hósdagur 30. mars 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 - 30. mars 2006
11
Nú storknar blóði ivaleyst
hjá summum, meðan tað
tynnist hjá øðrum, men
eg fari at biðja báðar
partar um at sláa kalt
vatn í blóðið, og bíða við
at gera nakra niðurstøðu
fyrr enn greinin er lisin.
Eftir at hava fylgt við kjakin
um um rúsdrekka frá einum
antropologiskum vinkuli í
eina tíð, føldi eg tað sum
eina skyldu at gera nakrar
viðmerkingar til allar “sann
leikarnar”, sum hava verið á
lofti í ymsu miðlunum.
Fyrst fari eg at flyta fok
us frá rúsdrekka til rúsevni
og harfrá byrja mína argu
mentatión fyri at lækka
prísin á rúsdrekka. Tí eg eri
sannførdur um, at tað bert
er spurningur um tíð, nær
ungdómurin fer at taka klassa
A stoffir framum rúsdrekka.
Sterku rúsevnini eru longu
komin til landið, og ovurhøgi
prísurin á rúsdrekka er við til
at førka ungdómin mótvegis
sterkum rúsevnum, heldur
enn at tálma nýtsluni av rús
drekka.
Um eg taki London sum
eitt dømi, so eru serliga tvær
orsøkirnar til at fólk taka
rúsevni framum rúsdrekka:
1) Rúsurin av klassa a rús
evnum er nógv sterkari og
nógv meira umfatandi
2) Rúsevni eru bíligari enn
rúsdrekka
Á barrum, klubbum ella
diskotekum í London kostar
ein pint (ca. hálvur litur av
øl) 2-4 pund, meðan prísurin
á eitt nú ecstacypillarum er
2-5 pund.
Hetta hevur við sær, at
nógv fólk velja at taka
ecstacy frammum alkohol, tí
at her eru pengar at spara, og
tí at rúsurin av ecstacy gevur
eina meira umfatandi kenslu
av vælveru enn alkohol.
Tað er serliga á peninga
liga økinum, at eg meti Bill
Justinesen & Co( Billeftir
litið) grava sína egnu grøv.
1) Tí tað eru sterk rúsevni
at fáa í Føroyum.
2) Prísurin á alkoholi í Før
oyum er dupult so høgur
á barrum, og tríggjar
ferðir hægri í rúsuni sam
anborið við handilsprísin
í London.
Hesi bæði tingini vavd sam
an fara pr. automatik, at geva
fólki eitt skump í tann skeiva
rættningin.
Um vit taka eitt meira
konkret dømi, so kosta fýra
vanligar 33 cl. veðr á eini
barr 100 kr. í Føroyum, með
an ein ecstacy pillari kostar
um 50 kr.. Har eru sostatt 50
kr. at spara og tað vil siga
tað dupulta, men tað steðgar
ikki her, tí so líðandi blíva
fólk bundin av rúsevnunum
og t.v.s., at skjótt fara fólk
at síggja sølu av ecstacy
pillarum sum eina lætta
og sera góða inntøku, tí at
fólk, ið eru bundin av sterk
um rúsevnum eru ein sera
trúfastur málbólkur, sum
ikki mettast… og so er kava
bólturin farin á rull.
Um onki verður gjørt við
hetta málið skjótt, so fara
hørð rúsevni skjótt at stór
trívast, tí at karmarnir eru
avgjørt til staðar. Startskotið
er tann extremt høgi prísurin
á rúsdrekka og sjálvandi,
at hørð rúsevni longu eru
gott á veg at fáa fótafesti í
Føroyum… og meira skal
ikki til.
Allarhelst fer hetta at føra
við sær, at sølan av rúsdrekka
fer at minka, og Billeftirlitið
fer at reypa sær av illusiónini
av at høgu prísirnir ella
totalt bann av alkoholi vóru
orsøkin til at fólkini, sum
ganga á barr, nú eru byrjaði
at taka vatn framum øl.
