fríggjadagur 31. mars 2006síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
18
Nr. 60 - 24. mars 2006
Sjónleikur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
Mynd: Álvur Haraldsen
Spenningurin er stórur, nú tey í
Havnar Sjónleikarafelag so smátt
eru farin undir sítt kanska mest
ambitiøsa leikverk nakrantíð.
Í heyst fara tey at framføra
onki minni enn heimskenda
sangleikin Piaf eftir Pat Gems
um fronsku songstjørnuna Edith
Piaf, sum rúnarbant heimin við
sínum sermerkta sangi. Hans
Tórgarð hevur týtt leikin til
føroyskt, og tað verður íslendski
leikstjórin Sigrun Valbergsdóttir,
sum skal leikstjórna. Fyri 20
árum síðani leikstjórnaði Sigrun
hendan leikin í Íslandi, og hon
dylur ikki yvir, at hon er serliga
fegin um at sleppa at royna tað
aftur – og so á føroyskum.
Klassikt tema
Sigrun ivast ikki í, at søgan um
Edith Piaf framvegis hevur ein
týdningarmiklan boðskap, hóast
tað eru meir enn 50 ár síðani
franska songstjørnan hevði sína
stórleikatíð.
– Í eini tíð, har øll vilja verða
stjørnur, er tað kanska meir
viðkomandi enn nakrantíð at
fortelja, hvørjum veruligar
stjørnur eru gjørdar av, sigur
Sigrun, og leggur afturat, at
hóast søgan um Piaf er óvanlig,
er tvídrátturin, hon stríddist við,
samstundis eitt ævinligt tema,
sum nettup ger søguna klassiska.
– Kjarnin í hesi søguni er
pínufulla stríðið hjá Piaf at vera
trúføst móti sær sjálvari í einum
heimi og umhvørvi, ið áhaldandi
royndi at gera hana til nakað,
hon ikki er. Hetta er tann æviga
andsøgnin – at eitt listafólk er
ein, sum gevur og gevur, men
heldur enn at vera takksom
fyri tað vit fáa, byrja vit sum
áhoyrarar ella áskoðarar at krevja
nakað annað og meir, sigur
Sigrun og leggur afturat, at sjálvt
um tað er langt ímillum listafólk
sum Piaf, er evnið ikki fremmant
fyri okkum.
– Søgan um Piaf minnir meg
ofta um okkara egnu íslendsku
songkvinnu Bjørk. So skjótt
hon hevði nomið okkara hjørtu,
vóru boð eftir henni at gera alt
møguligt annað enn tað, hon
sjálv brendi fyri. Fólk uppførdu
seg, sum tey áttu hana og gjørd
ust vónbrotin, um hon valdi at
royna okkurt nýtt innan tónleikin
heldur enn halda fram í sama
stíli, sigur Sigrun.
Ein annar týðandi táttur í hes
um tema er, at fyri eitt listafólk
býr sjálv lívsins meining í at
hava eitt ørindi í heiminum, eina
missión, tú brennur fyri, og sum
tú vilt røkka, kosta hvat tað kosta
vil.
– Piaf brendi fyri sanginum, so
inniliga at hon brendi út alt ov
tíðliga. Tað ger hana kortini ikki
til ein tragiskan persón, heldur
hinvegin. Tað tragiska hevði
jú verið, um hon gav eftir, og
setti seg sjálva til sølu. Líka
til tað síðsta visti hon, hvat
hon var verd, sum vit til dømis
eisini síggja tað í hennara endur
minningum, sum hon tilognaði
monnunum, sum høvdu verið
góðir við seg. Hinar nevndi hon
ikki við einum orði, tí sum hon
segði: “Teir skulu ikki sleppa at
pynta seg við mínum navni.”
Forelskað í kærleikanum
Eins og lívið hjá Piaf, er leikritið
alt annað enn eitt glansbílæt. Vit
fáa eina eirindaleysa mynd av
hennara ússaliga uppvøkstri, har
hon mest sum heimleys stóð og
sang á gøtuni og fylgja henni
síðani í eini endaleysari røð av
upp- og niðurtúrum, har missurin
og einsemið er ein lívstreyt, sum
bíðar á hvørjum horni. Sigrun
ásannar, at dramaturgiskt er hetta
ein rættiliga øðrvísi uppgáva, tí
hon sum leikstjóri ikki hevur ein
siðbundna søgugongd at halda
seg til, har tú m.a savnar teg um
at byggja søguna upp móti einum
hæddarpunkti.
– Leikurin er bygdur kring
løtur í lívinum hjá Piaf, oftast
stokkutar og tess meir intensar.
Mín uppgáva er fyrst og fremst at
fáa vakurleikan í hennara sterku
kenslum fram, tann vakurleikan,
Piaf alt sítt lív longdist og leitaði
eftir.
Í leikinum kemur hendan
leitanin eitt nú fram í áhaldandi
røðini av elskarum, sum koma
og fara í lívinum hjá Piaf. Hóast
hon hvørja ferð vónaði, at hetta
var riddarin á hvíta hestinum,
sum kundi bjarga henni og verja
hana, lat hon teir kortini hvørja
ferð glíða út úr sínum lívi fyrr
ella seinni.
