fríggjadagur 31. mars 2006síða 5
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 31. mars 2006
– Vit hava ikki brúk
fyri fólki, sum seta
seg sjálvi í hásæti
og ikki kenna sær
hógv, sigur Jaspur
Vang, nevndarlimur
í Suðuroyar
Sambandsfelag
Sambands-
flokkurin
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
– Formaðurin í Suðuroyar
Samabandsfelag eigur at
siga seg frá.
Tað heldur Jaspur Vang,
nevndarlimur í Suðuroyar
Sambandsfelag.
Jaspur
Vang
mælir
sostatt Jan Haldansen at
siga seg frá sum formann í
Suðuroyar Sambandsfelag
beinanvegin, tí hann heldur,
at tað hevði verið tað besta
fyri bæði Sambandsflokkin
og Suðuroynna.
– Vit hava ikki brúk fyri
fólki í nevndini, sum seta
seg sjálvi í hásæti og ikki
kenna sær hógv, leggur hann
afturat.
Og Jaspur Vang heldur
eisini, at tá ið Jan Haldansen
í Sosialinum hevur róð upp
undir at avtaka Suðuroyar
Sambandsfelag, hevur hann
yvirmett sín egna leiklut so
dyggiliga.
– Eg loyvi mær at ivist
í, um formaðurin í Suður-
oyar Sambandsfelag er
sambandsmaður yvirhøvur.
– Jan Haldansen varð
valdur í nevndina í Suðuroyar
Sambandsfelag 16. marts
2006. Men ikki fyrrenn
dagin eftir limaði hann
seg inn í Sambandsflokkin
og dagin eftir, 18. marts,
var hann longu formaðir
felagsins.
– Higartil hevur hann
sostatt bara verið limur í
Sambandsflokkinum í 14
dagar og tað er longu ein
vika síðani at hann boðaði
frá, at hann meldaði seg úr
aftur.
– Spurningurin er tí, um Jan
Haldansen í veruleikanum
er ein trojanskur hestur,
sum er plantaður Suðuroyar
Sambandsfelag við eini
fjaldari dagsskrá og tí mæli
eg honum til at siga seg úr
felagnum aftur beinanvegin,
sigur Jaspur Vang.
– Møguliga er hetta at
skjóta spurv við kanón, men
eg haldi, at tað er neyðugt,
at kortini koma á borðið
og at eg geri vart við míni
sjónarmið, leggur hann
kontant afturat.
Men hvør skuldi havt
plantað hann har, veit hann
ikki og enn minni, hvat
endamálið skuldi verið.
Við ringum tannabiti
Hann sigur annars, at tað
er við ringum tannabiti at
hann viðger einstaklingar í
fjølmiðlunum Hann hevur
somuleiðis altíð hildið,
at tvídráttir í Suðuroy
eiga at verða viðgjørdir
innanhýsis.
– Men eftir at hava givið
seg út fyri at vera sam-
bandsmann í 14 dagar, hevur
Jan Haldansen nú alment
skotið
løgtingslimum,
landsstýrismonnum
og
nevndarlimum í valfeløgum
Sambandsfloksins kring
landið, í skógvarnar, at teir
eru orðloysingar og lyguvætti
uttan at hava nakað prógv
fyri tí.
– Samstundis sigur hann
beinleiðis ósatt, táið hann
í Sosialinum fyrr í vikuni
viðgerð mín leiklut í
samband við formansvalið
í Sambandflokkinum.
– Tí kenni eg tað sum mína
skyldu sum sambandsmaður
og nevndarlimur í Suðuroyar
Sambandsfelag, at greiða
frá tí, ið veruliga fyrifórst í
sambandi við formansvalið,
sigur Jaspur Vang.
Hann heldur tó, at
mest álvarsamr er tað
eftir hansara tykki, at Jan
Haldansen setir kílar ímillum
nevndarlimirnar í norðaru
og syðru helvt í Suðuroy.
– Harvið birtir hann upp
undir tvídráttin millum syðru
og norðaru hálvu í oynni.
Annars dámar Jaspuri
Vang als ikki at býta Suðuroy
sundur.
– Eftir mínum tykki er
talan um eina lítla oyggj,
eina eind og harvið ein
felagsskap, sum vit øll vilja
tað besta.
– Men um Jan Haldansen
sáar
sundurlyndi
við
vilja, ella um hann rennur
sneisaørindi fyri onkran, ella
um hann bara ikki hugsar seg
nóg væl um, er ilt at siga.
Gongdin í málinum.
