialinum, sum somu persónar hava verið partur
av undan eigaraskiftinum. Tey um tað.
Public service útvarpið lýsti orðaskiftið um fyrispurningin í tíðind
unum mikukvøldið. Hátturin, sum tíðindini vóru viðgjørd, var
so langt frá góðum fjølmiðlasiði, sum tað ber til at hugsa sær.
Teir, sum bóru hørðu ákærurnar fram, og teir, sum vóru ivasamir,
fingu mikrofonina fyri seg sjálvar. Hin partin hoyrdist einki til, og
tíðindakvinnan ómakaði sær ikki at skoyta uppí, at tað vóru ymiskar
meiningar um henda spurningin.
Vit undrast og spyrja, hvar góða handalagið og handverkið, sum tey
í útvarpinum eiga, bleiv av. Hvat var motivið aftanfyri innslagið,
og hvønn er tað, útvarpið rennur ørindi fyri?
Mikukvøldið hevði Dimma grein á forsíðuni um hetta sama málið.
Henda forsíðusøgan eigur at vera gott dømi um hjá teimum, sum
læra til tíðindafólk, hvussu grein ikki skal fyrireikast og skrivast.
Eingin kelda varð upplýst, og greinin var full í faktuellum skeiv
leikum. Seljarin var ikki spurdur, og keyparin var ikki spurdur.
Góða handverkið og vanligi fjølmiðlasiðurin vóru løgd til viks. Vit
undrast og spyrja hvat motivið var aftanfyri greinina, og hvønn tað
er, Dimma rennur ørindi fyri?
Ei undur í um lesarar og lýsarar undrast og standa spyrjandi, tá
ið teir síggja og hoyra allar hesar røvarasøgurnar frá teimum,
sum annars plaga at duga sjálvsagda journalistiska handverkið.
Sosialurin hevur ongantíð verið lýtaleysur, og tað verður hann
neyvan. Men tað verður hildið fram við at menna blaðið, og eftir
søluna eiga fyritreytirnar fyri støðugt betraðum blaði og øðrum
miðlatiltøkum at vera uppaftur betur. Meðan starvsfelagar okkara
gera journalistisk sjálvmál, undrast vit og arbeiða víðari. Tað er
ikki sørt, at orðatakið ”Man merkt die Absicht und wird verstimmt”,
rennur fram í hugan. So vánaligt frágingið handverk eigur ikki at
verða latið av hondum av so dugnaligum journalistum!
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Sølan av Sosialinum og
journalistiskt handverk
VIÐMERKINGAR
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónssekreterur:
Inna Törnroos inna@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Durita Simonsen durita@sosialurin.fo
Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl‑an
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Nei, kann onkur verða skjót
ur at svara, men so einfalt er
tað neyvan.
Hvat gera vit borgarar,
tá vit eru vitni til, at ein av
okkara fremstu fjølmiðlum,
Sosialurin, fer á marknaðin
at vera ein fyritøka, sum
ein og hvør er vælkomin at
keypa – ella er tað so?
Eg eri bangin fyri, at vit,
enn einaferð, eru vitni til
enn eina samantvinning
er millum ávísar áhugaðar
politiskar bólkar, sum neyvan
kenna sítt mark í strembanini
eftir sjálvattrektivum og
maktsinnaðum vinningi.
Vit eru nøkur sum royna
at berjast fyri, at BORG
ARIN fær røttu prísirnar
og tænastuna á fjarskiftis
økinum, men hvussu kunnu
vit verða vís í, at TIT borgar
ar fáa hesa objektivu og tæn
astufremjandi tænastuna í
framtíðini – tá vit eru vitni
til tað vit síggja í løtuni?
Hoyrdi stjóran á Sosialin
um siga, at kom okkurt
kritiskt undan kavi, so er
Sosialurin tann fyrsti at
vísa á skeivleikan mótvegis
Føroya Tele – LAT OKKUM
SÍGGJA HETTA Í VERKI
– TAKK!
Eg eri bangin fyri gongd
ini, og tí vil eg mæla til, at
vit eru meira kritisk, tá tað
snýr seg um einskiljingartil
gongdina...
Til Jan Haldansen
Er okkara fjølmiðlaverð serliga opin og objektiv?
næstform. í Suðuroyar
Sambandsfelag
Marjun
Olsen
Fríðálvur
Jensen