Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-30, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2006síða 15

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 30. mars 2006 15 Stjórin í Faroe Seafood, Meinhard Jacobsen, heldur, at vakstrar møguleikarnir hjá Faroe Seafood serliga liggja uttanfyri landoddarnar Faroe Seafood Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo – Vit hava onga avgerð tikið um nakra ”lukking”, ei heldur nakra ”upplating”. Soleiðis tók Meinhard Jacobsen, stjóri í Faroe Seafood til á tíðindafundi í morgun. – Vit hava í seinastuni gjørt nakrar bygnaðarbroytingar innan felagið, og vit fara at halda fram avið t laga felagið til nýggjar umstøður. Eingin kollvelting Meinhard Jacobsen sigur, at Faroe Seafood í dag er eitt sterkt felag við einum eginpeningi upp á 87 mió krónur. – Vit halda, at okkara vakstrarmøguleikar serliga liggja uttanfyri land- oddarnar, men talan verður í fyrstu atløgu ikki um nakra kollvelting. Hann vísir á, at felagið hevur eitt ávíst virksemi uttanlands, og tað er hetta virksemi, sum felagið fer at byggja víðari á. – Vit fara í fyrstu atløgu at leggja stein oman á stein og soleiðis menna okkara virksemi uttanfyri landoddarnar, men vit hava í løtuni ongar ætlanir um at byrja nakað kollveltandi nýtt, sigur Meinhard. Meira í spannina Hann sigur, at Faroe Seafood hevur størri vakstrar- møguleikar í dag, enn felagið hevði undir gamla eigaranum. – Nú hava aðrir íleggjarar møguleika at koma við í felagið og ein og hvør, sum heldur seg hava nakað at geva felagnum, er væl komin at ”melda” seg til, sum stjórin tekur til. Hann vísir á, at jú meira er í spannuni, jú betri er tað - og størri eru møguleikarnir fyri vøkstri. – Vit hava merkt okkum, at ávísur áhugi er fyri at gerast partaeigari í felagnum, sum í dag er eitt sunt og sterkt felag, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri í P/F Faroe Seafood. - Vit hava merkt okkum, at ávísur áhugi er fyri at gerast partaeigari í felagnum, sum í dag er eitt sunt og sterkt felag, sigur Meinhard Jacobsen, stjóri í P/F Faroe Seafood Mynd: Jens Kr. Vang –Tað loypti ein ávísan hvøkk á meg, at útlendskar fyritøkur hava so lítlan áhuga í at gera íløgur í Føroyum. Tær meta nevniliga, at vinnuligu politisku viðurskiftini í Føroyum eru óstøðug, sigur Dagmar Joensen Vinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Í sínum arbeiði at bjóða út og selja P/F Faroe Seafood høvdu teir, sum tóku sær av søluni fyri eigaran, samband við eini 56 feløg uttanlands. – Vit vendu okkum til hesi feløg, sum hugsandi kundu havt áhuga fyri Faroe Seafood, men eg vil siga, at afturmeldingarnar vóru ikki júst tær, vit væntaðu. Dagmar Joensen sigur, at tað rættiliga loypti hvøkk á hana, at útlendsku fyritøkurnar vístu føroyska felagnum so lítlan áhuga. Óstøðug viðurskifti –Vit fingu at vita, at áhugin fyri vinnuligum íløgum í Føroyum ikki er serliga stórur, tí mett verður ikki, at vinnupolitisku viðurskiftini her heima eru nóg støðug. Spurd, hvørji viðurskifti møguligir íleggjarar ikki eru tryggir við, sigur Dagmar. – Vit skiltu, at útlendsku feløgini halda, at arbeiðsmarknaðurin ikki er nóg støðugur, ei heldur vinnupolitisku karmarnir, sum alla tíðina broytast. Vit skiltu á nevndar- formanninum í Framtaks- grunni Føroya, at útlendsku feløgini halda vinnupolitisku viðurskiftini í Føroyum vera ov nógv upp til tilvildina. – Eitt vár geva politisku myndugleikarnir russum loyvi at keypa smáan upsa í Føroyum, men árið ber hetta ikki til. Dagmar Joensen sigur, at skulu vit fáa útlendingar at gera munandi íløgur í Føroyum, er neyðugt, at arbeitt verður meira langsiktað. – Jú, eg gjørdist skakk av at hoyra, hvat útlendingar halda um vinnupolitisku viðurskiftini í Føroyum, sigur hon. Útlendskt vinnulív Torir ikki at gera íløgur í Føroyum Meinhard Jacobsen, stjóri: Faroe Seafood er eitt sunt og sterkt felag - Eitt vár geva politisku myndugleikarnir russum loyvi at keypa smáan upsa í Føroyum, men árið ber hetta ikki til, sigur Dagmar Joensen Mynd: Vilmund Jacobsen Ta› er Kaupthing, sum hevur skipa› fyri keypinum – fyri keypararnar, me›an KPMG (Corporate Finance) hevur rá›givi› Framtaksgrunninum. Myndin er av stjóranum í Kaupthing Føroya, Petur Holm Mynd: Jens Kr. Vang