fríggjadagur 31. mars 2006síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 - 31. mars 2006
13
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Kistan við Niels Ole
Lykke fer úr kapellinum
á Landssjúkrahúsinum
fríggjakvøldið klokkan
17.30.
Jarðarferðin
verður úr Kollafjarðar
kirkju leygardagin kl.
14. Sungið verður úr
sálmabókini. Tey, ið
vilja minnast Ole, kunnu
lata eina peningagávu
til Føroyskt Cystisk
Fibrose felag. Konta í
peningastovnunum.
Petur Sofus Juul í
Funningi andaðist í
heiminum týskvøldið
28. mars, 76 ára gamal.
Jarðarferðin verður úr
Funnings kirkju leygar
dagin kl. 14. Sálmabókin
verður nýtt. Tey, sum
vilja minnast Petur
Sofus, kunnu lata eina
peningagávu á konto í
Føroya Sparikassa.
Erling
Michelsen,
Tórshavn, fer til gravar frá
kirkjugarðskapellinum
leygardagin 1. apríl,
kl.
13.
Bønarhald
verður í Landssjúkra
húskapellinum fríggja
kvøldið kl. 19. Tey, ið
ynskja at minnast Erling,
kunnu lata eina gávu til
Kristnastovu; konta í
peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Dagurin í morgin
1.apríl. Hugo, deyður í 1132. Biskupur í Grenoble í
Fraklandi. Týskt navn, sum merkir tann skilagóði ella
vísi.
2. apríl. Teodosius. Kann vera navnið á rómverska
keisaranum Teodosiusi Stóra, sum doyði í 395. Men teir
halda, at líka skjótt hevur dagurin navn eftir kristnari
gentu Teodosiu, sum varð tikin av døgum umleið ár 300.
Viðhvørt verður hesin dagurin róptur Teodorius.
Nikolai Mohr doyði hendan dagin í 1790.
3. apríl. Nikaitas, deyður í 824. Abbati í Grikkalandi. Í
fornkirkjuni hildu teir, at 3. apríl var dagurin, tá ið Kristus
varð krossfestur.
Í dag, fríggjadagin 31. mars,
verður Jens H. Jensen í
Tjørnuvík 50 ár. Jens er løg
reglumaður, og hann hevur
nógvu tey seinastu árini
verið ein teirra, sum hevur
stríðst fyri at fáa bilbukt við
misnýtsluni av rúsevnum.
Jens er klaksvíkingur.
Foreldrini eru Amanda
fødd Mikkelsen og ættað
av Vágsheygnum, og Karl
Hansen, ættaður av For á
Nesi í Eysturoy, og í Klaks
vík nevndur Tofta Karl.
Hann doyði í 1993. Amanda
býr framvegis í húsunum,
sum hon og Karl bygdu á
Uppsalaeiði. Tey fingu fýra
synir: Jákup (1951), Jens
(1956), Rani (1962) og Finn
(1966). Jákup býr í Havnini,
Jens í Tjørnuvík, og Rani og
Finn búgva í Klaksvík.
Karl hevði snikkaraverk
stað úti í Klaksvík. Hann
hevði fleiri sveinar í arbeiði,
og nógvir lærdu til snikkara
hjá honum. Millum teirra var
Jens. Hann varð avlærdur í
1978.
1. august í 1979 fór Jens
undir politista útbúgvingina
í Keypmannahavn. Eftir
lokna útbúgving í 1982 varð
Jens settur í starv í Klaksvík.
1. mai í 1983 varð hann pol
itistur í Vágum, og síðani
1. mai í 1986 hevur hann
arbeitt í Havnini. Hann hevur
roynt seg á so at siga øllum
økjum í politistaarbeiðnum.
Eitt nú var hann eitt skifti í
ferðslupatruljuni, og síðani
fyrst í níti árunum hevur hann
verið á kriminaldeildini.
Jens er nærlagdur, og hann
hevur góð evni at samskifta,
og hann er sera fyrikomandi.
Hesir eginleikar saman við
sáttligu og myndugu fram
ferðini munnu ivaleyst hava
verið viðvirkandi til, at Jens
ofta hevur leiklutin sum tals
maður. Hann er at síggja og
hoyra í fjølmiðlunum, og
hann vitjar á skúlum og hevur
vitjan á arbeiðsplássinum av
skúlanæmingum.
Jens giftist í 1986 við Hansinu
Jensen úr Tjørnuvík, sum er
fødd í 1964. Longu sum 12
ára gomul var hon foreldraleys
– pápin, Pól Jóhannes, datt
oman undir vegarbeiði í
1968, og mamman, Dagny,
doyði av krabbameini í 1976.
Pápabeiggi Hansinu, Jens
Michael, búði hjá beiggjanum
Frammi á Grønagarði, og
mammubeiggin, Meinhard
Heimaraklett, var framman
undan, at Dagny doyði, fluttur
inn til systrina. Hansina búði
saman við mammubeiggjanum
og pápabeiggjanum, og Jens og
Hansina giftust inn Frammi á
Grønagarði. Børnini hjá Hans
inu og Jens eru Jens Michael
(1991) og Amanda (1994).
