fríggjadagur 31. mars 2006síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 65 - 31. mars 2006
Frá fyrsta degi
hava vit havt eina
globala vøru á einum
globalum marknaði.
Tí eru vit sloppin
undan fleiri av trupul
leikunum, sum
kappingarneytarnir
stríðast við í altjóða
gerðini, sigur føroyski
stjórin á Bullguard,
Heini Zachariassen.
Í kapping við altjóða
risar sum Norton
Internet Security,
er felagið vaksið við
rúkandi ferð. Eitt
úrslit, sum nú hevur
sett Heina á listan
yvir mest evnaríku
vinnulívsfólkini í
Danmark
Vinnulívsmaður
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Pílurin hjá hoyvíkinginum,
sum nú býr í Kastrup, hevur
at kalla bert peiggjað beint
uppeftir, síðani skúlagongdin
var liðug fyri níggju árum
síðani. Hansara Curriculum
Vitae er kanska ikki so vítt
fevnandi – eina BA innan
handil og fýra starvssetanir.
Men hóast nógv ivaleyst
kunnu vísa longri útgávur
av slagnum fram, so má
uppgangandi stigin sigast at
vera imponerandi. Somikið
imponerandi, at hann í dag
verður mettur sum ein av
komandi kanónunum innan
danskt vinnulív.
20-faldað
starvsfólkatal
Tað er í øllum førum niður
støðan hjá Berlingske
Nyhedsmagasin, sum í eini
serligari silvurútgávu í dag
setir nøvn á tey 100, sum
blaðið metur hava størst
potentiali at røkka heilt upp
á ovastu tindarnar. Einasta
treytin fyri at vera millum
hesi 100 er navnabrævið,
sum í mesta lagi skal vera
35 ára gamalt. Í aðrar mátar
eru tað úrslitini – og einki
annað – sum telja.
– Orsøkin til, at eg eri
komin við í hendan hópin,
er fyrst og fremst hon,
at nevndarformaðurin í
Bullguard, har eg starvist,
hevur skotið mítt navn upp
fyri blaðnum. Eg varð so
uppringdur av teimum, og
eftir eina samrøðu, sendi
eg teimum mítt CV. Og so
hava tey á blaðnum gjørt av,
at hetta var nóg mikið, sigur
Heini sjálvur um heiðurin,
sum ein slík nominering er.
Men hvørji eru so úrslitini,
sum hava prógvað rættleikan
í hesi avgerð?
– Eg gangi bara útfrá, at
tað er vøksturin í fyritøkuni
hjá okkum, sum hevur gjørt
tað. Tá eg gjørdist partur av
Bullguard fyri fýra árum
síðani, vóru vit tríggir mans
í starvi. Í dag telur fyritøkan
60 fólk, og higartil hava
vit á hvørjum ári tvífaldað
umsetningin. Nakað sum
aftur er málið í ár, staðfestir
hann.
Og leggja vit afturat, at
hesin vøkstur er komin í
knallharðari kapping við
altjóða risar sum eitt nú
Norton, so skerst ikki burtur,
at talan er um imponerandi
avrik higartil.
»Born global«
Hóast persónurin í horninum
framvegis tykist vera júst
tann sami hoyvíkingurin,
sum grannarnir við Nicolaj
Mohrs gøtu munnu minnast
frá barnaárunum, so skerst
ikki burtur, at talan er um
ein sera málrættaðan vinnu
lívsmann.
Ofta verður tikið til, at
bestu úrslitini verða rokkin
við sera einføldum arbeiðs
hættum, og spurdur, stað
festir Heini, at tað sum so
ikki liggur nakað loyndarmál
handan úrslitini hjá sær og
Bullguard.
– Persónliga haldi eg, at
tað hevur eydnast mær sera
væl at finna góð fólk. Fólk,
sum eg havi lætt at samstarva
við, og sum tað eisini hevur
eydnast mær at motivera til
at fremja ein góðan innsats.
– Tosar tú um fyritøkuna
hjá okkum, so er okkara
størsti fyrimunur helst, at
vit eru globalir allan vegin
ígjøgnum. Verður tosað
um virus-verjur, so er allur
heimurin ein marknaður, og
hetta ásannaðu vit alt fyri
eitt. Tí er okkara framleiðsla
ikki býtt upp í heima- og
útflutningsmarknað, sum
hann er tað hjá fleiri øðrum.
Sjálvur plagi eg at siga, at
hóast fleiri fyritøkur hava
ein útflutningsstjóra, so havi
eg framvegis ikki ánilsi fyri,
hvat ein slíkur ger!
– Skal tað lýsast sum
eitt hugtak, so haldi eg, at
hetta verður sera væl gjørt
í eini uppgávu, sum ein
bólkur av lesandi gjørdi um
Bullguard. Tey skrivaðu, at
vit vóru »Born Global«, og
tað er júst tað, sum vit eru.
Tá vit frá fyrsta degi hava
verið globalir, eru vit eisini
slopnir undan nógvum av
teimum umleggingum, sum
fleiri fyritøkur stríðast við
í dag.
– Eisini á starvsfólkaøki
num eru vit globalir. Ofta
verður tað tikið illa upp, tá
arbeiðspláss verða flutt av
landinum, men heldur ikki
her hava vit havt trupulleikar.
Vit gjørdu tíðliga av at
stovna eina menningardeild
í Bucharest í Rumenia. Hetta
tí vitunarstøðið innan KT er
høgt her, samstundis sum
lønarkostnaðurin er munandi
lægri, enn hann er í eitt nú
Danmark.
– Hartil hava vit eisini
eitt sera globalt produkt,
sum ikki krevur tær stóru
broytingar, tá tað skal nýt
ast í ymsu londunum. Tað
ræður sum so bert um at
gera brúkaraleiðbeiningar
Vit hava bara ein marknað
Errin og
fegin
Tað er nú ein vika síðani,
at Heini sjálvur varð
kunnaður um, at hann er
millum tey 100, sum eru
útvald til sonevndu talent-
jagtina hjá Berlingske.
Tí hevur hann líka sum
havt møguleika at venja
seg við tankan, og hann
viðgongur blankt, at
hann er sera fegin um tað
viðurkenning, sum liggur
í hesum.
– Tað prógvar í øllum
førum, at eg havi rokkið
nøkrum málum higartil.
Samstundis gevur tað
sjálvsálit, tí eg eri hóast
alt bara 33 ár. Soleiðis
skuldi eg enn havt nógv
góð ár eftir í mær, og í so
máta kann hetta bara geva
íblástur.
Men er eitt slíkt herða
klapp ikki eisini nakað,
sum tú kanst brúka á tín
um visit-kortið, tá nýggjar
kontaktir skulu skapast í
framtíðini?
– Tað kann tað helst
verða í ávísum førum.
Men tað, sum eg fegnist
mest um, eru reaktión
irnar, sum hetta hevur
avleitt millum tey, sum
eg kenni. Tá eg havi sagt
familju og vinum frá, at
eg verði nevndur í hesum
høpi fríggjadagin, hava
øll svarað mær positivt.
Orð sum »hetta hevur
tú uppiborið« og »tað
gleðir meg virkeliga«
eru kanska tað, sum eg
eri mest glaður um í hes
um. Serstakliga, tá tey
eru komin frá fólki, sum
standa mær nær, sigur
framvegis jarðbundni
hoyvíkingurin.
-mørk
Føroyski stjórin Heini Zachariassen