Annars vísir Jaspur Vang
á, at táið Jan Haldansen
var komin í nevndina í
Suðuroyar Sambandsfelag,
setti hann, saman við
øðrum, fram ynski um, at
felagið skuldi stuðla Johan
Dahl á formansvalinum hjá
Sambandsflokkinum.
– Samstundis bedýraði
hann, at nógv meira enn
helvtin av teimum, sum
høvdu
atkvøðurætt
á
landsfundinum, hevði givið
honum tilsøgn um, at tey
fóru at velja Johan Dahl til
formann.
–
Eisini
segði
Jan
Haldansen, at hann bíðaði
eftir skrivligari váttan frá
teimum, sum høvdu lovað
Johan Dahl sína atkvøðu.
Jaspur Vang sigur, at tað
endaði við at ein samd nevnd
samtykti at stuðla Johan
Dahl.
– Tá ið vit fóru á landsfund
var framvegis semja um, at
Suðuroyar Sambandsfelag
skuldi stuðla Johan Dahl.
Samstundis vildi Jan Jan
Haldansen nú vera við,
at yvir 30 av teimum 53
fólkunum, sum høvdu
atkvøðurætt, høvdu váttað
fyri honum, at tey atkvøddu
fyri Johan Dahl.
Jaspur Vang sigur, at
hvørt valfelag hevur fimm
atkvøður á landsfundinum,
men
frá
Suðuroyar
Sambandsfelag møttu seks
nevndarlimir.
– Av tí sama atkvøddi eg
ikki á fundinum yvirhøvur.
Og sostatt er tað eisini
beinleiðis ósatt, tá ið Jan
Haldansen sigur við Sosialin,
at eg fyrst bar meg undan at
atkvøða, men at hann síðani
sannførdi meg um, at eg átti
at atkvøða, og at eg so gjørdi
tað, tó uttan at stuðla Johan
Dahl.
Jaspur Vang leggur afturat,
at av tí at talan var um
loyniligt og fult demokratiskt
val, vil hann ikki koma inn á,
hvør atkvøddi fyri hvørjum,
tí tað verður ongantíð til
annað enn gitingar og tað
hoyrir onga staðni heima.
– Annars eri eg framvegis
sannførdur um, at øll fimm
umboðini fyri Suðuroyar
Sambandsfelag stuðlaðu
Johan Dahl, sigur Jaspur
Vang.
Johan fekk álitisváttan
Hann sigur, at hann kunnaði
Jan Haldansen í telefonini
um, at tað var ósatt, sum hann
hevði sagt í Sosialinum.
– Tá skjeyt Jan Haldansen
seg inn undir, at hann
var skeivt endurgivin í
Sosialinum.
– Harumframt hevur Jan
Haldansen alment borið
ósannindi fram um meg,
uttan at biðja um umbering
og uttan at avsanna tað.
– Men ein og hvør tí seta
sær sjálvum spurningin
um tað eru løgtingslimir,
landsstýrismenn, nevndar-
limirnir í valfeløgunum
kring landi, undirritaði og
Sosialurin, sum siga ósatt,
ella um tað er Jan Haldansen,
sum sigur ósatt og annars
ikki kennir ella virðir tær
óskrivaðu, moralsku og
etisku meginreglur, sum
eru galdandi í samskiftinum
millum vaksin menniskju,
sigur Jaspur Vang.
Hann heldur annars, at
sambandsfólk eiga sjálvsagt
at virða úrslitið av einum
demokratiskum vali og eiga
altíð at stuðla tí til eina og
hvørja tí valda formanni.
– At Johan Dahl var
vónbrotin eftir formansvalið,
er menniskjansligt. Men
at hann segði seg úr
flokkinum, er harmiligt
eftir mínum tykki og ein
missur fyri flokkin. Hann
fekk 40% av atkvøðunum
og tað er ikki eitt misálit,
men ein álitisváttan. Og tað
skerst ikki burtur, at hann
hevur verið suðuroyingum
og sambandsflokkinum ein
dyggur stuðul.
– Tí vóni eg kortini, at
hann aftur gerst limur í
Sambandsflokkinum, sigur
Jaspur Vang.
– Eftir at hava verið limur í Suðuroyar Sambandsfelag í eina góða viku, róði Jan Haldansen í
Sosialinum uppundir at avtaka Suðuroyar Sambandsfelag, men tá hevur hann yvirmett sín egna
leiklut so dyggiliga, sigur Jaspur Vang
Mælir formanninum til at
stinga í sekkin og fara frá
Jan Haldansen
formaður í
Suðuroyar
Samabandsfelag
eigur at siga seg frá.