Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2006síða 14

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 30. mars 2006 14 Tað sigur Dagmar Joensen, formaður í Framtasksgrunni Føroya, nú avtala er gjørd um at selja felagið Faroe Seafood Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Formaðurin í Framtaksgrunni Føroya, Dagmar Joensen, duldi ikki á tíðindafundinum í morgun fyri, at leiðslan í grunninum avgjørt er nøgd við fyriliggjandi avtalu um sølu. – Vit halda, at hetta avgjørt er besta boðið, vit hava fingið, meðan sølugongdin hevur verið, bæði í prísi og samanseting av keyparum. Hon heldur, at leiðslan í grunninum er komið til eina skilagóða avgerð saman við nýggju íleggjarunum. – Fyri Framtaksgrunnin er hetta avgjørt eisini besta úrslitið, vit kundu náa, legði hon aftrat. Somu fyritreytir Dagmar Joensen vísti á, at aðrir, sum hava ligið fram við at keypa P/F Faroe Seafood, júst hava havt somu fyritreytir, sum íleggjararnir, sum grunnurin nú hevur gjørt avtalu við. – Eisini í hesum førinum var upp á tal, at Framtaks– grunnurin kundi vera við sum minnilutaparteigari, sigur hon. Formaðurin í nevndini fyri Framtaksgrunnin sigur, at prísurin, sum grunnurin hesaferð fekk í boði og møguleikin við kapitalisering, gera, at hetta er ein skilagóður handil. – Meðan Framtaks– grunnurin hevði átt felagið, hava viðtøkurnar ikki loyvt, at grunnurin setti meira pening í felagið. Men vit hava fingið nýggjar íleggjarar, kann felagið styrkjast eftir ynski og tørvi, sigur hon. Vakstrarmøguleikar Dagmar Joensen vísir á, at P/F Faroe Seafood soleiðis hevur nógv størri møguleikar at veksa, enn felagið hevði áður. – Skuldafrí hevði fyri– tøkan í dag havt eitt virði upp á einar 250 mió krónur, sigur nevndarformaðurin. – Aðrir, sum hava ligið fram við at keypa P/F Faroe Seafood, hava júst havt somu fyritreytir, sum íleggjararnir, sum grunnurin nú hevur gjørt avtalu við, sigur Dagmar Joensen, nevndarformaður í Framtaksgrunni Føroya Mynd: Jens Kr. Vang Nú endalig avtala er gjørd um sølu av P/F Faroe Seafood, eigur Framtaksgrunnurin framvegis ein fittan part av felagnum, men ikki meirilutan. Í morgun var tíðindafundur um søluna Faroe Seafood Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í dag hava Framtaksgrunnur Føroya og ein bólkur av íleggjarum gjørt avtalu um keyp og sølu av P/F Faroe Seafood. Partarnir eru samdir um ein prís fyri samlaðu fyritøkuna upp á 112 mio krónur. Framtaksgrunnurin fer framvegis at eiga ein fittan part av felagnum, nevniliga 32,5%, og næst størsti íleggjarin er íløgufelagið Notio, sum kemur at eiga 28%. Íslendska dótturfelagið hjá tryggingarfelagið, VÍS, Traustfang hf., kemur at eiga 17% av partapeninginum. Aðrir íleggjarar er felagið, Sp/f 14, sum Poul Mohr og aðrir eiga og felagið, P/F Vinnan í Gøtu. Hesir partar verða ávikavist góð sløk 8% og eini 3%. Aftrat nevndu íleggjarum, kemur leiðslan í P/F Faroe Seafood at eiga stívliga 5% í felagnum. Veksandi virksemi Á tíðindafundi í morgun, varð greitt frá, at nýggju eigararnir ætla at veksa um virksemið hjá Faroe Seafood, serliga uttanfyri landoddarnar. – Felagið hevur í dag góðar vakstrarmøguleikar við framhaldandi at troyta tey virðir, sum eru vorðín støðið undir virkseminum. Fyri at fremja hesar vakstrarmøguleikar, er neyðugt við styrktum fíggjarligum grundstøði, men hesar møguleikar hevði Framtaksgrunnurin, sum einsamallur eigari, ikki. Viðtøkurnar hjá grunninum avmarkaðu nevniliga hesar møguleikar. Saman við nýggju eigarunum kann Framtaks- grunnur Føroya verða við til at menna felagið til eina meira heilskapaða fiski- vinnufyritøku – við einum betri og tryggari rakstrarligum og fíggjarligum støði. – Við hesum kann eisini núverandi ognarparturin hjá grunninum økjast í virði. Álit á leiðslu Í tíðindaskrivi, sum Framtaksgrunnurin legði fram á fundinum, verður sagt: – Tað hevur stóran týdning fyri framhaldandi áhugan hjá Framtaksgrunninum at vera parteigari – og eisini fyri nýggju partaeigararnar, at verandi leiðsla er partur av keypssamtakinum. Í skrivinum verður eisini sagt, at nýggju eigararnir hava sett sær sum mál at skráseta felagið á einum partabrævamarknaði skjótast gjørligt. Vinningur Dagmar Joensen, nevndar- formaður í Framtaksgrunni Føroya, kunnaði eisini um gongdina, síðan grunnurin fór upp í hetta vinnuvirksemi. – Síðan sølutilgongdin byrjaði, hevur Framtaks- grunnur Føroya fingið staðfest virðir í P/F Faroe Seafood upp á 132 mió krónur. Áður hevur grunnurin fingið 14,5 mió krónur í vinningsbýti frá upprunaligu feløgunum, P/F Føroya Fiskasølu og P/F Føroya Fiskavirking. Í tíðindaskrivinum verður víst á, at tilsamans er talan um 146,5 mió krónur, sum gevur Framtaksgrunni Føroya ein vinning higartil upp á upprunaligu íløgurnar svarandi til 36,5 mio krónur – umframt, at grunnurin framvegis er partaeigari í felagnum. Faroe Seafood selt fyri 112 mió krónur Fiskavirking á Tvøroyri. Framtaksgrunnur Føroya hevur nú gjørt avtalu við íleggjarar og leiðslu í felagnum um at selja P/F Faroe Seafood fyri 112 mió krónur Mynd: Vilmund Jacobsen Tíðindafundur var í morgun á høvuðsskrivstovuni hjá P/F Faroe Seafood í Havn, har kunnað varð um søluna Mynd: Jens Kr. Vang – Vit eru avgjørt nøgd við handilin