Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-30, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2006síða 23

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 30. mars 2006 23 Neistin – Stjørnan 10-16(5-6) Neistin: Ása á Neystabø 3(1), Nicoleta R. Hansen 2, Kára á Dunga 2, Katrin á Neystabø 1, Unn Kragesteen 1, Annika Thomsen 1 Stjørnan: Alina Olaru 5, Katarina Stepanov 4(3), Anna Kristina Samons 2, Joan M. Djordjevic 2, Una Olsen 1, Bára S. Klakstein 1, Durita Christoffersen 1 Brotskøst: Neistin 3(1), Stjørnan 4(3) Útvísingar: Neistin 5, Stjørnan 3 Dómarar: Kristian og Karstin Joensen – Komu væl frá uppgávuni, hóast tað tóktist sum um, at brøðurnir ikki høvdu dømt í eina tíð. F Áskoðarar: full høll FAKTA UM FINALUNA vík sig­­ast, at skotroyndirnar hjá neista­­leikarunum vóru alt ov óneyvar, tí tær sótu sum oftast rættuliga nær at kroppinum á Agne, sum tí hevði lætt spæl. Onkuntíð fekk Neistin mink­að um munin niður í trý mál, men tá ið Katarina Stepanov legði Stjørnuna á odda 14-9 við brotskasti, tá ið einans góðir fýra minuttir vóru eftir at leika, noyddist sjálvt tann mest bjartskygdi Neistafjepparin sígg ja veru­ leikan í eyguni. Tað var ikki í ár, at Neistin skuldi vinna sítt fyrsta gullmerki í fremstu kvinnudeildini í mong ár. Stjørnan var snøgt sagt ein klassa betur, tá ið avgerandi dysturin var leiktur, og tað var eisini fult uppiborið, at tær mikukvøldið trygg jaðu sær enn eitt føroyameistaraheiti í fremstu kvinnudeildini. Stuttligt var eisini at sígg ja tann øgiliga rómin á teimum mongu áskoðarunum, ið høvdu leitað sær úr Klaksvík til Havnar í illveðrinum at stuðla sínum liði. Rómurin var øgiligur, og hann var neyvan minni, tá ið Dúgv­ an seint mikukvøldið kom á Klaksvík við føroya­meist­ arunum. Tá stóð nevnliga stór mannfjøld og tók ímóti, og hetjurnar vóru mót­tik­ nar við fýrverki og øðr­um góðum, og skipað var fyri stórari samkomu í KÍ-høll­ ini, har nógv fólk var komið saman at heilsa gulliðnum hjá Stjørnuni.