Mytur viðvíkjandi
strongum lógum
Eg havi fylgt nøkurlunda við
hvat ið anti-alkohol umboði
Bill Justinesen hevur sagt í
hesum stríðinum. Reyði tráð
urin hjá Bill hevur allatíð
verið: strangari lógir, so
skal tað nokk ganga… ok,
jamen lat okkum taka nøk
ur konkret dømi og vita um
nakað hald er í reyða tráð
inum hjá Bill.
Nú havi eg sjálvur búð í
Danmark, Spania, Skotlandi
og nú í Onglandi og einhvør
annar, sum hevur búð uttan
landa (undantikið Norra og
Ísland) hevur lagt til merk
is, at prísurin á alkoholi í
Føroyum er ovurhøgur.
Taka vit Norra sum dømi,
so hava ovurhøgu prísirnir á
alkoholi elvt til, at so gott sum
allir norðmenn eru farnir at
bryggja sjálvir. Heimabryggj
er lógligt, meðan heimabrent
er ólógligt, men tó so er tað
sera lætt at fáa hendur á
heimabrendum í Norra, og
tað eru serliga tey, sum eru
undir 18 ið gera sært dælt av
heimabrendum.
Hvørjar eru so fylgjurnar
av høga prísinum
í Norra?
• Fylgjurnar av hesum eru
at alkoholsølan fyri Norra
sær heilt góð út á pappír
inum, men í veruleikanum
er alkoholnýtslan minst
tað dupulta av tí sum sølu
tølini vísa.
• Ein onnur fylgja er, at fólk
gera sær dælt av hesum
og selja heimabrent til
ungdómar undir 18 ár og
harvið fær skeivur aldurs
bólkur eisini lættliga fatur
á brennivíni.
• Triðja fylgjan er, at ein
sera stórur partur av tí
norska fólkinum fremur
lógarbrot, av tí at heima
brent er ólógligt og hetta
kann fáa keðiligar fylgjur,
um tann vanligi norð
maðurin verður tikin og
revsaður fyri at bryggja, tí
so endar hann í svørtu bók
og harvið minka hansara
arbeiðsmøguleikar mun
andi og t.d. sleppur við
komandi ikki inn í
Er niðurstøðan útfrá hesum
døminum, at høgu prísirnir
hava tálmað alkoholnýtsluni
í Norra? Á pappírinum ja,
men í veruleikanum hava
mynduleikarnir í Norra
einans skapt fleiri trupul
leikar, sum als ikki vóru
frammanundan… og ongan
loyst… veit ikki hví, men
onkursvegna virkar hetta
mynstrið sera kent.
Myta nummar tvey: moral
ur er góður, men dupult
moralur er dupult so góður.
Hendan mytan gongur út
uppá nakað tað sama. Taka
vit Føroyar og ovurhøga
prísin á alkoholi sum dømi,
so sigur fasadan seg vilja
tálma nýtsluni av rúsdrekka,
men hvussu nógv hald er í
hesum?. Sjálvur haldi eg,
at hetta er eitt tað størsta
bluffið, sum føroyskir
myndugleikar nakrantíð
hava framt, tí eg dugi ikki
at síggja nakað annað enda
mál við høgu prísunum, enn
at rúsdrekkasølurnar eru
einasta stabila og tryggja
inntøkan, sum landskassin
hevur, men hetta vilja politik
arar neyvan viðganga og
um teir viðganga tað, so
er tað við endamálinum
at vinna nakrar atkvøður.
So um nakar politikari nú
knappligani verður so eviga
samdur við mær, so kann
viðkomandi hava ein lort.
Tí um nakar hevur havt ein
møguleika, at gjørt nakað
við hetta málið, so eru tað
nettup teir. Hinvegin, so fer
onkur óiva at verða ósamdur
við mínum pástandi, og
greiða frá hvussu høgi
prísurin veruliga tálmar
rúsdrekkanýtsluni, men
so havi eg ein spurning til
teirra. Hvussu ber tað til at
ólukkudýrini, sum eru koyra
uppá almannastovuna hava
ráð til sína dagligu kenning?
