fríggjadagur 31. mars 2006síða 12
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 65 - 31. mars 2006
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Í dag, fríggjadagin 31. mars,
verður Niels Nattestad í Havn
60 ár. Natte er skúlastjóri í
Venjingarskúlanum, og hann
hevur á so mangan hátt og
ikki minst í ítróttini verið
við til at mynda føroyska
samfelagið.
Natte er hvalbingur. For
eldrini vóru Ninna fødd
Jensen (1917-94) og Asbjørn
Nattestad (1914-96). Hon er
úr Porkeri og hann úr Hvalba.
Natte eigur eina systir, Beinta
(1949). Hon er gift Erlandi
Ludvig úr Vestmanna,og tey
búgva í Havn.
Natte hevur búð í Havnini
í hálvt hundrað ár. Hann
kom norður í 1956, tá ið
pápin fekk starv sum fanga
vørður í arresthúsinum. Í
1971 leyk Natte prógv á
Føroya Læraraskúla, og
síðani hevur hann arbeitt á
Venjingarskúlanum. Í 1980
gjørdist hann varaskúlastjóri,
og síðani 1996 hevur hann
verið skúlastjóri. 1977-
78 var hann á ársskeiði á
Fróðskaparsetri Føroya, og
í 1983 var hann í nakrar
mánaðir á skeiði á Danmarks
Højskole for Legemsøvelser.
Harafturat hevur hann verið
á øðrum skeiðum í eitt nú
føroyskum og fyriskipan.
Í
skúlahøpi
hevur
Natte millum annað verið
nevndarlimur í Føroya Skúla
bókagrunni 1980-85, limur
í Landsskúlaráðnum 1995-
1996, millum teirra sum í 1973
tóku stig til skúlaítróttardagin,
fyrsti formaður í ítróttar
lærarafelagnum, sum varð
stovnað í 1975, og limur í
musikkskúlanevndini hjá
Tórshavnar kommunu.
Sum spælari og sum
venjari, dómari, fyriskipari,
nevndarlimur og formaður
hevur Natte so at siga alla
sína tíð verið uppi í ítrótti og
serliga hondbólti. Sum blað
ungur spældi hann fótbólt í
B36, og hann hevur spælt
flogbólt og verið FM vinnari
við NFL og HB.
Serliga virkin hevur
hann verið í Kyndli. Har
kom hann á besta liðið í
1965, og hann helt fram
til 1982. Natte hevur altíð
havt serligan áhuga fyri
ítróttarhagtølum. Tí verður
her við heimasíðuni hjá
Kyndli sum keldu staðfest,
at Natte er skrásettur at vera
tann Kyndilsspælarin, sum
oftast hevur umboðað felagið
– 665 dystir og 2168 mál! Av
teimum eru 146 dystir á besta
liðnum í landskappingini
og 12 dystir í Europa Cup.
Trettan ferðir var hann á
Kyndla liðnum, sum vann
FM, og 35 ferðir var Natte
á hondbóltslandsliðnum.
Í Kyndli hevur Natte verið
venjari og dómari. Hann
hevur verið nevndarlimur
1966-67, 1970-76. 1979-
85 var hann formaður í
felagnum. Nú er hann
skrivari og í blaðnevndini.
Í sambandi við 50 ára føð
ingardagshaldið nú um dag
arnar er hann við til at leggja
minningarritið til rættis,
sum ætlanin er skal koma
út seinni í vár.
Síðst í seksti árunum var
Natte formaður í Fót- og
Hondbóltsdómarafelag
Føroya. 1978-79 var hann
limur í hondbóltsdeildini
hjá ÍSF, 1984-88 var hann
formaður í Hondbóltssam
bandi Føroya, og harafturat
hevur hann havt eina rúgvu
av øðrum álitisstørvum í
ítróttinum. Millum annað
var hann nevndarlimur
og formaður í ungdóms-
og menningardeildini hjá
ÍSF 1980-84, og hann var
stjórnarlimur í ÍSF 1982-
88. Natte var formaður í
fyrireikingarnevndini undan
Oyggjaleikunum, sum vóru
í Føroyum í 1989. Tá ið
ÍSF í 1989 í sambandi við
50 ára dagin gav minnisrit
út, var Natte ein av trim
um í ritstjórnini. Fyri ítrótt
arvirksemið hevur Natte frá
ÍSF fingið gullmerki.
At Natte hevur verið og er
ógvuliga virkin maður sæst
eitt nú aftur í, at hann eisini
hevur havt stundir til og hev
ur lagt arbeiði í LIONS, har
hann var formaður 1995
- 1996, at hann hevur verið
nevndarlimur og formaður
1987-1996 í valfelagnum
hjá Sambandsflokkinum í
Suðurstreymi, Føroya Væl,
og limur í landsstjórnini
í
Sambandsflokkinum
1991 – 96. Hann var eisini
blaðstjóri á avhaldsblaðnum
Glaðustrok í 1980 og 1981.
Í fleiri ár hevði Natte saman
við øðrum forlagið Dropan.
Aðalmálið hjá teimum var
at geva dygdar barnabøkur
og ungdómsbøkur út. Bæði
uppruna bøkur og umsettar
bøkur. Natte hevur umsett
barna- og ungdómsbøkur og
eisini onkran sjónleikin.
Frá 1989 og næstu sekstan
árini legði Natte saman við
Sverra Egholm, sála, til
rættis jólaheftið Birting, og
frá 1994 og fram til 2005
var hann nevndarlimur í
Leikpalli Føroya.
