hósdagur 30. mars 2006síða 24
‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 64 - 30. mars 2006
Síðsta vikuskiftið
var árliga stuðuls
svimjingin í Fugla
firði. Børn og vaksin
svumu slakar 100
kilometrar hetta
døgnið
Svimjing
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fuglafjarðar Svimjifelag
hevði um vikuskiftið sína
árligu stuðlssvimjing, har
svimjarar í felagnum og
onnur svimja í 24 tímar út
í eitt
Byrjað varð fríggjadagin
kl.15.00, og tann síðsti svimj
arin kom á mál kl. 15.00
leygardagin. Teir flestu av
svimjarunum í felagnum
vóru við, og harafturat fingu
tey eisini hjálp frá eldri svimj
arum og foreldrum.
Tað vóru tey smæstu, sum
byrjaðu fríggjadagin, og tey
svumu í ein hálvan tíma.
Hvør svimjari svam eina
longd í senn.
Tá tey smáu vóru liðug,
byrjaðu fyrsta og annað lið,
tey vóru 24 í tali. Tey vóru
trý í hvørjum bólki, og svam
hvør bólkur í ein hálvan tíma
hvørja ferð, tó var bert ein
svimjari í hylinum í senn.
Hesi bæði liðini hildu so
tørn alla náttina.
Hjálp frá gomlum
svimjarum
– Fyri at tað ikki skuldi blíva
ov strævið hjá teimum, fingu
tey fríggjakvøldið hjálp frá
nøkrum gomlum svimjarum
hjá felagnum – millum ann
að Pól Øregaard, Astrid
Joensen, Heðin Olsen og
sjálvandi venjararnir báðir
Petur Heðin á Fløtti og Sonni
Eliasen. skrivar Fuglafjarðar
Svimjifelag í tíðindaskrivi.
– Eisini vóru fleiri foreldur,
sum hjálpti at svimja – Ann
ika Egholm, Durita Eldevig,
Andrea Eldevig, Maria Han
sen, og Magni Joensen.
Leygarmorgunin fingu vit
so hjálp frá seniorunum
hjá okkum. Tað eru eldri
menn, sum svimja hvønn
leygarmorgun. Teir vóru
beinanvegin til dystin fúsir,
og takka vit eisini fyri teirra
íkast.
Svimjifelagið hevði lænt
tvær skúlastovur, so svimj
ararnir kundi hvíla seg, tá ið
teir ikki svumu. Hóast tað
gekk væl at fáa svimjararnar
upp um náttina at svimja,
so kom tað fyri at onkur
pápi mátti leypa í hylin, tí
svimjarin var ov linur.
– Felagið hevði sett sær
sum mál, at svimja 100
km., men tá av tornaði var
endaliga úrslitið 98.7 km.
Hetta eru vit væl nøgd við,
men næsta ár hava vit sett
okkum tað treytaleysa mál,
at koma upp um 100 km. Vit
vilja nýta høvi til at takka
øllum sum stuðlaðu okkum,
siga tey úr Fuglafjarðar
Svimjifelag.
Umboð fyri Fót
bóltssambandið
fara í næsta mánaði
at kanna allar fót
bóltsvøllir kring
landið. Endamálið
við kanningini er, at
fáa staðfest hvørjum
standi vøllirnir eru í
Fótbóltur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Fótbóltssamband Føroya fer
í apríl mánaði at kanna allar
fótbóltsvøllir í Føroyum, og
eru viðurskifti, sum ikki eru
í lagi, fáa feløgini boð um at
fáa tey upp á pláss.
Tað, sum FSF ætlar sær
at kanna, er: mát av vølli,
uppmerking, bandar, mál og
málnet, hornafløgg, útskift
ingarbonkur og tekniskt
øki, børa, máltalva, sjálvur
vøllurin, skiftirúm, umstøður
kring vøllin og annað
– Endamálið við kanning
ini er, at fáa staðfest hvørj
um standi vallirnir eru í. Út
frá hesari kanning, ger kapp
ingarnevndin eina meting av
støðuni, og síðani verður tað
fráboðað feløgunum, hvørjar
møguligar broytingar eru
neyðugar, sigur FSF í eini
fráboðan til feløgini.
FSF setir seg í samband
við feløgini í næstum, fyri
at gera nærri avtalu um júst
nær vit koma á vitjan.
Leygardagin 8.
apríl skipar Kapp
róðrarfelagið NSÍ
á øðrum sinni fyri
opnari kapping í
innandura rógving
Rógving
Tíðindaskriv
Kappingin er nevnd Fish
Fair
Kappingin
eftir
høvuðsstuðlinum North
Atlantic Fish Fair. Øll eru
hjartaliga vælkomin at
luttaka. Tað er ókeypis at
luttaka í rógvikappingini.
