Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-31, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. mars 2006síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 65 - 31. mars 2006 Valið í Ísrael gjørdist heilt øðrvísi, enn flestu eyg­ leiðarar høvdu spátt. Tey flestu mettu, at nýggi miðflokkurin Kadima fór at vinna stórsigur, men soleiðis gjørdist úrslitið sum kunnugt ikki. Kadima gjørdist størsti flokkur og fer ivaleyst at skipa stjórn men noyðist at gera samgongu við aðrar flokkar. Arbeiðaraflokkurin stóð seg væl og gjørdist næststørsti flokkur. Nú standa sera torførar samgongusamráðingar fyri framman. Hesar sam­ ráð­ingar fara at vera avgerandi fyri gongdina í Mið­eystri. Kadima er sum kunnugt stovnaður sum ein mið­ flokkur, og orsøkin til stovnanina var tann, at Sharon ikki fekk Likud at taka undir við tí politikki, ið hann ætlaði at reka mótvegis palestinum. Eftirmaður Sharons, Olmert, hevur vunnið valið við einum politikki, ið víkur nakað frá politikkinum hjá Sharon, ið neyvan kemur fyri seg aftur. Politikkur Olmerts er, at Ísrael sjálvt setur síni mørk uttanum altjóða samfelagið og uttan samráðingar við palestinsku sjálvstýrisstjórnina. Partur av hesum mørkum skal tryggjast við tí verjugarði ella múri, sum Sharon byrjaði at byggja. Hin vegin er Olmert sinnaður at lata palestinsku sjálvstýrisstjórinini meginpartin av Vestara áarbakka aftur. Hesin politikkur er nógv øðrvísi enn tann politikkur, ið Sharon rak. Hartil kemur, at Olmert einki vil hava við Hamas stjórnina í Ramalla at gera. Hesin polikkur Olmerts er sera vandamikil fyri friðin í Miðeystri, tí hann útilokar palestinsku stjórnina so væl sum altjóða samferlagið. Men Olmert sleppur ikki einsamallur at gera av, hvør politikkur, ið skal rekast. Peres, sum er farin úr Arbeiðaraflokkinum og upp í Kadima, heldur rimmarfast við tann so­ nevnda roadmap politikkin. Hetta merkir, at Peres heldur fast við Olso friðartilgongdina. Peres hevur beint eftir valið greitt frá, hvat hetta merkir. Hetta merkir, at palestinar skulu hava teirra egna stat. Aftur fyri at palestinar fáa sín egna stat, skulu teir semjast við Ísrael um landamørkini, steðga yvir­ ganginum og viðurkenna rætt Ísrales at vera til. Arbeiðaraflokkurin, sum verður við í komandi stjórnini, hevur júst somu støðu sum Peres. Tað er vanlig semja um, at Olmert fær ikki myndað stjórn uttan Peres og eisini Arbeiðaraflokkin, og tí eru nú góðar vónir um frið í hesum parti av Miðeystri. Men leiðin eftir vegakortinum, Road map for peace, til friðar verður ein sera long og tung tilgongd, ið krevur, at øll stórveldi og stóru arabisku londini medvirka. DAGSINS MEINING Sosialurin Leiðin til friðar VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónssekreterur: Inna Törnroos inna@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Durita Simonsen durita@sosialurin.fo Finnbjørg Nattestad finnbjorg@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Lív Højsted Horsdal horsdal@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­‑an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. – Í samband við mis­ eydnaða formansvalið hjá Johan Dahl er nógv komið fram, sum ikki er í tráð við veruleikan. Eitt nú ein analysa hjá útvarpinum, har Sam­ hald verður lagt undir ikki at atkvøða, sum lovað, skrivar Johan Petersen Í tíðindasendingini í út­varp­ inum týskvøldið 28.03. ger útvarpsmaðurin Dia Midjord eina analysu av, hvussu at­kvøðurnar til formansvalið hjá Sambandsflokkinum sein­asta vikuskifti fullu. Í hesi analysuni kemur út­varpsmaðurin fram til, at sambandsfelagið í Eystur­ oynni, Samhald var tvíbýtt, men tá ið avtornaði, var ong­ in atkvøða til Johan Dahl. Ikki spurd Hvussu tað skal lata seg gera, at gera eina analysu av einum vali, sum fer fram skrivliga, má vera sera trup­ ult. Og tá serstakliga, tá ið tú ikki eingang spyrt teir ella tey, sum hava luttikið í valinum! Útvarpsmaðurin hevur rætt í, at Samhald var tví­býtt í síni støðu til hvørt av val­ evnunum atkvøðast skuldi fyri. Nevndin í Samhald tel­ ur ikki færri enn 13 limir, men felagið hevur sum øll hini lokalfeløgini bert 5 atkvøður á landsfundi Sam­ bandsfloksins. Tessvegna hava vit, tá ið veljast skal á landsfundi, eina undanat­ kvøðugreiðslu, har 13 at­kvøður verða kókaðar nið­ur í fimm eftir vanligum regl­um. So einfalt var tað Hetta gjørdu vit eisini hesa­ ferð og var útfallið 3 