Jens er virkin á so mong
um økjum. Blaðungur fór
hann at spæla baryton í
Klaksvíkar Hornorkestri
og stutt eftir trombon ella
trekkbasun. Síðani hann
flutti til Havnar at arbeiða,
hevur hann spælt í GHM, og
tað kemur framvegis fyri, at
hann ferðast til Klaksvíkar at
hjálpa sínum gomlu bygdar
monnum at blása.
Í Javna hevur Jens tikið
sítt tørn. Hann varð valdur
í nevndina í 1987, og árið
eftir gjørdist hann formaður.
Tann sessin røkti hann inntil
í 1993, tá ið hann av Føroya
Landsstýri varð tilnevndur
at vera formaður í Ráðnum
fyri brekað. Har sat hann í
fýra ár. Síðani 2004 hevur
Jens verið limur í Fyribyrg
ingarráðnum.
Tjørnuvíkingar eru óførir
at varðveita Kingo sang
traditiónina. Jens er ein av
Kingo sangarunum, og í
bygdarlívinum er hann uppi
í so nógvum. Tvær merkur
av ogn eru í húsinum, og
Jens er í hagastýrinum fyri
Sjeyndir. Jørðin í Tjørnuvík
– 24 merkur – eigur Stakkin,
og Jens er við, tá ið teir
røkja og søkja Stakkin. Tá
ið teir í 1997 skipaðu fyri
væl eydnaða tiltakinum
Tjørnuvík fyrr og nú, var
Jens ein av fyrireikarunum.
Í mong ár hevur hann verið
í kirkjuráðnum.
Føðingardagin er Jens
burturstaddur.
J
Jens Jensen 50 ár
Alif Hansen, Signabøur:
Farin frá sum teknikari hjá MRCC
Fríggjadagin 31. mars er
seinasti arbeiðsdagur hjá
Alif Hansen, radioteknikara
á MRCC-støðini ella Sjóv
bjargingarstøðini (Tórshavn
Radio), har hann hevur arbeitt
síðan fyrst í 80-unum.
Hóast Alif alment fer
úr starvi, kemur hann at
virka eina tíð afturat sum
ráðgevi. Hansara yrkisleið
sum radioteknikkari í ein
heilan mansaldur hevur ver
ið líka frá teimum gomlu
radiorørunum til nútíðar
digitala tøkni.
Alif er havnarmaður,
sonur ein av kendastu jarn
smiðjum í Havn, Hans Han
sen, vanliga kallaður Hans
hjá Lutherusi, sum átti og
rak Smiðjuna í Lítluvík, har
sum listaframsýningar eru
í dag. Har sleit Alif sínar
barnaskógvar og lærdi nógv
jarnsmíð. Mamman var Gud
did, ættað úr Hósvík.
Alif lærdi til radiomek
anikara á einum Philips-
radioverkstaði í Keyp
mannahavn frá 1954-58.
1.mars 1960 kom hann
í starv hjá Fyr- og Vager
væsenet, tað sum í dag eitur
Farvandsvæsenet. Hann byrj
aði í Vági, men varð skjótt
fluttur til Eiðis, har hann
arbeiddi sum teknikari á Lor
anstøðini. Har var hann til
fyrst í 70-unum, tá hann fekk
starv sum verkstaðsleiðari á
radioverkstaðnum hjá Mar
stein í Havn.
Fyrst í 80-unum kom
hann í starv á MRCC-støð
ini, sum tá hoyrdi undir Post
& Telegrafvæsenet. Starvs
felagarnir siga, at teir hava not
ið nógv gott av góðu evnunum
hjá Alif, bæði sum handverkari
og sum radioteknikari. Eingin
uppgáva er so torfør, at Alif
ikki kann loysa hana. Hann
heldur seg eisini sera væl
uppdateraðan reint tekniskt.
Og nú MRCC stendur fyri
stórum digitalum útbygg
ingum, so er Alif álitið. Hann
hevur ongantíð arbeitt harðari
enn nú, fyri at dagføringin av
Tórshavn Radio skal eydnast
til fullnar, so øll vera nøgd,
tá tendrað verður fyri nýggju
útgerðini, væntandi beint áðr
enn jól í ár.
Alif er giftur Hansinu, f.
Djurhuus, av Glyvrum, og
tey búgva á Signabø, har
hann hevur ein 28-fót bát, ið
hann sjálvur hevur innrættað
og bygt upp. Tey hava keypt
sær eini hús við Limfjørðin,
har hann kanska fær høvið
til at flota bátin av og á.
Børnini hjá Alif eru:
Kári, sum býr í Kvívík,
Heidi, sum býr í Danmark,
og Sanna, sum býr í Havn.
Abbabørnini eru sjey í tali,
og langabbabørnini eru
tvey.