hósdagur 30. mars 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 64 - 30. mars 2006
Alt, ið andadrátt
hevur, lovi Harranum
– Halleluja
Konsertummæli
Victor Carlsen
Havi valt hesa yvirskrift
fyri at lýsa ta uppliving
eg fekk, leygarkvøldið í
Mentanarhúsinum í Fugla
firði, har árliga HMU-kon
sertin varð hildin við trimum
innsløgum á skránni. At
Heimamissiónin hevur gott
í væntu á sangliga økinum,
var týðuligt at hoyra, tí heilt
frá fyrstu løtu og til endan
nærum tríggjar tímar seinni,
var sangur og tónleikur á
sera høgum støði at hoyra.
Vit gleðast øll saman við
tykkum og ynskja, at Harrin
skal signa verk tykkara.
Tað var við einum sindri
av spenningi, eg legði leið
ina norður til Fuglafirðar
til árligu HMU-konsertina,
har lýst var við bólkunum
“Abide” og “Proclaim”,
og so ungdómskórinum
“VOX”.
Má siga sum er, at mínar
konsertluttøkur hava ikki
verið av teimum heilt mongu
seinastu tíðina, og av tí sama
eri eg kanska komin eitt
sindur afturúr í uppfylging
á hesum øki, hóast eg sjálvur
á sinni var við til at skapa
fyribrigdið “gospelkonsert”
í Føroyum.
Nógv vatn er runnið á
áunum síðani 1975, og
gleðiligt var at hoyra, at tað,
sum fyri meg og okkum, ið
tá byrjaðu varliga, og sum
hildið var at vera “alt ov
vilt”, í dag er so vanligt, at
tað vildi verið óhugsandi
at
gjøgnumført
eina
gospelkonsert á so høgum
sangligum og tónleikaligum
støði. Havi altíð sagt, at eitt
er at framføra, men tann, ið
framførir andaligan sang og
tónleik, hevur eina enn størri
ábyrgd, tí har skal eisini ein
boðskapur takast við, sum
skal berast út til lurtaran,
sum vónandi kemur at sita
við onkrum eftir, ið kann
skapa lív, frið og gleði.
Hetta eydnaðist tó til
fulnar hetta leygarkvøldið
í Mentanarhúsinum. Byrjað
var við bøn, og so kom
fyrsti, nýstovnaði bólkurin
úr Vágum, kallaður “Abide”
á pallin. Seks ungir menn,
ið mynda henda bólkin við
ljóðførum sum keyboard,
trummur, bass og 2 guitarar,
og sang. Teir framførdu 5
ymisk løg, sum teir komu
heilt væl frá. Livandi og
gevandi, tí fjøldin tók veru
liga sangin til sín og livdi
væl við. Upprættar hendur,
sangluttøka og annað, ið
gjørdi, at teir, ið góvu frá
sær, ivaleyst kendu, at boð
skapurin kom á rætt pláss.
Vil siga, at sangliga og
tónleikaliga vantar eitt sindur
her at at fáa uppá pláss, tí
til tíðir var ein ótryggleiki
at hóma, nakrir falskir tón
ar, men samanumtikið, alt
nakað, ið kann fáast uppá
pláss, jú meira venjing kem
ur í og tann rætta kemiin
millum persónarnar verður
fingin uppá pláss. Tað verð
ur spennandi at frætta um
eitt ár ella so, hvussu væl
hesir menn fara at mennast.
Haldið endiliga á dreingir!
Eftir ein stuttan steðg við
einum sjónbandalagi, sum
var upptikið í Nesvík til
seinastu LUS-stevnu, var nú
kórið “VOX”, undir leiðslu
av Ásbirni Berthelsen komið
uppá pallin. Kórið hevur
longu nú nøkur ár á baki, og
tað hoyrist týðuliga, at her
er nógv mennig farin fram.
Ásbjørn er ein góð drívmegi
fyri kórið, og skal hann
eiga alla æru fyri, at so væl
er komið burturúr, at heilt
frægir solistar kunnu geva
sangunum tann rætta dámin.
