hósdagur 30. mars 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 64 - 30. mars 2006
Eftir eitt ára fráveru
hava gyltu kvinn
urnar úr Stjørnuni
aftur ognað sær
gullið í Sunset-
kappingini. Hetta
gjørdist veruleiki
mikukvøldið, tá
ið Stjørnan vann
seinasta og altav
gerandi finaludystin
móti Neistanum í
høllini á Hálsi
Gulldystur
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Rammurnar vóru tær røttu til
ein finaludyst, tá ið Neistin
og Stjørnan brustu saman í
høllini á Hálsi mikukvøldið.
Hóast veðrið ikki var av tí
besta, var høllin stúgvandi
full, og tað vóru ikki bara
neistafólk, ið vóru komin til
dyst. Nógvir klaksvíkingar
høvdu strítt seg um Leir
víksfjørð, og millum áskoð
ararnar sóust eisini nógvir
hondbóltsspælarar og onnur
áhugað úr øllum landinum.
Áskoðararnir høvdu býtt
seg soleiðis, at fjeppararnir
hjá Stjørnuni sótu í sunnara
enda av høllini, meðan
neistafólkini sótu í norðara
endanum, har tey vanliga
halda til.
Verjurnar vóru
sum múrar
Neistaliðið var eitt sindur
skert undan seinasta finalu
dystinum, tí Birita Ward
um, ið er komin heim úr
Danmark til hinar báðar
finalurnar, ikki var tøk
hesaferð. Hon hevur ikki
minst verið álitið í verjuni
hjá Neistanum, og tí vóru
tað kanska fleiri neistafólk,
ið stúrdu fyri, hvussu verj
an hjá havnarliðnum fór at
standa seg. Tey, sum framm
anundan stúrdu, vóru tó
skjótt sannførd um, at verjan
ikki var viknað. Neistaverjan
var sum ein múrur frá byrjan,
og tær fáu ferðir, ið Stjørnan
kom til eina skotroynd, stóð
Manuela í málinum fyri.
Manglandi eydnan við at
finna vegin til meskarnar
byrjaði eisini at síggjast aft
ur á leikarunum hjá Stjørn
uni, ið gjørdust ikki sørt
fjáltursstungnar.
At trupulleikarnir við
álopsspælinum hjá Stjørnuni
í byrjanini av dystinum ikki
fingu størri avleiðingar,
komst fyrst og fremst av,
at verjan hjá kvinnunum úr
Klaksvík stóð seg minst líka
væl sum tann hjá Neistan
um. Verjuspælið hjá báðum
pørtum var kontant uttan
at verða ófantaligt, og tað
var sjón fyri søgn, at báðir
partar stríddust fyri hvørjum
einasta bólti. Neistin spældi
seg kanska til eitt sindur
fleiri møguleikar, men Agne
í málinum hjá Stjørnuni
hevði ein av sínum allarbestu
døgum, og tá er trupult at fáa
bóltin framvið henni.
Stirvið álopsspæl
Neistin legði seg á odda 1-
0, tá ið einir fýra minuttir
vóru leiktir, og næsta málið í
dystinum kom ikki, fyrr enn
góðir 13 minuttir vóru leiktir
av dystinum, tá ið Joan M.
Djordjevic hjá Stjørnuni
javnaði til 1-1.
Tað gekk ógvuliga striltið
hjá báðum pørtum at fáa
bóltin í netið, og so hvørt sum
fyrri hálvleikur leið, merkti
hetta eisini álopsspælið hjá
báðum liðum. Spælið gjørd
ist stirvið, og tað tóktist
eisini sum um, at fleiri av
leikarunum á báðum liðum
hildu seg aftur við at skjóta
upp á mál. Stjørnan fótaði
sær tó eitt sindur skjótari enn
Neistin, og tær fingu eisini
lagt seg eitt sindur fram um
Neistan við trimum málum
á rað, soleiðis at tær løgdu
seg á odda 5-2. Neistin gav
tó ikki skarvin yvir, og tær
stríddust fyri ikki at missa
sambandið við Stjørnuna.
Tað sá út til, at Stjørnan
fór at fara til hálvleiks við
eini leiðslu upp á trý mál,
men við tveimum skjótum
mál beint fyri hálvleik, fekk
Neistin minkað um munin
til 5-6, ið eisini var hálv
leiksstøðan.
Neistin kundi kanska verið
enn betur við, tá ið farið var
til hálvleiks, men eydnan var
ikki við bláa heimaliðnum.
Góða málmansspælið hjá
Agne í málinum hjá Stjørn
uni noyddi skjúttarnar hjá
Neistanum at seta bóltar
nar so uttarlaga sum gjør
ligt, og tí endaðu nógvar
av skotroyndunum hjá
havnarliðnum við at taka í
stólparnar ella tvørstongina.
Tað var mangan bert ein senti
metur ella so, ið manglaði í
hjá Neistanum at fáa bóltin
í mál.
Stjørnan stóð seg
væl í undirtal
Neistin fekk eisini onkran
gyltan møguleika at koma
upp á javnt aftur. Millum
annað fekk Katarina Stepa
nov hjá Stjørnuni eina
ógvuliga óneyðuga útvís
ing beint fyri hálvleik,
soleiðis at Neistin byrjaði
seinna hálvleiki við einum
spælara meiri. Men hetta
dugdi heimaliðið ikki at
gagnnýta, og ístaðin var tað
ágrýtna Stjørnumanningin,
ið fekk mest burtur úr hesari
støðu. Ístaðin fyri at Neistin
í yvirtali kom upp á javnt,
megnaði Stjørnan at økja um
leiðsluna hesa løtu.
Liðið úr Klaksvík helt á
við ágrýtna spælinum, og
tær fingu eftir lítlari løtu í
seinna hálvleiki gjørt sær
eitt glopp niður til Neistan.
Áðrenn Neistin fekk svarað
aftur, høvdu gestirnir lagt
seg á odda 10-5, og havandi
í huga at Neistin hevði sera
trupult við at finna vegin til
meskarnar, var ilt at ímynda
sær, at havnarliðið skuldi fáa
gestirnar aftur.
Heimaliðið royndi at koma
aftur í aftur, men til tað vóru
stjørnurnar úr Klaksvík alt ov
sterkar. Tær reyðu høvdu nú
fingið luft undir veingirnar,
og Agne í málinum tók
alt, sum kom í námind av
henni. Tað skal tó eisini
Gullið er aftur í Klaksv