Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-31, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. mars 2006síða 9

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 - 31. mars 2006 9 Navn: Heini Zachariassen Føddur: 20. juli 1972+ Hjúnastøða: Giftur Maibritt Zachariassen Børn: Barbara (8 ár), Bastian (5 ár) og Paula (6 mðr.) Útbúgving 1991 Avlærdur í Fossbankanum 1994 HH-prógv í Havn 1997 BA í handilsumsiting á Handilsháskúlanum á Vestursælandi Starvsroyndir 1997-2000 Annar av eigarunum av Ecperience I/S - programmering og webdesign 2000-2002 Ein av stovnarunum og IT-ovasti á Virus112 A/S. Virus112 A/S varð í desember 2000 selt til EuroTrust 2002-2006 Stjóri á Bullguard Ltd. 2006- Forstjóri á Bullguard FAKTA UM HEINA Bullguard varð stovnað av Morten Lund og Theis Søndergaard í 2001. Visjónin hjá teimum báðum var at skapa eina vøru, sum kundi verja brúkaran á alnetinum. Fokus-bólkurin var frá byrjan breiðbandskundin, sum alla tíðina situr á netinum, og sum soleiðis støðugt er hóttur av virus, hackarum og sonevndu internet-ormunum. Vøruskráin fevnir í dag um fýra kjarnuøki. Virus-verjur, Firewalls, Spam-filtur og On-line backup. Hartil er felagið júst komið á marknaðin við serligari virus-verju til fartelefonir. Heini gjørdist partur av fyritøkuni í 2002. Hetta var um sama mundið, sum fyrsta útgávan av Bullguard varð send á marknaðin. Longu árið eftir hevði felagið fleiri enn 3 mió brúkarar. Talið av brúkarum veðrur í dag mett til 15 mió. Felagið hevur í dag 61 fólk í starvi. Av hesum starvast 42 í Rumenia, 15 í Danmark og 4 í London, har felagið eisini er skrásett. www.bullguard.com FAKTA UM BUllGUARD og brúkaraflatu á málinum hjá brúkarunum. Og tað er so eisini nakað, sum vit støðugt hava lagt okkum eftir. Soleiðis eru pakkarnir hjá okkum í dag at fáa á 15 ymiskum málum, og nú vit hava gjørt serstaka út­gávu til fartelefonir, hevur hendan frá byrjan 28 ymisk brúkaramál. Fartelefonir næsta hittið Júst marknaðurin við virus- verjum til fartelefonir er nak­að, sum Heini sjálv­ur sær sera stórar møgu­leikar í komandi árini. Møgu­ leikar, sum eisini eiga at verða troyttir, um felagið áhald­andi skal røkka sínum »benchmark« um at tvífalda søluna á hvørjum ári. – Fartelefonir eru longu nú í ferð við at líkjast einum veruligum PC alt meira. Samstundis er marknaðurin í dag soleiðis háttaður, at talan bert er um tveir ymsar platformar, sum tykjast vinna allan marknaðin. For­ treytin fyri at eitt virus-álop veruliga kann gera um seg, er júst standardisering. Og tí meta vit heilt avgjørt, at marknaðurin um heilt stutta tíð fer at eftirspyrja okkara produktum á hesum marknaðinum, sigur altso føroyska ískoyti til bólkin av ungum stjørnuskotum innan danskt vinnulív. Karl Hilmar Andrea­ sen hevur siglt við Sundabergi í samfull 16 ár. Hann veit tí, hvat hann tosar um: – Jú, Sundaberg er eitt gott skip. Tað fær ikki verðið stórt betri, sigur hann, sum er 2. meistari umborð Fiskiskapur Orð/myndir: Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Tað er ein øgilig stákan her við Kósabrúnna seinnapartin mikudagin. Fleiri trolarar liggja og landa, – teirra millum eis­ini ein av teimum stóru í land­ inum, Sundaberg. Hann kom aftur av sínum seinasta túri leygardagin í farnu viku, og riggar nú til at fara annan túr og á aðra leið enn frammanundan. Túrurin royndist sera væl, og enn er ikki liðugt at fáa alla veiðuna í land. Tað stríðast landararnir við beint nú, og teir noyðast at skunda sær: Kvøldið eftir er ætlanin at leggja til brots til fiskiskap aftur. Umborð á skipinum eru aðrir menn til arbeiðis. Í høll­ ini har verksmiðjan er skal eisini eitt arbeiði gerast: Tríggir