Kappingin er bæði fyri
einstaklingar og bólkar.
Einstaklingakappingin er
býtt upp í aldursbólkar,
meðan stafettróðurin er
kapping millum manningar
í ymsu bátastøddunum. Tað
serstaka við hesi kappingini
er, at allir rógvararnir verða
vigaðir kappingardagin.
Allar tíðir verða síðani
faldaðar við ”vektjusterings
faktorinum”. Hetta skuldi
givið eina javna kapping,
við tað at tey løttu og
tey tungu í princippinum
verða javnsett. Sí annars
luttøkutreytirnar.
Allar
kappingarnar
fara fram á Concept 2
rógvimaskinum, ið líkjast
teimum, ið eru at finna
í kappróðrarfeløgunum
kring landið. Kappingin
verður hildin í Ítróttarhøllini
í Runavík. Tilmelding fer
fram umvegis heimasíðuna
www.kappnsi.info innan
hóskvøldið 6. apríl kl.
24.00.
Eini 100 fólk tóku lut
í kappingini í fjør. Kapp
róðrarfelagið NSÍ vónar,
at luttøkan verður eins
góð í ár.
TÍÐINDASKRIV
Fimleikafelagið Støkk
Árligu framsýningarnar hjá
Fimleikafelagnum Støkk
vera komandi vikuskifti í
ítróttarhøllini í Runavík.
Á skránni eru umframt
vanligu liðini hjá Støkk,
eisini fimm úrvalslið,
sum øll hava ella fara
at kappast í estetiskum
fimleiki.
Harumframt
verður amboðsfimleikur
á høgum støði at síggja.
Fimleikararnir hava vant
allan vetur, og eru tí sera
spentir at sleppa at vísa síni
kynstur fram.
Fimleikafelagið Støkk
er í støðugum vøkstri, og
tí hevur felagið avgjørt at
hava tvær ymiskar framsýn
ingar í ár. Hin fyrra verður
leygardagin 1. apríl kl.
17:00, og tá fara yngru
liðini at framføra. Seinna
framsýningin við eldru
liðunum verður sunnudagin
2. apríl kl. 17:00.
Meðan framsýningarnar
eru,
verður
stórt
páskatombola í gongini,
har ymiskt páskaprýði og
páskaregg vera at vinna.
Møguleiki verður eisini at
keypa sær ein kaffimunn
og okkurt gott afturvið.
Fimleikararnir gleða
seg til framsýningarnar,
og øll í Støkk vóna at
síggja
bæði
systkin,
foreldur, ommur og abbar,
vinir og kenningar, og øll
onnur fimleikaáhugað í
ítróttarhøllini í Runavík 1.
og 2. apríl.
Rógvikapping í Runavík
Framsýningar hjá Støkk
Komandi leygardag
verður aðalfundur
í Róðrarsambandi
Føroya, og tá
verður Jan Herman
Hansen valdur til
nýggjan formann í
sambandinum
Kappróður
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Sitandi formaður, Johannes
Joensen, ið hevur sitið í
róðrarsambandinum í drúgva
tíð, tekur ikki við afturvali,
og bert eitt valevni er til
formanssessin, nevnliga Jan
Herman Hansen. Komandi
formaðurin hevur sitið í
nevndini í Róðrarsambandi
Føroya í nøkur ár, og tí hevur
hann eisini fitt av kunnleika
um, hvussu nevndararbeiðið
í Róðrarsamband Føroya
virkar.
Lógarbroytingar
á skránni
Umframt formansvalið eru
eisini onnur mál á skránni
á aðalfundinum komandi
leygardag. Róðrarsambandið
hevur skotið upp, at tá ið
børn rógva, skulu einans
500 metrar rógvast í mun til
teir 1.000 metrarnar, ið tað
hevur verið róð higartil.
Eitt annað lógaruppskot, ið
verður lagt fyri aðalfundin,
er, at Róðrarsambandið
vil broyta raðfylgjuna, ið
róð verður. Hetta hevur
verið sera nógv umtalað í
fjør, bæði í fjølmiðlum og
róðrarheimasíðum, tí at ávísir
bátar hjá 5-mannaførum og
6-mannaførum ikki fingu tíð
til neyðugu upphitingina.
FSF kannar fótbóltsvøllirnar
Svumu í 24 tímar uttan steðg
Jan Herman verður
róðrarformaður
Genturnar hjá Støkk hava just verið í Estlandi og kappast á
altjóða støði; tær vera at síggja á framsýningini sunnudagin.
Jan Herman Hansen verður leygardagin valdur til nýggjan
formann í Róðrarsambandi Føroya.
Mynd: www.drekin.fo
Svimjarar í øllum aldri tóku tøk í stuðulssvimjingini í
Fuglafirði um vikuskiftið