fríggjadagur 31. mars 2006síða 11
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 31. mars 2006
11
UTTAN ÚR HEIMI
Meiri enn 130 fólk
vóru við ferða
mannabátinum,
sum holvdist og sakk
úti fyri strondini í
Bahrain. Men báturin
hevði bara loyvi at
hava 100 fólk
Vanlukka
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
– Báturin hevði loyvi at sigla
við 100 ferðafólkum, men
felagið, sum leigaði bátin
til útferðina, kravdi, at nógv
fleiri skuldu umborð.
Tað var frágreiðingin
hjá reiðarínum, eftir at ein
ferðamannabátur úr Bah
rain holvdist og sakk ein
lítlan fjórðing úr landi í
gjárkvøldið. Tað var av
besta veðri, tá vanlukkan
hendi, og talsmaðurin hjá
reiðarínum helt, at báturin
kann vera farin runt, tí ov
nógv fólk hava verið í øðrum
borðinum.
Innanríkisráðið í Bahrain
segði í dag, at vanlukkan
kravdi minst 57 mannalív, og
at tey flestu vóru útlendingar.
Eftir ferðafólkalistanum
vóru millum annað 25 bret
ar, 20 filipsoyingar, 10 suður
afrikanar og 10 egyptar við
ferjuni.
Sambært innanríkisráð
num vóru 63 fólk bjargað
á lívi fyrrapartin, og fleiri
skip og kavarar leitaðu sam
an við amerikonskum hern
aðartyrlum eftir teimum,
sum ikki vóru komin afturí
aftur.
Har norðuri í Uganda
doyggja tríggjar
ferðir so nógv fólk
sum í Irak, og 25.000
børn eru burturflutt
og verða brúkt sum
hermenn
Uganda
Árni Joensen
fartekst@mail.dk
Støðan har norðuri í Uganda
er ein av teimum ringastu
vanlukkunum í heiminum.
Tað er niðurstøðan í einari
nýggjari frágreiðing, sum 50
felagsskapir almannakunn
gjørdu í gjár.
Tá Yuweri Musuveni,
forseti, kom til valdið fyri
júst tjúgu árum síðani eftir
eitt kvett, brast kríggj á
har norðuri í landinum,
og bardagarnir ímillum
stjórnarherin og uppreist
rarmenninar í Harrans
Mótstøðuheri halda fram.
ST metir, at umleið tvær
milliónir fólk eru rikin frá
húsi og heimi, og umleið
25.000 børn eru burturflutt,
so tey kunnu virka sum her
menn ella hjálparfólk hjká
Guðs Mótstøðuheri.
Harafturat hava ein fjórð
ingur av øllum børnunum í
Norðuruganda mist annað
ella bæði foreldrini í krígnum.
Teir 50 felagsskapirnir siga,
at Harrans Mótstøðuherur
útvegar sær hermenn við at
burturflyta kvinnur og børn,
men stjórnarhermenninir
eru heldur ikki Guðs bestu
børn.
Tey seinastu trý árini
hevur kríggið har norðuri í
Uganda kravt tríggjar ferðir
fleiri mannalív enn kríggið
í Irak, og hildið verður, at
partarnir hava brúkt einar
10 milliardir krónur til
vápn og annað í sambandi
við kríggið.
Norðmaðurin Jan Egeland,
sum stendur á odda fyri
neyðhjálpararbeiðinum hjá
ST, kom til Uganda í dag at
kanna viðurskiftini. Sjálvur
hevur hann skotið upp at seta
eina serfrøðinganevnd at
kanna virksemið hjá Harrans
Mótstøðuheri, sum er kendur
fyri sína sera harðrendu og
ómenniskjaligu framferð.
Millum felagsskapirnar,
sum hava skrivað frágreið
ingina um støðuna har norð
uri í Uganda, eru Oxfam,
Care, Flóttafólkahjálpin og
Red Barnet.
Tað er verri í Uganda enn í Irak
Hevði ov nógv
fólk umborð
Bjargingarmenn bera eitt lík í land
Mynd: Reuters
Hevði mist lívið av trúnni
Afghanin Abdul Rahman,
sum valdi at taka við kristn
ari trúgv, vil vera við, at
hevði hann ikki sloppið
úr heimlandinum, hevði
trúarskiftið kostað honum
lívið. Abdul Rahman var
ákærdur fyri at hava vent
islamsku trúnni bakið, men
eftir áheitan frá pávanum
og ST varð hann latin leys
ur.
