fríggjadagur 31. mars 2006síða 14
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 65 - 31. mars 2006
Í døgunum millum
5. og 7. apríl verður
stór vinnuráðstevna
í Føroyum. Íslendski
forsætismálaráðharrin
Halldór Ásgrímsson
kemur á vitjan, og
við honum kemur
ein sendinevnd
av íslendskum
umboðum fyri vinn
una. Saman fara tey
og føroyingar at gera
sítt til, at fáa enn
meiri samstarv í lag
landanna millum.
Tað er Íslendska
Útflutningsráðið
saman við føroysku
Menningarstovuni
sum skipað fyri
tiltakinum
Rókur Jákupsson Jakobsen
rokur@sosialurin.fo)
Islandic Business
Delegation
Um fáar dagar verður
ein vinnuráðsetvna í Før
oyum. Islandic Business
Delegation kemur hendan
vegin at fremja samstarvið
landanna millum, og í hesum
sambandi gjørdi Sosialurin
eitt prát við Vilhjálm Guð
mundsson, sum er mark
naðar leiðari í Íslendska Út
flutningsráðnum. Eitt prát
sum snúði seg um fyrireik
ingarnar til føroyaferðina og
annað.
Villhjálmur sigur at byrja
við, at Íslendska Útflutn
ingsráðið javnan fer á
tílíkar handilsferðir. Fyri
nøkrum árum síðan plagdu
tey at gera umleið tvær
ferðir um árið, men yvir
tey seinastu árini er hetta
talið økt heilt upp í einar 8
ferðir um árið. Umboð fyri
vinnuna hava verið nógv í
Eysturevropa, men eisini í
meiri fjarskotnum londum,
so sum Kina, USA og India.
Villhjálmur greiður frá, at tá
ið umboð fyri vinnuna vóru
í India, møttu teir teirri før
oysku sendinevndini sum
var í India samstundis.
Vanliga er tað Útflutn
ingsráðið, sum kemur við
hugskotum til politikarar.
Teir ger eina kanning av
vinnuni, og kunna síðan tey
ymisku Ráðini um teirra
úrskurð. Men hesaferð
var øðrvísi. Íslendski for
sætisráðharrin, Halldór
Ásgrímsson, skeyt upp at
farast skuldi til Føroya, í
kjalarvørrinum á Íslands
sáttmálanum, sum gevur
føroyingum og íslendingum
rættindir at nýta marknaðin
hjá hvørjum øðrum sum egn
an heimamarknað. Útflutn
ingsráðið metti hetta vera
eitt frálíkt hugskot, og so
var fari í holt við at fyrireika
ferðina.
Øktur áhugi
Hetta er ikki fyrstu ferð, at
Íslendsk umboð fyri vinnuna
eru í Føroyum. Tey vóru her
fyri fimm árum síðani, men
Villhjálmur dylur ikki fyri,
at áhugin í Íslandi er nógv
størri hesaferð. “Vit hava
veruliga merkt ein vaksandi
áhuga haðani”, sigur Vill
hjálmur. “Eg eri vísur í at
tað er Íslandsáttmálin sum er
beinleiðis orsøkin til hetta,
tí at hann ger vinnuliga sam
starvið millum Ísland og
Føroyar rættiliga áhugavert”,
greiður Villhjálmur frá.
Ætlanin er at fáa sam
starv í lag við føroyskar
fyritøkur. “Vit vilja fegin
hava eitt tætt samstarv við
tí føroysku vinnuna. Tað er
longu nú onkrar fyritøkur
í Íslandi, sum síggja før
oyska marknaðin sum sín
heimamarknað. Tískil er tað
spennandi hjá tí Íslendsku
vinnuni at koma til Føroya
at leita eftir møguligum
samstarvsfeløgum”. Vill
hjálmur vísur á, at Íslendski
útflutningurin til Føroya er
rættiliga breiður og ymiskur.
“Hetta er eitt frálíkt høvið
hjá vinnunum báðum at hitt
ast og menna hvørja aðra”,
sigur hann.
Fáa fundir í lag
Villhjálmur sigur at hjá teim
um fyritøkum, sum vilja lut
taka í ráðstevnuni, er tað
týdningarmikið, at tær royna
at fáa ein ella fleiri fundir í
lag við Íslendskar fyritøkur.
Hetta kann lættliga gerast
við at klikkja seg inn á
heimasíðuna www.icetrade.
is/en. Haðani er tað lætt at
finna framá tilfarið um tí
føroysku sendinevndina,
og so kann ein fyritøka
fáa fundir í lag bara við at
klikkja á tær fyritøkur, sum
teimum ynskir at fundast við.
Villjhálmur Guðmundsen
vísur á, at tey sum ikki hava
fingið nakrar fundir í lag
enn, áttu at skunda sær at
gjørt hetta, tí at tíðarfreistin
nærkast.
Vilhjálmur greiður frá, at
skráin fyri vinnuráðstevnuna
er spennandi og tøtt. Byrjað
verður mikudagin 5. apríl við
eini sonevndari “briefing”,
fyri okkara íslendsku gestir.
Her fara Útflutningsráðið og
Menningarstovan at greiða
frá sínum arbeiði.
Dagin eftir, hósdag 6.
apríl verður so tað stóra
slagið. Dagurin verður býtt
ur upp í fýra partar. Lagt
verður út við nøkrum work
shops, sum skulu fáa dialog
millum luttakandi partarnar.
Hesar workshops verða sett
ar saman á ymiskan hátt,
soleiðis at øll kunnu fáa
sum mest burturúr. Evnini
í hesum workshop eru hesi:
Fríhandil, hátøkni-ídnaður
og endurnýtsla.
Aftaná hetta, verður høvið
hjá fyritøkum at fundast. Tað
er hetta, sum Villhjálmur
leggur størstan dentin á, tí
at tað er so týdningarmikið
at vit fáa samstarv í lag land
anna millum, sigur hann.
Kl. 17.00 verður so eitt
seminar hvar ið forsætis
málaráðharrin fer at røða.
Vónandi sleppur forsætis
ráðharrin eisini at upplivað,
at fyritøkur undirskrivað
avtalur á hesum seminari.
Dagurin endar við einum
góðum nátturðabita.
Dagin eftir fer sendinevnd
in at vitja ymiskar føroyskar
fyritøkur. “Tað er altíð
spennandi at síggja hvussu
fyritøkur verða riknar. Tað
plagar at vera læruríkt fyri
allar partar”, greiður Vill
hjálmur frá.
Hann sigur at tað er
ómetaliga týdningarmikið
at vit royna at fáa enn meiri
samstarv í lag. Tað eru longu
nógvar fyritøkur sum hava
førkað seg inn í marknaðin
hjá grannalandinum, og
soleiðis eigur tað eisini at
vera. “Tílík tiltøk eru lívs
neyð ug fyri vinnuna í báð
um londum. Vit mugu royna
at samstarva og fáa sum
mest burturúr. Við Íslands
sáttmálanum hava fyritøkur
í Íslandi og Føroyum voksið
um sín heimamarknað, og
við hesum eru møguleik
arnir nógv fleiri hjá øllum
fyritøkum”, sigur Villhjálm
ur Guðmundsson at enda.
Til Føroya at skapa samstarv
Forsætismálaráðharrin verður
við á vinnuráðstevnuni í
Føroyum í døgunum 05.-07.
apríl
Villhjálmur Guðmundsson