Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-30, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 30. mars 2006 17 hina vænastu rósuna Teir 20 konfir­ mantarnir Pálmasunnudag verða hesir 10 dreingirnir og 10 genturnar fermd í Christi­anskirkjuni. Anni Absalonsen Valborg Evi Johannesen Elsebeth Arge Ellingsgaard Laura Bertholdsen Maud Drayton Karola Lydersen Terja Ósá Sofía Lind Rasmussen Sofía Purkhús Kristina Elsuba á Høvdanum Ivan Joensen Leif Heimustovu Johannesen Ragnar Bjartalíð Danielsen Bárður í Bø Andri Hansen Rasmus Steintórsson Teitur Hansen Karl Høgnesen Bárður Hansen Eivindur Eyðunsson gjørdu teir eisini í gjár, tá vit vitjaðu í Christianskirkjuni. Í gjár skuldu tey verða liðug við undirvísingina kl. 11, tí tá skuldu tey eta saman. Og tá talan er um tannáringar, so visti prestur hvat teimum dámar væl. Á matskránni stóð tí – ikki óvæntað – pizza. Um vikuskiftið er ætlanin at tey skulu fara á legu saman norðuri í Gjógv. Har skulu tey yvirnátta eina nátt. Góður sálmur Hóast Valborg ikki er liðug at ganga til prest, so hevur hon longu skilt nógv av tí, sum konfirmatiónin er. Tey hava lært, at konfirmatiónin merkir at siga ja til dópin. Fyri hana er eingin ivi um, at undirvísingin hevur verið sera áhugaverd, og at prestur hevur dugað væl at greitt teimum frá øllum tí, sum hoyrir til konfirmatiónina. – Vit hava lært nógv um Gud og um Jesus, og um fleiri av persónunum ein kann lesa um í Bíbliuni. – Og so hava vit eisini hava fleiri av sálmunum í sálmabókini. Her dámdi mær serliga væl tann seinasta sálmin, vit hava lært – Hin vænasta rósan. Eg haldi, at hann var nokkso góður, sigur Valborg. Tað var eisini hesin sálm­ urin, sum tey høvdu fyri hesa løtuna, vit vitjaðu í kirkjuni. Hvat trúgvin er Valborg gleðir seg til kon­ firmatiónsdagin um eina góða viku. Hon væntar nógv fólk, bæði úr Norðoyggjum og úr Suðuroynni, hagani hon er ættað. Men Valborg er eisini greið yvir tann týdningin sum játtanin í sambandi við sjálva konfirmatiónina hevur – og fer at hava fyri hana. – Eg havi lært, hvat tað vil siga at trúgva á Gud og Jesus, sigur hon. Og tað er ikki so lítið! Valborg Evi Johannesen og Leif Heimistovu Johannesen hava bæði lært nógv í undirvísingini Tey hava sálmaørindi fyri – Hin vænasta rósan er funnin. Væl liggur fyri at læra uttanat – og at frambera tað hart, væl skiljandi og sannførandi