Onkunstaðni haltar her enn
eitt lítið sindur á tí sangliga
økinum, men drívið bara á,
tað skal nokk koma, sum frá
líður. Tað kann sýnast sum
eri eg nakað ov strangur í
míni døming, men rætt skal
vera rætt kortini.
Sangúrvalið var gott og
boðskapurin týðuligur, um
at virka fyri Harran, meðan
tíðin er til tað, og at nýta
tey evni og møguleikar,
vit hava, tí tíðin er stutt at
virka í, og heimurin liggur
í tí ónda, sum sungið varð
um. Væl ljóðaði eisini, tá
vit í salinum fingu loyvi
at syngja við við trimum
røddum í tí síðsta sanginum
”Shackles”, ið talar um at
vit fáa loyst leinkjurnar av,
ið binda okkum, so vit fáa
prísað, lovað og ærað Harra
okkara við øllum tí, vit hava
í okkum. Harrin er alt hetta
verdur!
Meðan kórið riggaði av
og gjørt var klárt til næsta
bólkin, var stutt andakt hildin,
har nomið var við týdningin
av at verða frelstur við trúgv,
men eisini týdningin av at
liva lív okkara samsvarandi
hesum, so ikki alt bara er
tilvild, men ærliga meint, og
at vit liva lív okkara virðiliga
fyri Harra okkara, ta tíð vit
hava at virka fyri Hann.
Bólkurin “Proclaim” var
tann síðsti á pallin, og má
eg siga sum er, at eg var stór
liga bilsin av hesum ungu
monnum, sum hava ment seg
so skjótt og so væl uppá bara
eitt ár. Eg finni ikki nóg nógv
og nóg talandi lýsingarorð,
ið kunnu siga frá tí kenslu,
eg sat við, meðan teir fram
førdu. Alt var ein stór sam
eining av sanggleði og tón
leikakynstri, ið var við til at
geva framførsluni dámin av,
at her ráddi um ungar menn,
ið veruliga vildu nakað við
tí, teir gera.
Teir standa sjálvir fyri tí
mesta, teir spæla og syngja.
Orðini vóru sera góð og
boðskapurin týðuligur, at
neyðugt er at venda við
og liva lívið fyri Kristus.
Eitt er, tá allir spæla, men
lagið, sum Regin Guttesen
hevði skrivað og Bárður og
klaverleikarin framførdu,
setti veruliga ein dám á,
so eg sjálvur var nærum
við at smelta. Ein so ungur
tónleikari og so framúr góð
ur. Harrin signi teg fram
haldandi at virka fyri Hann.
Sangurin var reinur, klárur
og talandi.
Tað var nokk ringt at
enda hesa framførsluna, tí
lurtaranir vildu bara hava
meir og meir, so tað til
síðst nærum “kókaði” niðri
í salinum. Eitt rungandi
“Halleluja”, “Praise the
Lord”, upplyftar hendur og
dansur gjørdu tað so, at ringt
var slíta við lurtafjøldina,
ið var sera livandi og við.
Verandi Hvítusunnuvinur
alt mítt lív, kendi eg meg
eitt sindur “ævindsjúkan”,
tí hetta var faktisk nógv
meir, enn eg sjálvur havi
verið vanur við. Ja, mangt
umbroytist á mansins ævi,
tað má eg siga.
Eg kann bara taka saman
um og ynskja tykkum øllum
hjartaliga til lukku við hesi
megnar konsert. Eg síggi
fyri mær eitt uppvaksandi
ættarlið, sum veruliga fer
at seta spor eftir seg á hes
um øki. At tit hava eitt sam
komuumhvørvi aftanfyri
tykkum, ið er við til at
stuðla, ger, at trivnaðurin og
hugurin til verkið stimbrast.
Haldið á og mennist enn
meira. At sangskeið, sang
dagar barnanna og Lands
ungdómsstevnur hava givið
úrslit, tað bæði sæst og hoyr
ist. Eg ynski tykkum tí øllum
Guds ríku signing. Takk fyri
eitt gott og gevandi kvøld.
Eg fór glaður og ríkari heim
hesa náttina.
HMU-konsettin 2006
Heimamissiónin hevur gott í væntu á sangliga økinum, skrivar Victor Carlsen í konsertummæli