Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-30, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2006síða 19

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 • hósdagur • 30. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Tað sær nú út til at kendi sportbilurin frá 60-unum, Lamborghini Miura, fer at koma aftur til lívs í einum nútímans sportbili við designi sum líkst heilt nógv tí gamla, sum er vorðin eitt samlaraobjekt Bilar Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Seinastu árini eru nógvir av bilunum, ið eru vorðnir klassikarar, vaktir aftur til lívs í nýggjum hami sum vit hava sæð tað við t.d. Mini, VW New Beetle, og Ford Mustang. Talan er um nútímans bilar við designi, sum líkst teimum gomlu klass­ikarunum bæði uttan og innan. Ein av hesum er kon­sept­ bilurin Lamborghini Miura Konseptet. Hesin er ein ein­ falt retro-inspireraður kon­ septbilur av einum av mest kendu og virdu sportbilunum Lamborghini Miura, sum fyrstu ferð kom á marknaðin fyri 40 árum síðan, í 1966, og var gjørdur fram til 1973. Motorurin var ein 3,9 litur V12. Hesin nýggi Miura kon­sept­ bilurin er teknaður av kenda italska bildesignaranum Walt­er de Silva, sum er designstjóri hjá Audi-group undir VW-konsernini, har hann teknar bilar sum Audi, Seat og Lamborghini. Lamborghini Miura Kon­ cept verður sýndur fram á North American Inter­natio­ nal Auto Show í Detroit. Lamborghini Miura: Konseptbilur við designi frá 60-unum Hetta er bilurin sum konseptbilurin er gjørdur eftir, Lamborghini Miura, sum fyrstu ferð kom á marknaðin í 1966, og var gjørdur fram til 1973. Motorurin var ein 3,9 litur V12 Lamborghini Miura Konceptet er gjørdur eftir Lamborghini Miura frá 1966. Teir hava nógv til felags Aftan líkjast teir heilt nógv, sjálvt persiennirnar á bakrútinum eru komnar við Framman við lyktum sum liggja oman á skermunum. Á tí gamla reistu lyktirnar seg upp, tá tær vórðu tendraðar ELLISAKFAR TIL SØLU Volvo 144. 4 hurðar (grønur). Bilurin er skrásettur fyrstu ferð í 1971. Hevur bert havt tveir eigarar. Áhugaði eru vælkomin at venda sær til. Tel. 213727