fríggjadagur 31. mars 2006síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 31. mars 2006
7
Nevnd og stjórn í
Smyril Line hava tikið
týðandi avgerðir, sum
skulu flyta føroyska
reiðaríið væl fram
á leið móti góðum
fíggjarligum úrslitum
komandi árini
Smyril Line
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Samstundis, sum Smyril Line
almannakunnger roknskapin
fyri 2005, sum gevur 51 mió
krónur í halli, vísir føroyska
reiðaríið á, at týðandi stig
eru tikin til at bøta um
rakstrargrundarlagið hjá
felagnum.
Ferðaseðlaprísirnir eru
lækkaðir, nýggir inntøku-
møguleikar eru skaptir,
sparingar eru framdar, og
arbeitt verður støðugt við at
víðka og betra um inntøku-
grundarlagið.
Nýggja
marknaðarføringin í Evropu
vísir longu positiv úrslit, og
sølan økist í stórum. Soleiðis
eru útlitini hjá Smyril Line
fyri árið í ár rættiliga góð.
Thomas
Magnussen,
stjóri í Smyril Line, sigur, at
broytingarnar, sum framdar
eru í fyritøkuni, longu í ár
skulu fáa undirskotið burtur
– og í 2007 skal avlop
síggjast í roknskapinum.
Í stuttum vísir roknskapurin
hjá Smyril Line í 2005 eitt
hall upp á 51 mió krónur,
men kortini er felagið í dag
sera væl fyri fíggjarliga.
– Útvegaðar eru tilsamans
132,5 mió krónur í nýggjum
kapitali, og tí stendur felagið
trygt, sum stjórin tekur til.
Úrslitini hjá Smyril Line
seinastu trý árini hava verið
vánalig. Í 2003 hevði felagið
35 mió krónur í halli, í 2004
var hallið 24 mió, og nú í
2005 sum nevnt heilar 51
mió krónur.
Thomas
Magnussen,
stjóri, sigur, at hevði felagið
ikki havt selt burtur av
ognum sínum í 2004, hevði
hallið hetta árið verið heilar
60 mió krónur.
Hinvegin hálaðu tekniskir
trupulleikar umborð á
Norrønu, ótryggleiki rundan
um felagið, óstøðug leiðsla
og øktur rakstrarkostnaður
úrslitið í 2005 negativa
vegin.
Gongdin vend
– Við nýggjum kapitali og
nýggjari skikkaðari leiðslu
er kósin sett av nýggjum,
og longu nú geva sølutølini
fyri fyrsta ársfjórðing í ár
ábending um, at árið fer at
vignast væl.
Stjórin
vísir
á,
at
inntøkurnar frá ferðafólkum
fyrsta ársfjórðing í ár eru
meira enn tvífaldaðar í mun
til í fjør.
– Taka vit páskatúrarnar í
ár, hava 2.300 fólk higartil
keypt ferðaseðil. Í fjør var
talið minni enn 500 fólk.
Soleiðis eru ábendingar
um góðan inntøkuvøkstur í
summar og restina av árinum,
sigur Thomas Magnussen.
Í tíðindafundi á Smyril
Line í morgun vísti Thomas
Magnussen á, at lønar-og
umsitingarsparingarnar hjá
Smyril Line eru tilsamans
13 mió krónur, eins og økti
farmaflutningurin er 17 mió
krónur.
Tilsamans 30 fólk eru søgd
úr starvi hjá felagnum; 20
fólk í 2005 og 8 fólk í ár.
Thomas Magnussen sigur,
at farmaflutningurin, sum
er ein týðandi partur av
inntøkugrundarlagnum hjá
felagnum, kastar nú meira
av sær.
– Hetta er serliga eftir, at
samstarvsavtala er fingið í
lag við Smyril Blue Water.
Avtalan tryggjar Smyril
Line munandi meira í
farmaflutningsinntøkum alt
árið.
Stjórin sigur, at ætlaða
samstarvið við Fjord Line
fyribils er steðgað, tí felagið
heldur ikki, at hetta fer at
geva nakað serligt.
– Við at venda eyguni
móti okkara egnu fyritøku,
hava vit megnað at vent
gongdini, soleiðis at árið í
ár helst fer at hanga saman
fíggjarliga, sigur Thomas
Magnussen.
Floksting
Tjóðveldisfloksins
verður hildið
hetta vikuskiftið á
Skúlaheiminum við
Marknagilsvegin í
Havn undir heitinum
»einskiljingar
og stættarstríð«.
Tjóðveldisfólk skulu
á flokstinginum
eisini taka støðu til,
um Karsten Hansen
skal halda fram
sum næstformaður,
ella um avbjóðarin,
Annita á
Fríðriksmørk, skal
veljast í staðin
FLOKSTING
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Tjóðveldisflokkurin sigur í
tíðindaskrivi, at evnini eru
viðkomandi fyri samfelagið
og koma eisini í avgjørdan
mun at hava ávirkan á
framtíðina hjá komandi
ættarliðum. Gestarøðarar
fara á flokstinginum at
geva síni boð uppá, hvussu
einskiljingarnar eiga at
stingast út í kortið, og hvussu
er statt við stættarstríðnum í
Føroyum – fáa allir borgarar
landsins ágóðan av ognum
Føroya fólks?
