hósdagur 30. mars 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Joan M. Djordjevic, Stjørnan:
– Verjan var knasandi
Nr. 64 • hósdagur • 30. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
Ein av mongu Stjørnuleik
arunum, sum í gjár vann
enn eitt gullmerki, er Joan
Midjord Djordjevic. Hon
var sjálvsagt ógvuliga fegin
um, at tað eydnaðist Stjørn
uni aftur at vinna føroya
meistaraheitið.
– Eg haldi, at vit vóru meiri
klárar til sjálva uppgávuna.
Vit vóru uppsettar frá fyrsta
bríksli, hóast tað gekk eitt
sindur striltið við at koma
ígongd. Soleiðis er tað tó
ofta, tá ið man spælir slík
ar dystir, at man hevur eitt
sindur av nervum, tá ið dyst
urin byrjar, segði Joan eftir
dystin.
Sjálvt helt Joan M. Djor
djevic, at dysturin var merkt
ur av tveimum sera væl
virkandi verjum og tveir
serstakliga vælspælandi
málverjum.
– Neistaverjan var góð,
og vit høvdu stórar trupul
leikar við at spæla okkum
ígjøgnum í fyrra hálvleiki,
og Manuela stóð eisini
stak væl í málinum hjá
Neistanum. Hinvegin haldi
eg, at verjan hjá okkum
var knasandi allan dystin,
og ikki minst stóð Agne
í málinum ein branddyst,
segði spælskiparin hjá Stjørn
uni eftir dystin.
Eftir at tað í steðginum
hevði verið ógvuliga javnt,
dró Stjørnan frá Neistanum,
og hóast klaksvíkskvinnur
næstan ikki skiftu út, bilaði
tað ikki við orkuni.
– Vit høvdu ikki brúk
fyri hvíldini. Tá ið tú liggur
omaná, sum vit gjørdu í
seinna hálvleiki, fært tú eyka
orku, og tí fingu vit spælt
við fullari orku allan dystin,
segði Joan.
Spælskiparin hjá Stjørn
uni hevur verið við í nøkur
ár nú og vunnið nógv, og hug
urin at spæla er framvegis
sera góður.
– Vit eru ein stamma, ið
hevur verið við leingi, og
eg haldi, at tað hevur sera
stóran týdning við hesari
stammuni. So leingi sum tú
vinnur, er hugurin at spæla
eisini sera góður, so vit
verða klárar aftur komandi
kappingarár, segði Joan M.
Djordjevic eftir dystin.
Sjálv visti Joan ikki, hvat
fór at henda í Klaksvík, tá
ið Stjørnan kom heim aftur
við gullinum, men hon ivað
ist tó ikki í, at okkurt fór at
verða gjørt.
Hjálparvenjarin hjá Stjørn
uni, Jógvan Leivur Nolsøe,
var ein ógvuliga fegin mað
ur eftir finalusigurin hjá
Stjørnuni mikukvøldið, og
hann ivaðist ikki í, at tað
var eitt liðavrik, ið syrgdi
fyri, at gullið nú kom aftur
til Klaksvíkar.
– Hetta var ein dystur,
har allar arbeiddu hart
fyri sakini, so talan var
um eitt satt liðavrik. Eg
haldi, at verjurnar hjá báð
um liðunum vóru serstak
liga góðar, og ikki minst
málverjarnir. Tað vóru
bestu málverjarnir í land
inum, sum spældu í dag.
Fyri nøkrum árum síðani
var Manuela hjá Neist
anum tann besti, men eg
haldi, at okkara Agne nú
hevur yvirhálað hana, og
báðar vístu sínar dygdir í
dag, segði Jógvan Leivur
eftir dystin.
Jógvan Leivur helt, at ein
avgerandi munur millum
liðini bæði, eru royndir, ið
ein stórur partur av liðnum
hjá Stjørnuni hevur.
– Okkara eru ógvuliga
royndar, og tað hevur
nógv at siga. Neistin hevur
kanska ein breiðari hóp
enn vit, men eg haldi, at
okkara lið er sterkari, og tí
er tað eisini uppiborið, at
vit vunnu meistaraheitið í
dag, segði hjálparvenjarin
hjá Stjørnuni.
Jógvan L. Nolsøe, Stjørnan:
– Eitt liðavrik
Tað vóru nakrar skuffaðar
neistagentur, sum sótu eitt
sindur fyri seg sjálvan, eftir
at triði og seinasti finalu
dysturin móti Stjørnuni var
leiktur, og gullið var glopp
ið teimum av hondum. Ein
teirra, Ása á Neystabø,
segði soleiðis eftir dystin:
– Eg haldi, at munurin
á liðunum báðum í dag er,
at tær fáa meginpartin av
sínum skotum inn, meðan
vit ikki fáa. Vit raktu rættu
liga ofta stengurnar, og tær
vóru eitt sindur neyvari enn
vit, segði Ása á Neystabø.
Hon iðraði seg tí um, at tá ið
nú Neistaverjan riggaði so
mikið væl, sum hon gjørdi
í seinasta finaludystinum,
at tað ikki gekk betur í
álopspartinum.
– Eg má viðganga, at eg
eri ómetaliga vónbrotin nú.
Vit hava havt takið á teim
um seinastu dystirnar, og
eg haldi eisini, at vit hava
eitt betur lið enn tær við
einum breiðari hópi, segði
Ása eftir dystin.
Í mun til teir báðar undan
farnu finaludystirnar hevði
Neistin ikki Biritu Wardum
við á liðnum hesaferð, tí
henni barst undan at koma
heim úr Danmark. Ása á
Neystabø helt tó ikki, at
saknurin var so eyðsýndur,
sum man kanska hevði
væntað.
– Sjálvandi saknaðu vit
Biritu, men eg haldi ikki, at
tað var tað, ið gjørdi munin.
Birita er fyrst og fremst álit
ið í verjuni hjá okkum, og
verjan hjá okkum koyrdi
knasandi væl í dag. Tað
var álopið, ið sveik, segði
Ása.
Unga Neistakvinnan legg
ur tó dent á, at kappingarárið
í ár hevur verið serstakliga
gott hjá Neistanum. Hon
sigur, at ikki minst hevur
samanhaldið á liðnum ver
ið ómetaliga gott, og hon
ivast ikki í, at tær koma
sterkt aftur komandi kapp
ingarár.
tn
Ása á Neystabø, Neistin:
– Ótrúliga
vónbrotin
Joan M. Djordjevic
Jógvan L. Nolsøe
Ása á Neystabø