Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-30, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 64 - 30. mars 2006 UTTAN ÚR HEIMI Iran skal gevast við sínum kjarnorku­ virksemi innan ein mánað, men Russland og Kina eru ímóti at brúka hermegi fyri at noyða landið at akta boðini Iran Árni Joensen fartekst@mail.dk Eftir drúgvar samráðingar hevur trygdarráðið hjá ST sam­tykt at áleggja Iran at steðga sínum kjarnorku­ virksemi innan 30 dagar. Samtyktin er ein neyðsemja. USA og Bretland vóru fyri at hótta Iran við revsitiltøkum, men tá Russland og Kina ikki vildu taka undir við tí, samdust londini um eina neyðloysn. Iranska stjórnin svaraði alt fyri eitt, at hon fer ikki at slaka fyri trýsti frá ST ella øðrum, og at landið fer at halda fram við kjarnorkuverkætlanini. Samstundis endurtók stjórnin í Teheran, at kjarnorkan skal einans nýtast til at nøkta tann stóra orkutørvin í land­ inum, og at Iran hevur ongar ætlanir um at útvega sær kjarn­orkuvápn. Amerikanska stjórnin hev­ ur fleiri ferðir hótt við at brúka hermegi fyri at noyða Iran at slaka, men russiski uttanríkisráðharrin, Sergei Lavrov, segði í gjár, at hvørki Russland ella Kina fara at góðtaka eina slíka loysn. Russiska stjórnin hevur roynt at fáa Iran at góðtaka, at Russland skal ríka uran fyri iranar, men hóast USA var sinnað at góðtaka eina slíka loysn, vildi Iran ikki taka av. Iranski stjórnartalsmaðurin segði í gjár, at iranar vilja sleppa at ríka uranið sjálvir, tí einki land kann dúva uppá, at ein so týðandi partur av kjarnorkuni skal koma uttan­ eftir. Í morgun hittust uttanríkis­ ráðharrarnir úr Týsklandi, Fraklandi, Bretlandi og USA í Berlin, har teir skuldu viðgera støðuna saman við uttanríkispolitiska sam­skip­ aranum hjá ES, Javier Solana, og leiðaranum á altjóða kjarn­ orkueftirlitinum, Mo­ham­ med ElBaradei. Í tí oljuríka Dubai eru menn í ferð við at byggja eini hús, sum verða umleið 800 metrar høg Bygging Árni Joensen fartekst@mail.dk Teir ovurríku emirarnir í Dubai skulu brúka einar 300.000 rúmmetrar av betong til húsini, sum hava fingið navnið Burj Dubai. Meiri enn 2.000 handverkarar og arbeiðsmenn byggja hús­ini, og sum er hækka tey eina hædd um dagin. Í gjár vóru teir komnir upp á 37. hædd. Men enn er langt á mál, tí emirarnir hava gjørt av, at Burj Dubai skal vera heimsins hægsti bygningur. Sambært tekningunum verð­ ur hann umleið 800 metrar høgur og tískil einar 300 metrar hægri enn Taipei 101 í Taiwan, sum eigur metið í løtuni. Men tað verður ikki tann vanligi Dubai-búgvin, sum fer at hava sína dagligu gongd í Burj Dubai. Í bygninginum verða 152 marglætisíbúðir og eitt gistingarhús, sum einki annað í heiminum kann máta seg við. Harumframt verða fleiri handlar og ymisk venjingar- og frítíðartilboð. Burj Dubai er bara ein partur av einari størri byggi­ætlan, tí rundan um bygn­ingin ætla emirarnir at byggja 30.000 íbúðir, sum eru mettar at kosta einar 20 milli­ardir dollarar. Av sjónum í oyðimørkina 50 norðmenn, sum hava ar­beitt á oljupallum á norska landgrunninum í fleiri ár, arbeiða nú undir heilt øðrum umstøðum. Teir hava gjørt av at taka av einum tilboði um at ar­beiða í oljuvinnuni í algerisku oyðimørkini. Oljumenninir siga við Aftenposten, at tað er munur á arbeiðsviðurskiftum. Í oyði­mørkini liggur hitin oman fyri 50 stig um summ­ arið, og um kvøldið fer hann neyvan niður um 30 stig. Hinvegin eru teir ikki slopnir undan vind­in­um, men ístaðin fyri regn og kavarok hava teir nú sand­ storm­arnar at stríðast við. Teir kunnu