Hvussu nógv tálmar mann
rúsdrekka nýtsluni via høgan
prís, tá ið tann absolutt lægst
lønti bólkurin í landinum
hevur ráð til eina kenning
hvønn dag?. Um onnur frá
greiðing, enn sera góð og
stabil inntøka fyri landið
finnist fyri eksistensin hjá
rúsdrekkasølunum, so er
bara ein máti at yvirbevísa
meg, og tað er við at avskaffa
monopolið, og fáa rúsdrekka
út í handlarnar, tí alt annað er
at halda fólki fyri gjøldur.
Okkurt skal barnið eita
Øll tíðarskeið hava sína
heks, og øll tíðarskeið hava
eitt ástøði, sum váttar hetta
fakta. Seinastu tíðina eru
samkynd blivin klædd í
heksabúna, men tað gløgga
eyga sá, at talan bert var
um ein búna og innanfyri
epistomologiska heksabúnan
búði eitt menniskja. Nú tá
ið kjakið kring samkynd er
køvt, so er at finna ta næstu
heksina og hesaferð var tað
rúsdrekka, sum stóð fyri
tørni og aftur her dugdi tað
gløgga eyga at hyggja forbí
heksabúnan. So er tað, at ein
kann sær spurningin: ”hvør
er tað sum veruligani gongur
í heksabúna, tey jagstraðu
ella tey sum jagstra?.”
Felagsnevnarin fyri hesum
slagi av absurdum heksa
teorium, sum onki hava við
veruleikan- og enn minni
við sannleikan at gera – er
at “sannleikarnir” handan
ástøði eru óortodoksir og
byggja á eina hóttan, ið
er bygd á at fylgja vit ikki
hesum ástøði, so leggja
vit kjarnuvirðini í okkara
samfelag í sand og øsku,
men eins og onki hald var í
”sannleikanum” viðvíkjandi
uppruna heksajagstranini,
líka so lítið hald er í ”sann
leikanum” viðvíkjandi sam
kyndum og rúsdrekka.
Sjálvur hopi eg, at Bil
eftirlitið, fer at brenna sín
heksabúna og taka við læru,
hóast tað sær sera svart út, tí
byggir ein alla sínar grund
gevingar á trúgv – tá meini
eg við ein absoluttan sann
leika –, so kann tað bara
tulkast negativt. Tí dogma
merkir stagnering, ongin
fleksibilitetur, onki val og
tískil onki frælsi. Blind trúgv
merkir avmarkingar, ikki
møguleikar, og er samstundis
deyðin hjá intellektinum.
Tað, sum ger vónina enn
svartari og stuðlar pástandin
um omanfyri, er at talan stórt
sæð er um somu manning,
sum segði nei til at víðka
revsilógina til eisini at umfata
kynsliga orientering og
samstundis kom við tí mest
láturliga lógaruppskotinum
nakrantíð… er hon nevnd er
hon kend, nevniliga ”rund
stykkjalógin”.
Lívsmynd
Fyri at slá boðskapin enn
fastari og fyri at geva tykkum
eina hóming av hvussu eg
síggi uppá politikkin sum
hann verður førdir í løtuni,
so fari eg at geva tykkum
eina mynd.
Ímyndi tykkum, at alt Før
oya fólk er samlað í einum
fittum ljósareyðum húsi við
einum fittum ljósareyðum
garði rundan um húsini.
Húsini eru í góðum standi og
tað einasta, sum kundi trongt
til, hevði verið at fingi húsini
málaði í einari aðrari farvu,
so tey ikki vóru so øgiligani
ljósareyð, tí innan hava tey
ein heilt annan lit, men fyri
uttan ljósareyða litin, so er
alt í fínasta ordan.
Men so ein dagin brestur
ódnin rúsdrekka á, og ættin
er í ein norðan og rakar
beint inn á høvuðsdyrnar.
Ódnin rúsdrekka hevur herja
fleiri ferðir fyrr, men uttan
at ávirka húsini stórvegis.
Okkurt hissini ýl, orsaka av
vindinum tá ið hann er farin
framvið húsunum, men tað
er tað heila.