og 2. Teir fimm nevndarlimirnir, sum fingu til uppgávu at atkvøða, atkvøddu sam­ svarandi hesi avtalu – ann­ að formansvalevnið fekk 3 atkvøður og hitt 2. At­kvøðu­ seðlarnir blivu heilt einfalt lagdir fram á borðið og góð­ tiknir av øllum fimm. So ein­ falt var tað!! Útvarpsmaðurin er kunn­ að­ur um hetta, men hev­ur í skrivandi løtu ikki rætt­að ósonnu analysuna og mis­ tonkiliggeringina av Sam­ haldi. Valið skuldi vera í sátt og semju Viðskurður Johan Dahls eftir formansvalið kom óvart á, serliga tí, at viðhaldsmenn hansara høvdu gjørt vart við, at bæði formansvalevnini høvdu avtalað, at valið skuldi fara fram í sátt og semju. Men kanska var tað líka gott, at útfallið av valinum bleiv so sum tað bleiv við slíkum atburði. Størst av øllum er at vinna á sær sjálvum Størst av øllum er at vinna á sær sjálvum. Tað gjørdi Jóannes Eidesgaard bæði tá ið hann tapti formansvalið móti Maritu Petersen og tá ið hann eftir óhepnu hendingina fyri opnum skermi legði kort­ ini á borðið. Tað var stórt. Og tí kann hann í dag sita sum løgmaður! Eisini Edmund Joensen vísti format, tá ið hann sum sitandi formaður tapti móti Lisbeth Petersen. Hann smekk­aði ikki við hurð­un­ um, og tí kann hann í dag sita sum einmælt valdur løg­ tingsformaður! Um Johan Dahl hevur sama format, fer so tíðin at vísa. Enn er ikki ov seint. Var mær leitandi niðan á Nabb í kvøld 29. mars 2006 til hondbóltskamp millum Neistan og Stjørnuna 1. deild kvinnur. Ikki sørt spenn­ andi, tí síðsti dysturin mill­ um liðini bæði kundi havt givið Neistanum meistara­ heitið, um spælt var javnt ella um tær vunnu sjálvandi síðsta vikuskiftið, men sum kunnugt vann Stjørnan stórt. Undirritaða er Stjørnu fjepp­ari, tað skal ikki verða nøkur loyna, men hinvegin ikki ein, ið møtir upp til dyst, men meira ein, ið fylgir væl við gjøgnum útvarp og sjónvarp, men dysturin í kvøld hevur verið so mikið uppreklameraður av báðum liðunum, at avgjørt var, at fara sær niðan at hyggja. Neistin hevði lýst í útvarp­ inum fyrr um dagin um, at fáa Neista fjepparar at møta fjølmentir og stundisliga,. Hetta ljóðaði sera hugaligt, so sjálvandi skundaði undir­ ritaða sær eisini niðan í góð­ ari tíð, fyri at fáa sitipláss. Uttan at vita nakað um spæli­reglur millum ávikavist Stjørnu og Neista fjepparar, setti undirritaða seg á ein bonk saman við dóttrini og 2 vinkonum, ið búgva í Havn, men eru úr Klaksvík – hesin bonkur skuldi vísa seg at verða í Neista reiðrinum. Orsøkin til, at ein setti seg har, var tí onnur síðan í høllini var stúgvandi full av Stjørnu fjepparum, og vit valdu so at seta okkum so tætt upp á teir sum møguligt, men í Neista reiðrinum. Knappuliga reisir ein persónir seg upp, ið situr framman fyri, vendir sær við og biðjur okkum vinarliga um at flyta, tí hetta er plássið hjá Neista fjepparum! Hesin persónur er formaðurin í Neist­anum Jón Kragesten. Fyri at siga sum er, so helt eg at hann skemtaði, men tað vísti seg, at maðurin meinti tað í rama álvara. Góði Jón Kragesten – sera ódámligt. Ikki nøkur vøkur vælkoma. Høllin er til fyri bæði teg og meg. Um tú reglu­­liga kemur niðan á Nabb, so meti eg ikki tú hev­ ur betur rætt til eitt sitipláss haruppi enn eg. Eg havi gold­ið líka so nógv fyri at komi inn sum tú. Mín 7 ára gamla dóttir, ið er fødd og uppvaksin í Havn, hevði glett seg nógv til at koma til dyst. Hon vildi so fegin sita har vit sótu, tí hon helt við Neistanum. Hvussu heldur tú hon hevur upplivað eina slíka vælkomu? Harafturat so kundi Neista fjeppararnir kanska møtt eitt sindur meira stundisliga, so høllin var stúgvandi full av Neista fjepp­arum, áðrenn onnur ditt­ aðu sær niðan? Annars skal sigast, at vin­ kon­urnar báðar valdu heldur at fara aðra staðir at seta seg, men eg og dóttirin sótu báðar eftir. Tað gekk væl – fólkið rundan um, vísti seg ikki at hava nakran trupulleika av at hava okkum báðar sitandi. Dóttirn rópti og klappaði, tá tað gekk við hjá Neistanum, meðan mamman rópti og klappaði, tá tað gekk við hjá Stjørnuni, so alt í alt ein góð uppliving. Í seinna hálvleiki valdu vit at fara at vitja í hinum reiðrinum, eisini fyri at merkja hýrin (Stjørnu meg­ in), og má sigast, at væl spældi av hjá okkum Klaks­ víkingum. Til-lukku Stjørnan við Føroya Meistara heitinum. Judas býr ikki í Eysturoynni! Johan Petersen Klaksvíkingur, bútsitandi í Havn Johild Ziskason Ein viðmerking til formannin í Neistanum, Jón Kragesten