mans eru í ferð við okkurt umvælingararbeiði á verksmiðjuni. Og í einum rúmi longur frammi er eisini okkurt arbeiði í gongd. Tað er her vit finna 2. meistaran, Karl Hilmar Andreasen úr Klaksvík. Hann kom umborð á Sunda­berg í 1990, og er sera væl nøgdur við bæði útgerð, amboð og kømrini umborð á trolaranum. – Hetta kann neyvan verða stórt betri, sigur Karl Hilmar, sum í síni tíð eisini var 15 ár við Christian í Grótinum. Viðlíkahald Karl Hilmar hevur siglt við Sundaberg tey seinastu 16 árini. Tá hann skal lýsa hetta stási­liga farið, so krevjast ikki nógv orð til tað: – Hetta er eitt stak gott skip, skal eg siga tær. Og sera liviligt umborð! Arbeiðið hjá Karl Hilm­ ari er fyri ein stóran part í maskinuni, og hesar um­støðurnar eru eisini sera góð­ar. Hóast Sundaberg hevur sløk 19 ár á baki, so kann hann fegnast um, at maskinrúmið er og hevur altíð verið væl hildið viðlíka. – Her eru somuleiðis góðar umstøður, sigur hann. Umframt arbeiðið í maskin­ rúminum hevur Karl Hilmar eisini sítt at gera frammi í fabrikkini. Á frívakt At vera umborð á skipi merkir tað sama sum at øll manningin gongur í føstum vaktum – ein tíð at arbeiða í og ein tíð sum frívakt. Tey nýggjaru skipini hava øll útvegað sær tól og amboð, soleiðis at manningin hevur fleiri møguleikar at stytta sær stundir við enn áður. Tað hevur reiðarí’ið hjá Sundabergi sjálvandi eisini syrgt fyri. Umborð er bæði uppi­halds­ stova við sjónvarpi og tón­ leiki, og verður henda nógv brúkt í tí sambandinum. Til aðrar tíðir spæla menn­ inir nógv kort og dámar Karl Hilmari sera væl, tá ein sjavs­ ur er á skránni. Fótbóltur og tíðindi Tá teir eru lidnir við kort­ spælið og hava hug at royna okkurt annað, so eru eisini møguleikar til tess. – Vit hava eisini parabol, so vit síggja eina rúgvu av kanalum. Her dámar mær ser­liga væl at hyggja eftir fót­bólti og tíðindum, sigur hann. Aldursspennið í manning­ ini er rættiliga stórt. Sjálvur metir Karl Hilmar seg at vera 3. ella 4. elstan umborð. Fleiri yngri eru eisini við, men tað er ikki nakað sum darvar arbeiðinum. – At hava ungfólk við um­borð, – tað er fínasta slag. Tey eru so lívlig, so tað er bara stuttligt at vera saman við teimum, sigur Karl Hilm­ ar við einum brosi. – Eitt gott lív Karl Hilmar hevur sum nevnt verið umborð á Sundabergi síðani 1990. Men tá hann skal líta aft­ur um bak, so kann hann stað­ festa at hann hevur verið til skips í meiri enn 40 ár av lívi sínum. – Eg havi faktiskt verið við skipum síðani 1961. Ja, tað verða nøkur ár tilsamans, sigur hann við einum brosi. Hóast onkur vil halda, at hetta við sjólívinum er bæði hart, keðiligt og einsformigt, er hann ikki samdur í tí. – Eg kenni so ikki til nakað annað. Hetta hevur verið eitt gott lív!, sigur Karl Hilmar. Nei, hann má aftur til ar­beið­is. Tíð er pengar, tá ein skal rigga eitt skip til. Góðan túr. Góðan fiski­ skap! – Her er sera liviligt umborð Sundaberg, sum er bygd­ur í 1988, kom aftur av fi­ski­ skapi seinasta leygardag. Mikudagin riggaðu teir til at fara avstað aftur. Stjórin í JFK Trol, Han­­ us Hansen upplýsti fyrra­ partin ídag, at ætlanin er at mynstra umborð kl. 14 leygardagin. Og síð­ani verður farið til fiski­skap. Sundaberg hevur havt sína kvotu í norskum sjógvi, men hon er upp­fisk­ að. Tí verður farið í ann­an sjógv á hesum túr­inum – Barents­havið. Her eru tríggjar so­nevnd­ ar sonur eftir at fiska í – Russiska sonan, Svald­bards sonan og Gráa sonan. 2. meistarin Karl Hilmar hevur verið við Sundabergi í samfull 16 ár. – Hetta er eitt gott skip, sigur hann Líka síðani 1961 hevur Karl Hilmar verið á sjónum. – Eg kenni ikki til nakað annað enn hetta lívið, sigur hann Á nýggjan túr ímorgin