fríggjadagur 31. mars 2006síða 15
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 65 • Fríggjadagur • 31. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo
SMS-fjepp
Annars haldi
eg… er heitið á
nýggja teiginum í
ÍtróttarSosialinum,
har fjepparar úr
øllum landinum
hava møguleika at
siga sína hugsan
um dystin, sum teir
sóu
SMS
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Nú fótbólturin aftur
fer á rull, fara vit her á
Sosialinum undir fleiri
bæði nýggjar og spenn
andi tættir.
Ein av hesum verður, at
vit nú geva tykkum øllum
møguleikan at verða part
ur av tí, sum skrivast
skal um ymsu dystirnar
í Formula-deildini.
Einasta, sum skrivandi
fólkið skal gera, er at
senda eini SMS-boð á
tlf. 1441. Boðini skulu
byrja við orðinum »bolt«
og síðani kann skrivast
júst tað, sum hugurin og
lagið er til í mangan heitu
løtunum eftir dystin.
Saman við umrøðuni
av einstaka dystinum
mánadagin, velja vit her
á redaktióni so tær við
merkingarnar, sum vit á
einhvørjan hátt halda vera
tær mest beinraknu og
kanska eisini stuttligastu.
Hartil koma aðrar av
viðmerkingunum eisini á
sportal.fo. Fyri at halda
fast í redaktionellu linjuni
á blaðnum, skal navnið á
avsendara sendast saman
við SMS-boðunum.
Sæð burtur frá vanliga
gjaldinum fyri eitt SMS,
verður eingin kostnaður
av tænastuni fyri brúkar
an. Enn eru tað bert tele
fonir hjá Føroya Tele,
sum kunnu senda boð
inn á 1441
Illir, glaðir, stuttligir,
kjaftabreiðir ella bara
áhugaðir fjepparar
hava frá sunnudegnum
møguleika at senda inn
SMS-viðmerkingar um
dystirnar í Formula-
deildini
Sunnudagin kemur
ein serbiskur
leikari til Føroya at
royndarvenja við HB
Royndarvenjing
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Talan er um ein 27 ára
gamlan miðvallarleikara, ið
eitur Panic. Í HB høvdu tey
vónað, at serbiski leikarin
longu var komin til landið,
men so var ikki.
Sær spennandi út
Steinfinn Mittelstein, stjóri
í P/f Havnar Fótbóltur, sig
ur, at teir í HB hava fing
ið upptøkur sendandi av
serbiska leikaranum, og at
hann sær ógvuliga spennandi
út.
– Nú bleiv tað ikki til nakað
við Milan Kuljic, og tí hyggja
vit upp á hendan leikaran.
Hann er ein offensivur mið
vallari, og vit eru spentir at
síggja hann venja við hóp
inum hjá okkum. Í fyrstu
atløgu er talan so um eina
royndarvenjing, og so mugu
venjararnir báðir taka støðu
til, um talan er um ein leik
ara, ið kann styrkja um hóp
in, sigur Steinfinn Mittel
stein.
Stjórin í Havnar Fótbólti
sigur eisini, at viðurskiftini
hjá pólverska venjaranum hjá
HB, Krzystof Popczynski,
enn ikki eru komin upp á
pláss. Málið liggur í løtuni
í Danmark, har tað verður
viðgjørt, og hóast leiðslan
í HB fleiri ferðir hevur rykt
eftir einum svari, hava teir
einki frætt.
Serbi skal royndarvenja við HB
Í morgun skrivaðu
Kaupthing og ungi
telvarin Helgi
Dam Ziska undir
stuðulsavtalu, ið er
galdandi fyri næstu
tvey árini. Við nýggju
avtaluni fær Helgi
møguleika fyri eitt nú
at fáa ein útlendskan
venjara hendanvegin
Stuðulsavtala
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Fyri fyrstu ferð í føroyskari
talvsøgu hevur ein einstak
ur telvari fingið eina stuð
ulsavtalu við eina fyritøku.
Talan er ikki óvæntað um 15
ára gamla Helga Dam Ziska,
ið hesar seinastu mánaðirnar
av álvara hevur sligið navn
sítt fast í norðurlendska talv
heiminum.
Størsta talentið í
føroyskum ítrótti
Á tíðindafundi í Kaupthing
bleiv stuðulsavtalan millum
Helga Dam Ziska og Kaup
thing undirskrivað av Peter
Holm, stjóra í Kaupthing og
Andrias Ziska, pápa Helga.
– Tað passar ógvuliga væl
inn í politikkin hjá okkum
at gera eina slíka avtalu við
Helga. Vit meta, at hann er
størsta talentið í føroyskum
ítrótti í løtuni, og hann er
ein ógvuliga miðvísur ungur
maður, ið satsar upp á sína
ítrótt, segði Peter Holm á
tíðindafundinum.
Pápi Helga, Andrias, var
ógvuliga takksamur vegna
Helga, at Kaupthing hevur
valt at stuðla soninum.
– Eg vil fegin takka Kaup
thing fyri, at teir av sínum
eintingum hava tikið hetta
stig, sum er ógvuliga óvan
ligt. Hetta ger tað møguligt
hjá Helga at røkka 2.400
stigum í rating og einum
IM normi. Sjálvur hevur
Helgi sett sær sum mál at
gerast stórmeistari, og tað
er sjálvsagt altíð gott at
hava sett sær høg mál, segði
Andrias Ziska.
Gevur møguleikar
Avtalan millum Kaupthing
og Helga Dam Ziska er
galdandi næstu tvey árini,
og hon umfatar eina fasta
upphædd, sum Kaupthing
letur Helga árliga, og har
afturat er onkur bonusskipan
knýtt at avtaluni. Tað merkir,
at røkkur Helgi ymiskum
málum, gevur hetta nøkur
eyka oyru í kassan hjá unga
telvaranum.
Helgi Dam Ziska var eisini
sjálvur ógvuliga fegin um at
hava fingið eina persónliga
stuðulsavtalu.
– Við hesi avtaluni havi
eg nú fingið nógv størri
møguleikar at fara uttan
lands at taka lut í altjóða talv
kappingum. Eg fari fyrsta
dagin av landinum, tí eg skal
til EM í Turkalandi, sum er
ein ógvuliga hørð kapping,
segði Helgi Dam Ziska.
Hann segði eisini, at mál
ið hjá honum í EM-kapp
ingini er at røkka triðja IM-
norminum, men at hann ikki
gerst vónbrotin, um tað ikki
eydnast honum, tí talan er
um sera sterka kapping við
umleið 130 telvarum.
Bæði Helgi og pápi hansara
fegnast um, at ein dreymur,
ið nú kann gerast veruleiki
við nýggju stuðulsavtaluni,
er, at Helgi nú kann fáa ein
útlendskan venjara at koma
til Føroya at venja hann.
– Tað er sjálvsagt eitt týð
andi stig í menningini, og við
hesi avtaluni ber tað nú til at
fáa ein útlendskan venjara
til Føroya í eitt avmarkað
tíðarskeið, segði Andrias
Ziska.
Kaupthing stuðlar Helga
Peter Holm, stjóri í Kaupthing, og Andrias Ziska, pápi Helga, heilsast eftir at hava skrivað undir stuðulsavtaluni millum
Kaupthing og Helga Dam Ziska. Millum teir báðar situr Helgi sjálvur
Mynd: Jens Kr. Vang