Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-31, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. mars 2006síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 65 - 31. mars 2006 Hóast umskipanir hjá báðum teimum fremstu frá í fjør, so eru ráðini til royndir ikki tey heilt stóru, nú Skála og B36 hittast longu fyrsta umfarið Upptakt Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað eru føroyameistarar móti silvurvinnarum longu í fyrsta umfarinum, tá B36 sunnudagin vitjar á Skála. Men hóast bæði liðini aft­ ur verða mett millum teirra, sum av álvara kunnu gera seg galdandi, so er talan í ávísan mun um rættiliga ham­skift lið. Seinni Skála-lið Hjá heimaliðnum eru tveir av heilt stóru profilunum ikki við í ár. Hanus Thorleifsson verður sunnudagin á vitjandi liðnum á Skála, meðan mið­ vallarmotorurin seinnu ár­ini, Nenad Stankovic, ikki longur er í felagnum. Og hartil er Iulian Florescu heldur ikki at síggja. Allir profilar, sum kunnu verða tungir at missa - eisini hóast nýtt og spennandi fólk er sett ístaðin. Tað merkir, at Skála ehlst noyðist at umstilla sítt spæl nakað, soleiðis at tað kanska ikki gongur heilt so skjótt fyri seg, tá farið verður niðan eftir vøllinum, samstundis sum tað eisini ræður um at finna nýggjan makkara til Paula G. Hansen á sentrala miðvøllinum. Verður tosað um fráveru, er Bogi Gregersen einasti Skála-spælarin, sum er eitt lítið sindur ivasamur, men roknað verður tó við, at hann er tøkur. Kvikari B36-lið Hjá B36 hevur broytingin kanska verið hinvegin. Sum meistarar skeyt liðið óvanliga fá mál í fjør, men hinvegin syrgdi krútsterka verjan - og málverjin - fyri, at gullið hóast alt kom til høldar. Missurin av Pól Thor­ steins­son í verjuni og Inga Højsted á miðvøllinum tyk­ ist hava tikið nakað hesum verjustálinum úr liðnum. Men við tilgongdini av spæl­arum sum Hanus Thor­ leifsson og Sylla A. Davy eru fortreytirnar fyri kvikum kantstpæli betraðar munandi. Eisini hóast Bergur Midjord framvegis er skaddur, eins og felagið hevur havt frágongd av nøkrum spælarum, sum kunnu røkja kantplássini. Men hvussu alt hetta fer at ávirka avrikini hjá lið­unum báðum, er so ein ann­ar spurn­ ingur. Og hann verður ikki svaraður fyrr enn sunnu­ dagin. Serliga í Runavík hava teir nógv fokus á, at færri mál skulu fara ígjøgnum, enn tað fóru í fjør Upptakt Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Tað fóru ov nógv mál ígjøg­ num í fjør. Tað var høv­ uðsorsøkin til, at tað ikki samantalt hilnaðist betri, enn tað gjørdi í fjør. Hetta hevur verið niðurstøðan í Runavík, og teir ætla sunnu­ dagin at vísa, at tað við Pól Thorsteinsson sum nýggjum manni í miðverjuni, skal eydnast betri at halda tætt. Fyrstu løtuna í steypa­ dystinum í Sørvági síðsta leygardag var tað ikki so væl skipað í verjuni, men tað batnaði, og tá ið Christian Høgni Jacobsen var í hopla og skoraði trý mál, var eingin ivi um sigurin. KÍ hevur ikki rættuliga roynt seg enn. Steypadysturin síðsta leygardag varð av­lýstur, tí mótstøðuliðið hevði gjørt sama brølara, sum klaksvíkingar gjørdu í steypakappingini í fjør. Í Klaksvík eru teir spent­ ir at síggja, hvussu tað fer at hilnast við broyttu upp­stillingini, har tað eru tríggir í miðverjuni við Atla Danielsen sum aftasta manni, og hvussu tað fer at eydnast hjá nýggja makk­ araparinum í álopinum. Teir eru Ovi Nysted og kanska unglingurin Steffan Kalsø, sum er spildurnýggjur á besta liðnum. Annar møguleiki í álopinum er Paul Clapson, sum í venjingardystunum viðhvørt hevur verið mál­ verji og viðhvørt hevur verið í álopinum. Veteranarnir Marek Wierz­ bicki og Harley Bertholdsen, sum ikki spældu so nógv í fjør, tykjast skula vera millum teir fyrstu ellivu, tá ið KÍ og Tony Paris í Runavík skulu taka fyrsta stigið móti stóru visiónini. Heðin á Lakj­uni hevur trupulleikar í knænum orsaka av skadda krossbandinum, men hann verður við í KÍ ferðalagnum í Runavík. Iulian Floresco hevur av persónligum ávum verið heima í Rumenia í nakrar dagar, men tað verð­ur roknað við, at hann kemur aftur til Klaksvíkar í morgin. Sinisa