Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. mars 2006síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 65 - 31. mars 2006 Miðlahúsið í apríl Í sambandi við at nærri ljós er kastað á Islam og við­ur­skiftini millum vest­ urheimin og arabiska heim­in, fer 34 ára gamli danski journalisturin og rithøvundurin Mart­in Kras­nik at halda fyri­lest­ ur í Miðlahúsinum mána­ kvøldið 10. apríl kl. 19. Kras­nik er m.a. kendur sum Deadline-vertur á DR og korrespondentur hjá Week­endeavísini í m.a. Jerusalem og New York. Í 2004 fór hann undir eina rannsóknarferð gjøgnum Iran, Libanon, Pakistan, Saudi-Arabia og London, har hann hitti og hevði samrøður við mus­ limskar politiskar og átrún­ aðarligar leiðarar. Úr­slitið var bók­in ”De ret­færd­ige. En is­­lam­isk stafet”, sum kom út beint undan jólum í 2005, og tað er henda bók og henda ferð hansara gjøgnum arabiska heimin, sum Krasnik fer at greiða nærri frá í Miðlahúsinum mánakvøldið 10. apríl kl. 19. Eftir tað verður pall­ borðsorðaskifti. Miðlahúsið 22. apríl kl. 15: Marner á Lofti um ísraelar og palestinar Ísraelsfelagið skipar fyri fyrilestri í Miðlahúsinum í Vágsbotni leygardagin 22. apríl kl. 15: ”Er land fyri frið politikkurin loysnin á stríðnum millum palestinar og ísraelsmenn?” Marner av Lofti inte­gra­ tiónspedagogur í Ålborg Kommunu, hugleiðir út frá vitjanum sínum í Ísra­ el og starvsroyndum sín­um millum palestinar í Dan­ mark. Marner av Lofti er 37 ára gamal, upp­vaksin í Havn. Í 1992 fór hann til Å­lborg og tók peda­gog­ prógv fra Skipper Clement- seminariinum. Arbeiðir í løtuni í fólkaskúlanum í Ålborg við børnum av muslimskum uppruna. Marner er eisini tónleikari og sangari og hevur sjálvur skrivað løg. Hann fer at spæla og syngja í samband við hesa fyrilestrarløtuna. Eftir fyrilesturin verður ár­ ligi aðalfundurin í Ísraels­ fe­lagnum. Miðlahúsið 15. april kl. 14: Føroyingar læra til flogskiparar Fleiri og fleiri føroyngar ynskjast at gerast flogskip­ arar. Danska fyritøkan Karlog hevur útbúgvið fleiri føroyingar til flog­ skip­arar og fer leiðslan á fundi í Miðlahúsinum 15. apríl kl. 14 at greiða frá møguleikunum hjá før­ oy­ingum at útbúgva seg til flogskipara á rutu­flog­ førum. Fyritøkan stendur fyri allari útbúgvingini frá tí at næmingurin sær eitt flogfar fyri fyrstu ferð til hann er klárur til at fara til arbeiðis í einum størri flogfelag. Miðlahúsið 20. apr. kl. 19: Blaðtekning og fólkaræði Í sambandi við at tað sunnu­dagin 22. apríl kl. 15 letur upp stór framsýning í Norðurlandahúsinum við blaðtekningum hjá 9 norðurlendskum blaðtekn­ arum, teirra millum okk­ ara egna Óla Petersen verð­ur pallborðsfundur í Miðlahúsinum hóskvøldið 20. apríl kl. 19, har m.a. kendir danskir blaðteknarar, ein íslendskur og ein norskur blaðteknari luttaka. Í døgunum frá 18. til 21. apríl hava blaðteknararnir Miðlahúsið 10. apríl kl. 19: Martin Krasnik um Islam og Vesturheim 22. apríl letur upp heldur óvanlig framsýning í Norðurlandahúsinum við blaðtekningum hjá níggju norður­ lendskum blað­ tekn­arum, teirra mill­um føroyska Óla Petersen. Dagarnar frammanundan verður fokus sett á blaðtekningina sum listagrein og miðil í samfelagsliga orðaskiftinum við verkstovu og pall­ borðaorðaskifti í Miðlahúsinum í Vágsbotni Blaðtekning og fólkaræði Jan Müller jan@sosialurin.fo Í sambandi við at tann týdning, sum blaðtekningin hevur fyri samfelagsliga orðaskiftið og fyri fólkaræðið sum heild – og í sambandi við at listamaðurin Óli Petersen er farin um tey sjeyti í ár – skipar Miðlahúsið í Vágs­ botni fyri eini stórari norð­ urlendskari framsýning av blaðtekningum. Tilsamans 9 norðurlendskir blaðteknarar fara at vísa fram tekningar í Norðurlandahúsinum. Fram­sýningin, sum er tann fyrsta av sínum slag í Norður­ londum, letur upp 22. april kil. 15. Talan er um eina verkætl­an, sum fevnir um framsýning, verkstovu/workshop og al­mennan kjakfund um blað­ tekningina. Endamálið er at seta fokus á leiklutin hjá blaðtekningini og týdning hennara fyri almenna orða­ skiftið sum heild og ser­ stak­liga fyri orðaskiftið um fólkaræðið og støðu fólka­ ræðisins í dagsins samfelag. Eisini viðgerð verkætlanin blaðtekningina sum serstøk listagrein. Verkætlanin fevnir um eina framsýning í Norð­ur­ landahúsinum av tekn­ing­ unum hjá einum íslendskum, einum norskum, einum álendskum, fimm donskum og einum føroyskum blað­ tekn­ara. Teir norðurlendsku lut­ tak­ararnir, allir kendir blað­ teknarar, á framsýningini eru fyriuttan Óla Petersen eisini Sigmund Jóhannesson (Siggi) úr Íslandi, Finn Graff úr Noregi, Jan Nordlund úr Ålandi og Jørgen Willumsen, Claus Seidel, Anette Carlsen, Bob K. Nielsson og Roald Als úr Danmark. Dagarnar áðrenn fram­ sýn­ingin letur upp verður verk­stova/workshop í Miðla­húsinum, har fleiri av luttakarunum fara at tekna skemtitekningar við støði í almenna orðaskiftinum í Føroyum og føroyskum samfelagsviðurskiftum sum heild. Endamálið við hesum part­ inum av verkætlanini er, at føroyski almenningurin skal fáa innlit í heimin hjá einum blaðteknara. Tekningarnar, sum verða framleiddar á verk­stovuni, verða síðani sýnd­ar fram á sjálvari høv­ uðs­framsýningini, sum let­ ur upp tann 22. apríl í Norð­ urlandahúsinum. Í sambandi við verkstov­ una verður alment pallborðs­ orðaskifti um støðuna hjá blaðtekningini við atliti at skrivi- og talufrælsinum. Eisini verður blaðtekningin sum miðil við atliti at sam­felags­orða­skift­in­um um­rødd. Fyriskipararnir meta, at tað hevur stóran týdn­ing, at almenningurin í Norður­ londum fær størri kunnleika til blaðtekningar sum list og sum miðil í samfelags- og mentannarorðaskiftinum. Ætlanin eisini at fáa fram­ sýningina setta upp í Íslandi og Danmark. Blaðtekningin og fólkaræðið: Norðurlendskir blaðteknarar til Føroya