Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-30, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2006síða 25

‹ fyrra síða allar 44 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 30. mars 2006 25 HEILSUFRØÐILIGA STARVSSTOVAN Eftirlitsfólk til fiskasjúkuøkið F O O D , V E T E R I N A R Y A N D E N V I R O N M E N T A L A G E N C Y Falkavegur 6, 2. hædd FO-100 Tórshavn Faroe Islands Tel. +298 35 64 00 Fax. + 298 35 64 01 E-mail: hfs@hfs.fo www.hfs.fo Annað: • Í.s.v. eftirlitsuppgávur skal roknast við, at arbeiðsdagarnir til tíðir kunnu verða sera langir. • Tú skalt tola broytingar í starvs- innihaldinum í sambandi við víðari menning av fiska- og djóra- sjúkudeildini. • Bæði eftirlitsstørvini eru innanfyri karmarnar av játtanini til »Basan av fiskasjúkum«. Løn v.m. Størvini verða sett sambært sátt- málanum millum avvarðandi yrkisfelag og Fíggjarmálaráðið, sí www.lnd.fo. Umsóknir til bæði størvini við avritum av prógvum, eftirútbúgv- ing, starvsroyndum og møguligum viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin hin 14. apríl 2006. Starvslýsingin kann eisini lesast á www.hfs.fo. Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Peter S. Østergaard, deildarleiðari og fiskasjúkudjóra- lækni, ella Bárð Enni, stjóri. 2 størv sum eftirlitsfólk á fiska- og djórasjúkudeildini eru leys at søkja, til setan 1. mai 2006 ella eftir nærri avtalu. Bæði størvini fevna um: • Eftirlit og sýnistøku sambært kunngerð nr. 20 frá 14.03.2005 um koppseting fyri ILA. • Málsviðgerð í hesum sambandi. • Luttøku í øðrum eftirlitsarbeiði hjá fiska- og djórasjúkudeildini. • Annað. Faklig krøv • Hvørja útbúgving, tú hevur, er sum so ikki tað týdningarmesta, men vit hugsa um útbúgvingar sum laborantur, bioanalytikari, laboratoriuteknikari, fiskivinnu- tøknikari, útbúgving á B.Sc. stigi t.d. í lívfrøði ella tilsvarandi. • Koyrikort til bil er eitt krav. Fyrimunir • Royndir innan alivinnuna, eftir- litsarbeiði sum heild, innaneftir- litsskipanum, sýnistøku o.t. eru ein fyrimunur. • Góður kunnleiki til framkomnar telduskipanir. • Góð samstarvsevni, nærlagni, evni at tosa við fólk, umframt at duga at arbeiða sjálvstøðugt og miðvíst eru eisini fyrimunir. Vit kunnu bjóða: • Fjølbroytt arbeiði, har uppgáv- urnar eru sera ymiskar, og tú kemur nógv runt í landinum. • Møguleikar fyri at menna teg í arbeiðnum (skeið, eftirútbúgv- ingarmøguleikar o.t.). Fiska- og djórasjúkudeildin er skipað í eina eftirlitsdeild (F&DSE) og eina kanningar- stovu (F&DSK). F&DSE umsitur djórasjúkulógarverkið, og høvuðsuppgávurnar eru málsviðgerð og eftirlit. Higartil hevur arbeiðið fyri tað mesta snúð seg um alivinnuna. F&DSK er tilvísingarkanningarstova fyri fiskasjúkur og tekur sær av sjúkugreining og yvirvøku sambært djórasjúkulóggávuni, serliga av ILA-vaksineraðum alifiski. Hesin partur er væl áleiðis at blíva akkrediteraður av DANAK (sí www.danak.fo akkr. nr. 303). Arbeitt verður við at menna og íverkseta sjúkugreiningar og sjúkustaðfestingar fyri súgdjór og fugl, herundir fuglakrím. Tórshavnar kommuna Kunngerð um leysgangandi hundar Ikki er loyvt at hava hund gangandi leysan á gøtu, vegi, breyt ella øki, ið verður nýtt til almenna ferðslu í Tórshavnar kommunu. Hundur skal havast í bandi, og skal bandið vera so stutt, at tann, sum leiðir hundin hevur hann tætt inn at sær. Gongur hundur leysur uttan leiðara, tekur løgreglan hundin upp og boðar eigaranum frá. Um eigarin ikki hevur gjørt vart við seg innan trý samdøgur eftir at boðað er frá, kann løgreglan avlíva hundin. Við heimild í: Løgtingslóg nr. 82 frá 19. juni 1990 um hundar. Kunngerð nr. 1 frá 8. januar 2003 um skyldu at hava hund í bandi í Tórshavnar og Kirkjubøar kommunu. Kunngerð