Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-30, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 64 - 30. mars 2006 Pálmasunnudag verða 20 ungfólk fermd í Christianskirkjuni í Klaksvík. Í løtuni ganga tey til prest. – Vit hava lært, hvat tað vil siga at trúgva á Gud og Jesus, sigur ein teirra, Valborg Evi Johannesen Konfirmatión Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Ein skuldi ikki trúð at 20 ungfólk vóru savn­ að saman í kjallaranum her í kirkjuni. 10 gentur og 10 dreingir saman plaga at kunna geva ljóð frá sær, tá tey skemta sær og hugna sær saman. Men í gjár – henda veður­ barda mikumorgunin - í Christianskirkjuni er tað so kvirt sum tað bara kann vera í eini kirkju. Her hoyrist ikki eitt ljóð uttari í forkirkjuni. Ljós er í sjálvari kirkjuni, so tey ungu og presturin er neyvan langt av leið. Men í kirkjuni eru tey ikki. Oman trappurnar ber nú leiðin, inn móti hølinum sum í dagligari talu verður nevnt kirkjukjallarin. Tað er helst her at tey eru. Uttanfyri dyrnar er kort­ini lítið sum bendir á, at hesi 18 klaksvíkingarnir, tann eini konfirmanturin úr Haraldsundi og hin av Kalsoynni eru savnað saman. Men tað er altso her at ein finnur tey øll, ið ferð við at fyrireika seg til stóra dagin – konfirmasjónsdagin 9. apríl. Tey hava gingið til prest nú í eina tíð, men nú fer at álvara at nærkast til Dagin við stóra D. Niels Pauli Danielsen er presturin sum tekur sær av hesi týdningarmiklu undir­ vísing, her tey at enda fáa høvið sjálvi at játta sína dópstrúgv. Inni í kirkjukjallaranum stendur ein genta uppi og sigur okkurt. Tá hurðin fer upp og umboðið fyri tíð­ indatænastuna trínur innar, er hon skjót at seta seg niðuraftur. Einki við at nakar fremm­ andur skal hoyra tað, sum hon er í ferð við at bera fram! Hin funna rósan Henda mikumorgunin møttu tey øll í Christianskirkjuni kl. 9. Í dag er hugaligt at sleppa inn í heita kirkjukjallarin, tí tað er als ikki uttanduraveður í dag. Regnið oysir niður, hvirl­ urnar fara ýlandi millum hús­ ini og tað eru bert eini fýra stig. Og kavi er í fjøllunum. Her inni í kirkjukjallaranum eru borðini sett upp til undirvísingina. Tvey long borð har tey sita. Um tað er av tilvild ella tilvitað, er ilt at meta um. Í øllum førum minnir plaseringin ikki sørt um viðurskiftini í eini synagogu: Genturnar sita so fittar við sítt borð og dreingirnir eins fittir við sítt borð. Frammanfyri tey stendur prestur við eini sálmabók í hondini. Bókin er blaðað fram á sálmin nr. 130: “Hin væntasta rósan er funnin”. Í sálmabókini stendur hann saman við øðrum jóla­ sálmum. Men hetta er kortini ein álvarsamu sálmur um at finna ta einastu einu rósuna – Kristus-rósuna – sum ikki følnar ella litferst, hvørki hesumegin ella hinumegin grøvina. Tey hava havt henda sálm­ in fyri í eina tíð. Nú skal prestur vita, um hesi ungu munnu minnast versini uttanat. Nææa ella naaga Hetta við at siga fram ørind­ ini gongur eftir tørni. – Ja, hvar komu vit? Hvør eigur nú? Var tað tú Rasmus?! – Nei, svarar Rasmus. – Eg havi akkurát verið! – Nå, men so var tað kanska ein av gentunum, meðni! – Ja, svara nakrir av dreingjunum samsintir. – So má tað verða onkur av gentunum. OK, lat meg hoyra teg, sigur prestur og peikar móti einari av gentunum. Gentan fer á føtur, og uttan trupulleikar ber hon fram áttanda og seinasta ørindið í sálminum: ”Lat verøld meg háða og aga, lat tornarnar stinga og naga, lat lakið tey yvir meg breiða, eg rósuna altíð vil eiga”. Hon steðgar líka á við tað eina orðið, sum ikki var so lætt at úttala – naga. Skal tað úttalast “nææa” ella “naaga”. Hon steðgar á tvey sekund og byrjar so aftur á somu reglu. Hesaferð var eingin trupulleiki. Tað ljóðar nú, sum tá prestur messar – reint, hart, væl skiljandi og sannførandi! Pizza á skránni Ein av teimum 10 gentunum í konfirmanta-liðinum er Val­ borg Evi Johannesen. Hon hevur gingið til sam­an við hinum 19 kon­ firmantunum fimm ferðir um vikuna – allar dagar uttan leygardag og sunnudag. Hesa vikuna eru tey møtt fyrrapartin, og hava so gingið til út ímóti døgurða. Tað Konfirmantarnir funnu Konfirmantur: – Vit hava lært sera nógv hesa tíðina, sigur ein av mannligu kon­ firmantunum, hin 14 ára gamli Leif Heimistovu Johannesen. Tey hava m.a. lært fleiri sálmar og hava hoyrt nógv um Jesus, Bíbliuna og hava eisini lisið onkrar av Sálmunum hjá Dávidi í Gamla Testamenti. – Hetta hevur eisini verið sera áhugavert. Tí Dávid var ein kongur eftir Guds hjarta, sigur Leif. Klokkan fer nú at nærkast hálvgum ellivu. Nú mugu tey aftur til skúlaborðið, tí um hálvan tíma stendur pizza á skránni. – Sera áhugavert Tey hava gingið til nú í slakar tvær vikur. Um eina góða viku er tað álvari – tá verða tey konfirmerað í Christianskirkjuni av Niels Paula Danielsen, presti. Millum konfirmantarnar er ein abbasonur hansara Mynd: Snorri Brend