gera líka nógv um seg sum stormarnar í Norðsjónum, og tí hendir tað av og á, at heimferðin má útsetast orsakað av sand­stormi. Teir 50 menninir arbeiða hjá Statoil, og teir dylja ikki fyri, at tað er fyri ein stóran part lønin, sum hev­ ur fingið teir at fara til Afrika, tí har fáa teir tvær ferðir so nógv burturúr. Statoil hevur gjørt stórar íløgur í Algeria saman við bretska BP og algeriska oljufelagnum Sonatrach. Kann enda í fongsli Myndugleikarnir í Hvíta­ russlandi kunngjørdu í gjár­kvøldið, at teir hava gjørt av at ákæra andstøðu­ politikaran Alexander Kozulin fyri tað, teir kalla beistagerðir. Verður hann dømdur sekur, kann hann fáa upp í seks ára fongsul. Alexander Kozulin varð handtikin í høvuðsstaðnum Minsk í síðstu viku, tá hann mótmælti úrslitinum av forsetavalinum. Ein ann­ar andstøðupolitikari, Alexander Milinkevitch, bleiv eisini tikin, men hann er ákærdur eftir einari linari lógargrein og kann fáa 15 daga fongsul, skrivar AP. Andstøðan í Hvíta­russ­ landi vil ikki viðurkenna úrslitið av forsetavalinum. ES og USA hava eisini mót­mælt valinum og hava gjørt av at seta ymisk tiltøk í verk ímóti 47 leiðarum í stýrinum hjá Aleksander Lukasjenko, forseta. Avbyrging má halda uppat Forsetin í Egyptalandi, Hosni Mubarak, vil hava ísraelsku myndugleikarnar at gevast við at avbyrgja tey palestinsku økini Gaza og Vestara Áarbakka. Í samrøðu við vikublaðið Al-Mussawar sigur Muba­ rak, at Ísrael fær einki burt­ ur úr við at nýta harð­skap ímóti palestinum, tí treytin fyri friði er, at part­arnir virða hvør annan, sig­ur hann. Sjálvur ætlar hann sær at seta seg í samband við ta næstu ísraelsku stjórn­­ina, so skjótt hon er skip­að, og tá fer hann at mæla Ísrael til at taka friðar­ samráðingarnar uppaftur beinanvegin. – Tann palestinska Ham­as-stjórnin má eisini gera sítt. Eitt nú skal hon viðurkenna allar avtalur, sum higartil eru gjørdar við Ísrael, men eg haldi, at vit mugu geva stjórnini stundir til at fáa fótin fyri seg fyrst, sigur egyptiski forsetin. Valdi skeivan flogvøll Ein flogskipari hjá flog­ fe­lag­num Ryanair var so óheppin at seta flogfar sítt á skeivan flogvøll í gjár. Flogfarið var á veg úr Liverpool til Londonderry í Norðurírlandi við 39 ferðafólkum, men ístaðin fyri at lenda á Derry-flog­ vøllinum valdi flogskiparin at seta flogfarið á ein hernað­ ar­flogvøll í Ballykelly fimm kilometrar longri vest­uri. Ein talsmaður hjá Ryan­air segði í gjár, at eftirlitstornið á Derry-flogvøllinum gav flogskiparanum lendingar­ loyvi, men at flogskiparin helt hernaðarflogvøllin vera Derry-flogvøllin. Nú skal málið kannast. Iran fingið 30 daga freist Byggja heimsins hægstu hús Týski samveldiskanslarin, Angela Merkel, og stjórin í altjóða kjarnorkueftirlitinum, Mohammed ElBaradei, tosa um Iran undan fundinum í Berlin í morgun Mynd: Reuters Myndugleikarnir í Kekkia hava flutt umleið 10.000 fólk burtur úr býnum Znoj­ mo nærhendis eysturríkska mark­inum, tí teir bera ótta fyri, at áhaldandi regn fer at elva til vatnflóð. Tað hevur regnað illa nógvastaðni í Kekkia teir seinastu dagarnar, og tá kavin í fjøllunum sam­ stundis er farin at bráðna, eru áir­nar vaksnar so nógv, at mynd­ugleikarnir hava ávarað fólk ímóti vatn­­flóð. Eisini í høvuðsstaðnum Prag stúra tey fyri vatnflóð, og í gjár fóru bjargingarlið undir at leggja sandsekkir fram við tjóðatleikhúsinum og øðrum søguligum bygn­ ing­um. Tey hava ikki gloymt vatnflóðina í 2002, sum legði stórar partar av tí søguliga býnum undir. 10.000 flutt burtur undan regni