Hesaferð leikar ódnin
rúsdrekka óalmindiliga
hart í og fólkini í húsinum
eru væl vitandi um, at tað
ikki er klókt, at fara út um í
ódnaveðri, men tó so standa
fimm djarvir manns fram
og siga, at teir nokk skulu
fara út at tálma ódnini, við
tí endamáli at basa henni
med Allah. Teir so gera. Teir
fara út, eini 100 metrar frá
húsinum, og stilla seg beint
út í ódnina í vónini um at
taka vindin á seg, so hann
ikki rakar húsini, men onki
hjálpur. Vindurin stríkur
framvið teimum eins og teir
als ikki vóru har, og heldur
enn at slækka av, gerst vind
urin alsamt sterkari. Hóast
hetta rópa teir fimm, at alt
nokk skal ganga, ”vit skulu
nokk basa ódnini, tað er bara
ein spurningur um at duga
at tálma og at tálma nóg
leingi”, men hvat, júst sum
teir fimm halda seg gera eitt
megnar arbeiði við at basa
ódnini rúsdrekka, so økist
vindurin enn meira og fer
í tvíningar. Nú er tað ikki
bara ódnin rúsdrekka, ið teir
skulu basa, men nú er tað
eisini tann 5 ferðir sterkari
ódnin rúsevni, men teir hava
gott mót, tí teir vita hvat teir
gera, tí teir hava lisið nógv og
kenna nógv gomul heimaráð
hesum viðvíkjandi. Teir
blíva sostatt við at standa
100 metrar uttanfyri húsini
og ”tálma” ódnunum úr norð
uri, rúsdrekka og rúsevni,
men hvat hendir nú?, brád
liga skifta báðar ódnirnar ætt
og styrki. Tær draga nú 180
stig og bresta nú á úr suðuri
og hesaferð við dupultari
megi, og blása húsini vekk
øll sum tey eru, og sostatt
floyma ódnirnar rúsdrekka
og sterka ódnin rúsevni yvir
alt føroya fólk.
Moralurin: teir sum sita,
halda seg vita.
PS. Um onkur hevur hug
at svara lesarabrævinum,
so er hon/hann vælkomin,
men vinarliga send til mín
email, tí eg lesi ikki bløðini
nú eg búgvi í London. Email
addressan er: hrgar@yahoo.
com
Lækka prísin á rúsdrekka!
Hergeir
Staksberg
VIÐMERKINGAR
Minsta krav
til Skúvoy
og hinar
oyggjarnar
Tað harmar meg almikið,
at tað verður spurt og
spurt um oljuflutningin til
Skúvoy, alt meðan einki
hendir. Hetta er óseriøst
bæði av samgongulimum
og andstøðulimum. Eg ætli
mær so ikki at viðgerða
henda spurning meir á
tingsins røðarapalli, tí nú
skal handlast.
Eg havi tosa við lands
stýrismannin Jacob Vester
gaard, og eru vit samdir í,
at nú skal henda skammi
liga viðferð útoyggjafólk
fáa, ikki minst Skúvoy
ingar, fáa ein enda.
Tað tíð eg havi sitið
á hesum høga tingi, eru
nógv góð orð søgd, men
eg má siga hvørki eg
sjálvur ella nakar annar
er komin eitt petti nærri.
Sjálvur var eg saman
við landsstýrismanninum
Jógvan við Keldu úti í
Skúvoy og tosaði um
spurningin.
Helst mugu Skúvoy
ingar ásanna, at tað
einasta
Skúvoyingar
fingu burturúr var, at vit
órógvaðu teimum arbeiðs
dagin.
Eg gleðist um, at lands
stýrismaðurin er viljaður
til at fáa oljuspurningin
í lag, og samgongulimir
arbeiða fyri sakini heldur
at forsetandi tosa aftur og
aftur.
Um vit ikki klára olju
trupuleikan, eitt so lítil
mál, hvat klára við so?
Hetta er eisini til mín
sjálvan.
Løgtingsmaður
Gerhard
Lognberg