–Tað
verður
skipað
eitt
sindur
øðrvísi
hesaferð; persónar, sum
vit vanliga seta í samband
við samfelagskjak um
einskiljingar og stættarstríð,
verða gestarøðarar – men
fyri at gera kjakið enn meira
áhugavert, fara persónarnir
at býta um evni, soleiðis at
Ingeborg Vinther, forkvinna
í Føroya Arbeiðarafelagi
røður um einskiljingar og
Jóhan Páll Joensen, stjóri
røður um stættarstríð.
Flokstingið byrjar í kvøld
kl. 19.30, og hildið verður
fram leygarmorgunin kl. 9.00
Í kvøld verða flestu av
teimum málum, ið skulu
viðgerast sambært viðtøkum
floksins, á skránni - m.
a. val av starvsnevnd og
næstformanni, har tvey
eru í uppskoti, Annita á
Fríðriksmørk og sitandi
næstformaður,
Karsten
Hansen.
Eisini verða innkomin
uppskot umrødd og avgreidd,
eins og ársroknskapurin
verður viðgjørdur. At enda
fer gestarøðarin, Jón Tyril
at røða um evnið: mentan
og altjóðagerð; vit kenna
Jón Tyril sum tónleikara
og stigtakara til óteljandi
mentanartiltøk kring landið
– og ikki minst frá G!
festivalinum, og spennandi
verður at hoyra hann geva eitt
boð upp á hetta áhugaverda
evnið.
Fyrrapartin í morgin verður
formansfrágreiðingin fyrst á
skránni. Síðan verða viðgerð
av formansfrágreiðingini og
orðaskifti um politisk mál á
skránni fram til á døgurða.
Kl. 13.00 leggur Ingeborg
Vinther, forkvinna í Føroya
Arbeiðarafelagi fyri sum
gestarøðari og røður um
einskiljingar - hvat siga
fakfeløgini?
Kl. 15.00 fer seinni
gestarøðarin henda dagin,
Jóhan
Páll
Joensen,
formaðurin
í
Føroya
Arbeiðsgevarafelagi
at
røða um stættarstríð - er
stættarstríðið av ella er nýtt
stættarstríð á veg?
Flokstingið endar klokkan
kl.18.30
Kl. 19.00 verður hugnaløta
við smyrjibreyði og tí, sum
hoyrir eini hugnaløtu til.
Smyril Line rættiliga
fingið vind í ”seglini”
– Okkara
rúsdrekkalóg má
broytast, soleiðis
at øl og vín kunnu
seljast í ávísum
supermarknaðum
kring landið, og
Rúsdrekkasøla
Landsins eigur
at verða einskild.
Tað heldur Johan
Mortensen,
partaeigari
í Restorffs
Bryggjaríi
Rúsdrekka
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Johan
Mortensen,
partaeigari í Restorffs
Bryggjaríi, er ikki
í iva um, at okkara
rúsdrekkalóg als ikki er
tíðarhóskandi og krevur
munandi broytingar.
Hann fegnast um, at
broytingar eru á veg
í lógini, soleiðis at
summarfestivalar kunnu
selja øl.
– Men eg haldi
avgjørt, at tað hevði
verið upp á sítt pláss, at
øl og vín eisini fingust
til keyps í ávísum
supermarknaðum kring
landið.
Johan hevur eisini
ta áskoðan, at fólk í
ein ávísan mun sjálvi
skuldu kunnað innflutt
eitt sindur av øli og
víni til egna n‡tslu –
uttan, at hetta skal um
Rúsdrekkasølu Landsins
við tí risakostnaði,
sum tá kemur oman á
prísin.
– Soleiðis, sum
skipanin er, er hon ikki
brúkaravinarlig. Tað eru
nógv fólk, sum av áhuga
kundu hugsað sær at
roynt ymisk sløg av øli
og víni, men sum ikki
hava henda møguleika
undir verandi skipan.
Rúsan
privatiserast
Partaeigarin í Restorffs
Bryggjaríi,
Johan
Mortensen,
heldur
eisini, at Rúsdrekkasøla
Landsins eigur at verða
einskild, tí karmarnir um
søluna eru alt ov trongir
og ótíðarhóskandi.
– Sølan kundi í fyrsta
lagi verið yvirtikin við
somu skyldum um
avkast til landskassan,
sum
skipanin
við
Rúsdrekkasølu Landsins
hevur í dag. Men ein
einskild rúsdrekkasøla,
hevði avgjørt verið
meira kundavinarlig enn
almenna sølan, sum vit
hava í dag, heldur Johan
Mortensen.
Fríari søla
av øli og víni
Smyril Line hevði 51 mió krónur í halli í 2005, men gongst, sum leiðslan í felagnum væntar, fer
at standa upp og niður í ár Mynd: Jens Kr. Vang
Einskiljingar og stættarstríð á flokstingi
Karsten Hansen
Annita á Fríðriksmørk