– Eg eri rættiliga sannførd um,
at tá saman um kom, var Piaf
meir forelskað í sjálvum for
elskilisinum enn í hesum monn
unum. Og tó, har var ein, sum
hevði ein heilt serligan týdning,
men hann doyði frá henni. Men
innast inni trúgvi eg, tað var kær
leikanum og sjálvum lívinum
hon var forelskað í. Tí fekk hon
heldur ikki handlað øðrvísi, sigur
Sigrun og sipar til, at Piaf ong
antíð av álvara royndi at broyta
nakað í sínum lívi, hóast tað
hevði gjørt nógv lættari fyri hana.
– Fólk flokkaðust jú um hana
at bjóða henni lættar loysnir,
men hon var fullkomiliga kom
promisleys. Sjálvt tá áhoyrarnir
høvdu svikið, helt hon uppá at
fara á pallin, ofta so sjúk ella
rúsað, at hon illa fekk staðið á
beinunum.
Primitiv og poetisk
– Í so máta var Piaf eisini sín egni
ringasti fíggindi, heldur Sigrun
fram og kemur í tankar um eina
senu í leikinum, tá karrieran
hjá Piaf er í hæddini. Piaf og
ein vinkona koma spákandi
eftir gøtuni, tá Piaf knapppliga
steðgar og byrjar at syngja. Tá
vinkonan spyr, hvat hon ger,
svarar Piaf. “ Eg vildi bara
minna meg á, hvussu tað var”.
Tað er, sum ræðist Piaf suk
sésina og at missa pínuna, sum
gjørdu sangin og kenslurnar í
honum ektaðar. Onkursvegna er
tað í pínuni, hon finnur vakur
leikan og styrkina at geva seg fult
út í sanginum. Tí vóru pínan og
eydnan tvær síður av somu søk
í lívinum hjá Piaf, og tí ber tað
heldur ikki rættiliga til at taka
synd í henni.
– Eitt mennskja, sum tvíheldur
um at fylgja sínum hjarta, verður
ongantíð offur. Piaf var fullgreið
yvir, at hon ikki hóskaði inni
í myndina av eini stjørnu. Og
heldur enn at royna, avdúkaði
hon snobbarnar kring seg ein
fyri og annan eftir fyri teirra
innantóma skvaldur á ein hátt, so
fólk nærum ræddust hana, sigur
Sigrun og sipar millum annað
til óvanliga bersøgna málburðin
hjá Piaf.
– Í løtum kundi hon tykast
ófatiliga primitiv. Samstundis var
hon nakað av tí mest poetiska, tú
kanst ímynda tær. Við einum so
ekstremum figuri er allatíðina
vandi fyri, at tú fert yvir í hina
gjónna, so tað gerst ov nógv av
tí góða. Tí verður ein av heilt
stóru avbjóðingunum hjá mær
og leikararnum uttan iva finna
stevið í fótasporunum hjá einum
menniskja, sum allatíðina livdi á
markinum.
Ambitiøsur áhugaleikur
Hóast Havnar sjónleikarafelag
fær nógva professionella hjálp,
verður leikhópurin í størstan mun
settur saman av áhugaleikararum.
Hetta fær tó ikki fjáltur á leik
stjóran, sjálv um leikverkið
er óvanliga ambitiøst fyri eitt
áhugafelag.
– Tað hevur sínar avgjørdu
fyrimunir at arbeiða við áhuga
leikararum. Tey hava sum oftast
sera nógvar og ymiskar royndir
og eru serliga fús at læra nakað
nýtt. Í fyrstuni fari eg fyri tað
mesta at sita og eygleiða, so eg
kann finna fram til styrkina hjá
tí einstaka leikaranum, áðrenn
eg byrji at geva ordrar og fylla
meir brennievni á, sigur Sigrun
og leggur afturat, hon kennir seg
hepna at skula arbeiða saman
við einum so dugnaligum og
fjølbroyttum framleiðslutoymi.
Leikarahópurin er ikki enda
liga mannaður enn, men okkurt
liggur tó fast.
– Eg kann í øllum førum
avdúka so mikið, at høvuðsleik
arin er funnin – og at eg í løtuni
leiti eftir eini tíggju vøkrum
føroyskum mannfólkum, smílist
Sigrun og hyggur skimandi út
gjøgnum vindeyga ...
Heimskendi
sangleikurin “Piaf”
í sjónleikarahúsinum
Hon var poetisk og primitiv, skroypilig og sterk og brendi sítt
ljós í báðum endum. Hóast tað eru meir enn 50 ár síðani ein av
heimsins størstu songstjørnum, Edith Piaf, var í hæddini, hevur
hon framvegis ein týðandi boðskap at bera okkum, heldur Sigrun
Valbergsdóttir, sum skal leikstjórna sangleikin Piaf, sum Havnar
Sjónleikarfelag framførir í heyst
Edith Piaf var ein av heimsins fyrstu veruligu songstjørnum, ein listakvinna,
sum brendi sítt ljós í báðum endum og angraði onki. Hon doyði í 1963 bert
47 ára gomul
– Boðskapurin í leikinum er kanska meir viðkomandi enn nakrantíð, í eini
tíð, har øll vilja vera stjørnur, sigur íslendska Sigun Valbergsdóttir, sum
fegnast um at sleppa at leikstjórna føroysku uppsetingina av sangleikinum
Piaf