hósdagur 30. mars 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 64 - 30. mars 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Fyrr í hesi vikuni
varð nýggjur og sera
snotuligur deildar
bygningur hjá Føroya
Sparikassa tikin í
nýtslu í Fuglafirði. Í tí
sambandi var ein væl
vitjað móttøka, har
fuglfirðingar høvdu
høvi at skoða snotuliga
bygningin og heilsa
uppá sparikassafólk og
bygdarfólk
Móttøka
Ein stórur partur av fuglfirð
ingum nýtti fyri viku síðani
møguleikan at støkka inn á
gólvið til móttøku hjá Før
oya Sparikassa, sum júst hev
ur latið upp eina nýggja, sera
vakra privatkundadeild upp í
Fuglafirði.
Sera nógv fólk var á gátt,
fleiri áhugaverdar røður
vórðu hildnar, og uttan iva
fingu fólk eisini nógv góð
prát sínamillum.
Opin og nýmótans
Nýggja Sparikassadeildin
er bygd í nýmótans stíli, og
bygningurin er klæddur við
skifer.
Miðbygningurin er gjørdur
opin og gjøgnumskygdur, so
deildin eisini framstendur
opin, løtt og ljós.
Bygningurin er í trimum
og liggur sum partur av frí
økinum við kirkjuna. Bygn
ingurin kann sigast at vera
bindiliðið millum fríøkið og
miðbýin, tí tað sæst gjøgnum
miðbygningin, ið liggur
í einari linju frá kirkjuni
gjøgnum fríøkið og oman á
høvuðsgøtuna.
Arkitektar 99 teknað
Tað eru Arkitektar 99 við
Maritu Weihe, sálu, og Jóh
ann Laksáfoss, ið hava tekn
að bygningin, sum er 250
fermetrar til støddar.
Jan Mohr sp/f hevur havt
høvuðsarbeiðstøkuna, sum
umfatar lendisarbeiði, jørð-
og betongarbeiði, timbur-
og snikkaraarbeiði, málara
arbeiði, múraraarbeiði, hvs-
arbeiði.
Jákup Jacobsen, fyrrv.
byggifrøðingur hjá Sparikass
anum, hevur havt projekt- og
byggileiðsluna.
Nýggjur Sparikassabygningur
– ein perla hjá fuglfirðingum
Formaðurin í ÍF, Mortan Thomsen, tekur fegin ímóti einum gávukekki frá Sparikassanum á
25.000 krónur. Tað er Elin Sleire, fulltrúi á deildini í Fuglafirði, sum handar honum kekkin
Prát uppi yvir kekkinum. Signar á Brúnni og Mortan Thomsen
skifta orð um pengagávuna til ÍF
Sera nógv fólk samankomið í teimum vøkru og ljósu hølunum hjá Føroya Sparikassa í Fuglafirði
Stjórin á Havsbrún í Fuglafirði, Bergur Poulsen, heilsar uppá
Kristine Ellingsgaard, varaleiðara fyri deildir Sparikassans í
Eysturoy
Bygningurin avmyndaður
sunnanífrá. Eitt bland av glasi
og gróti, og fólk hugna sær
inni og úti
Gávan frá Fuglafjarðar Kommunu í sambandi við upplating
ina av nýggju sparikassadeildini í býinum var ein málningur
eftir Øssur Mohr. Vinstrumegin er tað Bjarni Olsen, stjóri í
Sparikassanum, sum heldur vakra málninginum
Fólk lýða á, meðan røða
verður hildin
Gáva frá kommununi í Fuglafirði. Borgarstjórin, Sigurð
Simonsen, handar Elini Sleire, fulltrúa í Fuglafirði, gávuna