Mikunáttina varð hann
smuglaður út úr Afghan
istan til Italia, har hann býr
á einum loyniligum staði. Í
gjár fingu italsk tíðindafólk
høvi at tosa við hann, og tá
nýtti Abdul Rahman høvi
til at takka pávanum fyri
hjálpina. Hann var heldur
ikki í iva um, at pávin og
ST høvdu bjargað lívi hans
ara.
– Eg eri vísur í, at teir
høvdu gjørt av við meg. Ert
tú annað enn muslimur í
einum muslimskum landi,
verður tú tikin av døgum,
segði hann við tey italsku
tíðindafólkini.
Benadikt pávi XVI sendi
tann 23. mars afghanska
forsetanum, Hamid Karzai,
eitt bræv við áheitan um
at sleppa rættarmálinum
ímóti Abdul Rahman. Tað
sama gjørdi ST, og italska
stjórnin hevur játtað honum
friðskjól í Italia.
Stúra fyri jarðskjálvta
í Kalifornia
70 prosent av fólkinum í
Kalifornia vænta, at ein
harður jarðskjálvti fer at
raka statin, men bara 20
prosent halda, at tey eru
nóg væl fyrireikað til ein
slíkan skjálvta.
Eingin veit, nær ein
møguligur harður jarð
skjálvti verður í Kalifornia,
men tey flestu vænta
ein harðan skjálvta um
ikki so langa tíð. Umleið
helmingurin av fólkinum
halda, at myndugleikarnir
eru nóg væl fyrireikaðir, so
teir verða førir fyri at veita
ta neyðugu hjálpina.
Hinvegin halda nógv
tey flestu, at brýr og stór
ir bygningar í Kalifornia
tola ein harðan jarð
skjálvta, tí tey hava álit á
teimum krøvunum, sum
myndugleikarnir seta til
slíka bygging, skrivar AP.
Nógvar ódnir aftur í ár
Amerikanski veðurfrøð
ingurin Max Mansfield
væntar, at nógvir tropiskir
stormar fara at herja Karib
iska Havið í ár, men tað
kortini ikki verður so ringt
sum í fjør, heldur hann. Í
fjør vóru ikki færri enn
27 tropiskir stormar. Sjey
teirra mentu seg til trop
iskar ódnir, og av teimum
raktu fýra amerikanska
meginlandið, har tær
gjørdu ovurstóran skaða.
Max Mansfield sigur, at
síðani 1995 eru ódnirnar í
karibiska økinum vórðnar
fleiri í tali, og hann og aðrir
granskarar eru á einum
máli um, at tað er tann heiti
sjógvurin, sum er orsøkin.
Teir halda, at eitt tíðarskeið
við nógvum ódnum kann
vara ímillum fimm og 15
ár, og tí kann roknast við
nógvum ódnum nøkur ár
afturat.
Amerikanskir granskarar
kanna í løtuni ódnina
”Wilma”, sum gjørdi um
seg í fjør. Tað serliga við
henni var, at hon menti
seg frá einum vanligum
tropiskum stormi til eina
harða ódn eftir bara 24
tímum.
Árstíðin við tropiskum
stormum og ódnum byrjar
tann 1. juni, og longu
nú er avgjørt, at tann
fyrsti stormurin skal eita
”Alberto”.
Skipa stórt fríhandilsøki
India, Brasil og Suðurafrika
arbeiða við einari ætlan um
ein fríhandilssáttmála, sum
skal umfata lond í trimum
heimspørtum.
Brasilski uttanríkisráð
harrin, Celso Amorim,
sigur, at møguleikarnir fyri
búskaparligum framburði
í Suðuramerikia, Asia og
Afrika er stórur. Hann sig
ur, at tey trý londini eru
næstan liðug við samráð
ingarnar um ein fríhand
ilssáttmála, sum ætlandi
eisini skal umfata lond sum
Argentina, Paraguay, Uru
guay, Botswana, Lesotho,
Namibia og Swaziland.
Tað eru uttanríkisráð
harrarnir í Brasil, India og
Suðurafrika, sum arbeiða
við sáttmálanum, og næsta
samráðingarumfar verður í
september, skrivar AP.