Tað sigur seg sjálvt, at
maður, sum hevur fingist
við so nógv, er óvanliga
arbeiðssamur. Skoðsmálið,
sum hann fær frá teimum,
sum hava arbeitt saman við
honum, er, at hann er álítandi,
hevur bæði beinini á jørðini
og hevur samstundis visjónir.
Natte dugir væl at skemta,
hann er áhugaður í fólki og
slekt, og at hann fylgir væl
við og hevur stóra almenna
vitan, hevur eitt nú verið
staðfest, tá ið hann hevur
luttikið í spurnarkappingum
í útvarpinum.
Natte giftist 8. mars í 1969
við Oddvá fødd Joensen og
ættað úr Syðrugøtu. Børnini
hjá teimum eru Finnbjørg,
Beinta og Ásbjørn. Tey
búgva øll í høvuðsstaðnum,
og Natte eigur sjey abbabørn
(tað 8. er á veg) 4 dreingir og
3 gentur.
Føðingardagurin verður
hildin leygardagin 1. apríl á
arbeiðsplássinum saman við
starvsfólki, familju, vinum
og kenningum.
Niels Nattestad 60 ár
15. mars fekk Jónas ein
lítlan beiggja, sum var
53 cm. Langur og vigaði
3.450 gr. Teir búgva í
Herlev, og foreldrini eru
Heidi og Fróði Madsen.
18. mars fingu Jóhann, Jørmund, Olga og Jógvan ein
lítlan beiggja, hann vigaði 3850 gr. og var 55 cm langur.
Foreldrini eru Torkil og Malena Hansen úr Fuglafirði
21. mars fingu Kirstin
og Høgni Hammer,
búsitandi í Herlev, eina
dóttur. Hon eitur Eyð
Høgnadóttir Hammer,
vigaði 5040 gr. og var
56 cm. long
6. mars fingu Lisette og J. Hendrik Sigurstein, Tórshavn,
eina dóttur. Hon var 54 cm. long og vigaði 4250 gr.
21. mars fingu Eva og Jákup Midjord, Hvalba, ein son.
Hann var 53 cm. langur og vigaði 3850 gr.
22. mars fingu Helen Hjelm og Hans Jákup Debess, Vágur,
ein son. Hann var 53 cm. langur og vigaði 3510 gr.
23. mars fingu Jákubina Thomassen og Brian Johannesen,
Toftir, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3200 gr.
24. mars fekk Linda Toftegaard, Fuglafjørður, ein son.
Hann var 54 cm. langur og vigaði 4000 gr.
26. mars fingu Jógvan og Alexia Hentze, Sørvágur, ein
son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4300 gr.
27. mars fingu Gurli S. Joensen, Miðvágur og Vilhelm
Hansen, Sandavágur, eina dóttur. Hon var 52 cm. long
og vigaði 3190 gr.
27. mars fingu Beinta Joensen og Mikkjal Miðalberg
Johannesen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 52 cm. long
og vigaði 3300 gr.
28. mars fingu Barbara og Hallur Durhuus, Hoyvík, ein
son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 4635 gr.
28. mars fingu Irena og Signar Holm, 900 Vágur, ein son.
Hann var 49 cm. langur og vigaði 3000 gr.
28. mars fingu Bettina Bonde og Carl Johan H. Simonsen,
Århus, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4100
gr.
29. mars fingu Natascha og Poul Erik Johannesen, Vest
manna, ein son. Hann var 52 cm. langur og vigaði 3720
gr.
75 ár
Leygardagin 1. apríl fyllir
Una Hentze, Tórshavn,
75 ár. Hon er burturstødd
føðingardagin.
Prógv
Tann 24. mars fekk Hildi
gunn P. Joensen, Leirvík,
prógv sum løgfrøðingur
við Universitetið í Keyp
mannahavn.
Konfirmatión í
Danmark
Sunnudagin 2. apríl kon
firmerast í Nakskov Jón
Mohr Olsen, Hósvík,
sonur Ellu Olsen, Hósvík
og Bjarna Mohr, Tórshavn.
Adr.: Svingalsallé 39,
4900 Nakskov.
Tíðindaskriv
7-11 apríl skipa Samverka
menn fyri listaframsýning
í Smiðjuni í Lítluvík. Høvið
verður at keypa listaverkini, ið
sýnd verða fram. Listafólkini,
sum hava latið sínar málningar
til átakið eru: Ásla Rannvá
Svensson, Edith Mørkøre,
Eli Smith, Eyðun av Reyni,
Hedvig Jóhansdóttir, Kári
Svensson, Ólavur á Váli,
Petur Prent og onnur.
Samverkamenn er ein
føroyskur
trúboðarafel
agskapur, ið serliga arbeiðir
ímillum asiatar og muslimar.
Lærisveinaskúlin er ein
verkætlan, ið gevur pak
istanum, ið lítlar og ongar
møguleikar hava at fáa
bíbliuundirvísing, møgu
leika fyri, í 30 dagar, at
koma til eitt leguhús og fáa
góða og viðkomandi bíbliu
undirvising.
Smiðjan verður opin dag
arnar 7-11 apríl frá kl.15-20,
leygardagin og sunnudagin
verður tó opið frá kl. 13-
21. Til ber at lesa meira um
tiltakið og síggja nøkur av
listaverkunum á heimasíðuni
www.samverkamenn.org.
Listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík