hósdagur 30. mars 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 - 30. mars 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan við Niels Ole
Lykke fer úr kapellinum
á Landssjúkrahúsinum
fríggjakvøldið kl.17:30.
Jarðarferðin verður úr
Kollafjarðar kirkju leyg
ardagin kl. 14. Sungið
verður úr sálmabókini.
Tey, ið vilja minnast
Ole, kunnu lata eina
peningagávu til Før
oyskt Cystisk Fibrose
felag. Konta í peninga
stovnunum.
Petur Sofus Juul í
Funningi, andaðist í
heiminum týskvøldið
28. mars, 76 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr
Funnings kirkju leyg
ardagin kl. 14. Sálma
bókin verður nýtt. Tey,
sum vilja minnast Petur
Sofus, kunnu lata eina
peningagávu á konto í
Føroya Sparikassa.
Erling Michelsen Tórs
havn, fer til gravar frá
kirkjugarðskapellinum
leygardagin 1. apríl,
kl.
13.
Bønarhald
verður í Landssjúkra
húskapellinum fríggja
kvøldið kl. 19. Tey, ið
ynskja at minnast Erling,
kunnu lata eina gávu til
Kristnastovu; konta í
peningastovnunum.
Axel Johannesen, ætt
aður úr Kollafirði,
búsitandi í Keypmanna
havn, andaðist sunnudagin
26. mars 93 ára gamal.
Jarðarferðin
verður
fríggjadagin 31. mars kl.
11 úr Vestre Lille Kapel á
Vestre Kirkegård í Keyp
mannahavn.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
31. mars. Balbina, deyð umleið ár 120. Navnið var við
í teimum fyrstu føroysku álmanakkunum, men er síðan
lagt burtur. Hon var dóttir rómverska hermannin Kvirinus
og bleiv tikin av døgum saman við pápanum.
Her er ein mynd av fimm
tingmonnum, sum allir eru
ættaðir úr Sandavági, nakrir
hálvir onkur heilur.
Teir eru f.v.: Marjus Dam
í Miðvági fyri Sambands
flokkin, Jóanis Nielsen í
Sandavági fyri Fólkaflokkin,
Bárður Nielsen í Vestmanna
fyri
Sambandsflokkin,
Kristian Magnussen í Havn
fyri Javnaðarflokkin, og
Tummas í Garði í Havn fyri
Fólkaflokkin.
Jóanis Nielsen og Tummas
í Garði og eru eykamenn fyri
Fólkaflokkin.
Tíðindaskriv
Leygardagin 1. apríl kl. 14
og 18 vera tær árligu fim
leikaframsýningarnar hjá
Fimleikafelagnum Ljósinum
í høllini á Hálsi. Eins og
undanfarin ár er tann fyrra
sýningin við yngru liðum
felagsins, meðan tey eldru sýna
fram seinni. Tó er tað so, at
úrvalsliðini sýna fram á báðum
sýningunum. Genturnar, ið fyri
góðari viku síðan kappaðust
í estetiskum í Estlandi, vera
við, og amboðsgenturnar,
ið fyri mánaði síðan vóru
á venjingarlegu í Nakskov,
somuleiðis. Her kunnu vit
líka skoyta uppí, at tvær teirra
eru úttiknar til NM-kapping í
Íslandi, ið verður um eina góða
viku.
Føðingardagsár
Felagið fylti 30 ár í heyst
og hevur havt ymisk tiltøk
á skránni, t.d. eitt stórt
barna- og familjutiltak í
badmintonhøllini í novem
burmánaði, og gallasýningar
í Norðurlandahúsinum í febru
ar. Onkur innsløg frá gallatil
takinum vera eisini at síggja
leygardagin.
Annars verður framsýningin
sum hon plagar, og aftur í ár
verður tað við glæmuljósið, ið
gevur løtuni ein hátíðarligan
dám. Sum nakað nýtt í allari
siðvenjuni hevur felagið í ár
eitt lið fyri børn við serligum
tørvi, og vera ”Loppurnar”,
sum vit rópa tey, sjálvsagt við
á framsýningini.
Tær vældámdu og nógv
eftirspurdu stuttermaðu blus
urnar við Ljósið-merkinum
á bringuni, ið vit ætlaðu
skuldu fáast til keypa alt føð
ingardagsárið, eru endiliga
komnar, og eru til sølu í høllini
á Hálsi hendan dagin.
Framtíðin og tann
lovaða høllin
Nú vit repa seglini fyri
hesaferð fegnast við um,
at hallamálið gongur sína
gongd, og at Býráðið arbeiðir
við sakini. Hesaferð tykjast
fólk meina tað av álvara.
Tingmenn ættaðir úr Sandavági
Mynd: Regin W. Dalsgaard
Fimleikafelagið Ljósið:
Árligu framsýningarnar leygardagin
Kunngjørt verður fyri ætt, vinum og kenningum, at
kæri pápi, verpápi, abbi og langabbi okkara
Erling Michelsen
fyrrverandi telegrafistur
úr Havn
andaðist á Landssjúkrahúsinum týskvøldið 28. mars
75 ára gamal.
Bønarhald verður í Landssjúkrahúskapellinum
fríggjakvøldið 31 mars kl. 19.00
Jarðarferðin verður úr Kirkjugarðskapellinum
leygardagin 1. apríl kl. 13.00.
Familjunnar vegna
Johan og Eyð
Tey, ið ynskja at minnast Erling, kunnu lata eina gávu til Kristnastovu
á konto í peningastovnunum.
Niels Ole Lykke
koyrilærari
ættaður úr Skive, búsitandi í Kollafirði, andaðist
á landssjúkrahúsinum mánadagin 27. mars,
64 ára gamal.
Kistan fer úr landssjúkrahúskapellinum
fríggjadagin 31. mars kl. 17.30.
Jarðarferðin verður úr Kollafjarðar kirkju
leygardagin kl. 14.00.
Bente og Jari
Ístaðin fyri blómur ella krans kann peningagáva latast til Føroyskt
Cystisk Fibrosu felag, konto í peningastovnunum..
www.sosialurin.fo
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
og hjálpsemi, tá kæri maður mín, pápi, verpápi,
abbi og langabbi
Jónn Tórgið Hansen
Leirvík
ættaður úr Svínoy
doyði og varð jarðaður.
Hjartans tøkk til tykkum á Landssjúkrahúsinum,
prestarnar, Hera Tróndheim í kapellinum,
Marius Jacobsen og Regin Høgnesen í heiminum
fyri troystarrík orð.
Tøkk til Húsakórið fyri vakran sang,
og tey, ið hjálptu til í missiónshúsinum.
Tøkk til tey, sum vitjaðu hann til tað seinasta.
Tøkk til øll tykkum, sum á ymsan hátt hjálptu
til við jarðarferðina.
Tøkk fyri blómur, heilsanir og gávur.
Tøkk til tykkum mongu, sum fylgdu honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Hjartans tøkk øll somul.
Marna, Maria, Sofus, Joan, Julian, Vibeka
og Tove við familjum
Heilsan við Fil. 4. 6-7