Milisevic, verju­ kendur serbi, hevur vant í Klaksvík seinastu vikurnar. Hann verður tó ikki við sunnu­dagin, tí loyvini eru ikki komin upp á pláss. Hjá NSÍ er sera stór kapp­ ing um plássini millum teir fyrstu ellivu. Málið er at vinna fyrsta FM heitið nakrantíð til felagið, og venjarin heldur bæði seg sjálv­an og spælararnar at vera førar fyri at liva und­ir trýstinum, sum er á felag­ num. Í Sørvági vóru Viggo Jo­hannesen og Helgi L. Peter­sen uttanfyri orsaka av skaða. Teir eru tøkir hesa ferð. Spæliloyvið hjá Jóhan Troest Davidsen var ikki komið upp á pláss tíðliga fyrrapartin í dag. Liðformaðurin stríðist fyri plássinum HB skal royna seg í nýggjari útgávu, og í Fuglafirði eru fýra klaksvíkingar við í kappingini um plássini Upptakt Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Nýggja HB ættarliðið skal í fyrstu týdningar­ miklu royndina í Fugla­ firði sunnudagin. Í steypa­ sigrinum móti VB/Sumba síðsta leygardag var lið­ for­maðurin, Janus M. Joen­sen, ikki tøkur. Nú er hann við aftur. Men tað er ikki púra givið, at hann fær plássið í vinstra verjuborði, tí avloysarin, 18 ára gamli Poul Thomas Dam (lítli beiggi hjá Jan C. Dam), hevur staðið seg ógvuliga væl. Sammett við síðsta leyg­ ardag er Vagnur Mohr Mort­ en­sen tøkur aftur. Hann verður í miðverjuni saman við Rasmusi Nolsøe. Kári Nielsen er leikbannaður eft­ir útvísingina síðsta leyg­ardag, so talan verður um kapping á miðvøllinum millum ungar og í fremstu røð lítið royndar mið­vallar­ spælarar. Verjuspælararnir Áki Petersen og Jonn Thomsen eru skaddir og hava ikki vant í Fuglafirði í hesum mánaðinum. Merkisvert er tað, at fýra klaksvíkingar eru við í kappingini um plássini á besta ÍF lið­num. Tað hevur fingið altíð skemt­ingarsomu klaks­ vík­ingarnar og fugl­firð­ ing­arnar at kalla felagið í Fuglafirði fyri KÍF! Um­framt Karstin Joensen í málinum eru teir Tórur Lervig, Julian Samuelsen og Arnhold Joensen. Teir vóru allir á vøllinum síðsta leygardag, tá ið ÍF á Svanga­skarði misti plássið í steypakappingini. VB uttan málrevin Tað líkist slagið mill­um tveir dumpi­ kandidatar í Gøtu Upptakt Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Birgir Jørgensen verður ikki á liðnum hjá VB, tá teir sunnudagin fara undir ársins fyrstu uppgávu, sum verður í Sarpisgerði í Gøtu. Birgir fekk reytt kort, tá VB mátti lúta fyri HB í steypakappingini, og so­leiðis er hann longu nú leik­bannaður. Hjá GÍ eru eingi leikbann, men ivamál eru tó um tveir spælarar. Hanus Jacobsen og Poul Ennigarð hava báðir smærri snuddir at dragast við, og tá vit seinast frættu, var enn ikki greitt, hvørt teir munnu verða tøkir til dystin sunnudagin. Báðir partar bíða eftir loyvum Útlendskir trumfar hjá bæði EB/Streymi og B68 verða noydd­ ir at sita uttanfyri, og hjá B68 eru tveir spælarar leik­bann­aðir Upptakt Jóannes Hansen joannes@sosialurin.fo Eftir eitt ára fráveru skal B68 royna seg fyri fyrstu ferð í FORMULA DEILDINI, tá ið toftamenn sunnu­dagin fara at vitja á Mølini. Hjá B68 eru bæði Øssur Jacobsen og Jóhan Petur Poulsen leikbannaðir, eftir at teir sóu reytt, tá ið B68 síðsta leygardag sendi ÍF úr steypakappingini. Av Toft­um verður sagt, at teir rokna ikki við at nýggi hollendski verjukendi mið­ vallarin, Ralph van Dooren verður tøkur. Loyvini vóru ikki komin upp á pláss fyrra­partin í dag. Øssur Hansen noyddist av vøllinum eftir fyrra um­farið móti ÍF. Hann hev­ ur vant í vikuni og fer at spæla á Mølini. Á Mølini stendur væl til. Tað er stór kapping um plássini á besta liðnum. Rafal Kwiecinski, ið er álops­kendur spælari úr Póllandi, sum tað verður roknað nógv við, verður neyv­an við móti B68. Fyrra­partin í dag vóru loyv­ini ikki komin upp á pláss. Knút Vesturtún hevur verið smáskaddur, og tískil hevur hann ikki vant við fullari ferð. Eftir at hann hevur verið skaddur, hevur Ronnie Samuelsen í hesi vikuni vant við fullari ferð. Knallhørð byrjan á Skála Nú skulu verjurnar vísa sína styrki Í fjør megnaði B36 at venda 0-2 til 2-2 á Skála. Eitt úrslit, sum var týdningarmikil partur av góða kappingarárinum hjá liðnum