Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-31, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. mars 2006síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 65 • fríggjadagur • 31. mars 2006 • 80. árgangur • www.sosialurin.fo Petur Skeel Jacobsen um vikuskiftisveðrið: Kavaælingur og sól Sambert veðurmann­ inum Peter Skeel fáa fáa gott veður komandi dagarnar við sól og onkrum kavaæli Vikuskifitisveðrið Jan Müller jan@sosialurin.fo Tað verður nakað sama veðrið komandi dagarnar. Hann verður mest landnyrðingur í ættini. Onk­ ur kavaæl verða norðanfyri, tó at tey verða fá. Men sum heild fáa vit væl av sól, og tað verður hampu­liga gott verður bæði leyg­­ar­ dagin og sunnudagin. Mána­dagin verður lítið vindur, turt og sól. Í næstu viku sær út til at blíva lýggjari aftur, hann hevur hug til at lækka í útsynning. Men vit eru í apríl og tað er oftani ógvuliga skiftandi veður sigur Petur Skeel. Uppá fyrispurning um hvussu leingi vit kunnu rokna við kava sigur Petur Skeel, at tað er ringt at meta um. – Vit vita, at í 1927 kom stórkavi 27. apríl, og tað hevur verið sagt, at hestur er undirkavaður í Kollafjarðardali í juni mánað. Rockbólkurin The Rasmus hevur enn einaferð klatrað upp á toppin á einum hitlista hjá MTV. Hesaferð er bólkurin blivin nummar eitt á MTV í Mið- og Suðuramerika The Rasmus, sum skal spæla á Summar Festivalinum í august, er í hesum døgum á konsertferð í Suðuramerika, og har gongur strúkandi hjá bólkinum. The Rasmus savnar ikki bara nógvar áhoyrarar til sínar konsertir, teir klára seg eisini væl á hitlistanum hjá MTV Latino, sum sendir til londini í Mið- og Suðuramerika. Har er sangurin Sail Away júst blivin nummar 1. The Rasmus ovast á MTV-lista