fríggjadagur 31. mars 2006síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 24. mars 2006
19
Frá byrjan var Jytte
Joensen greið yvir, at
tað mátti verða gjøg
num sangin, hon skuldi
liva seg inn í høvuðs
leiklutin sum Edith Piaf.
Tí situr Jytte nú og týðir
12 sangir hjá Piaf úr
fronskum til føroyskt
Sjónleikur
Anna V. Ellingsgaard
anna@sosialurin.fo
– Tú vildi kanska vita, hvør tað
er, sum er so ør at siga jatakk
til leiklutin sum Edit Piaf?,
flennir Jytte Joensen, tá hon
verður spurd, um hendan heldur
óvanliga høvuðsleiklutin, hon
hevur átikið sær. Hví júst hon var
vald til leiklutin, dugir Jytte ikki
rættiliga at ímynda sær, men hon
ivaðist ikki í at siga ja.
– Hetta var ein alt ov stórur
kjansur at lata fara framvið, ein
tú bara fært eina ferð og so er at
taka hann. Eg segði faktiskt ja
uttan at blunka, so tað er nústani
tað spakuliga gongur upp fyri
mær, hvat tað er, eg havi sagt ja
til, sigurJytte.
Gevandi venjing
Sum eitt tað fyrsta gjørdi Jytte
sær greitt, at tað er ógjørligt at
endurskapa eitt eindømi sum
Piaf. Og kanska netupp tí fór hon
undir at fyrireika seg á sín heilt
egna sera krevjandi hátt. Í løtuni
situr Jytte nevniliga og týðir ikki
færri enn 12 sangir hjá Piaf úr
fronskum til føroyskt.
– Eg var rættiliga skjótt greið
yvir, at tað mátti vera ígjøgnum
sangirnar, eg onkursvegna
mátti liva meg inn í menniskja
aftanfyri stjørnuímyndina.
Sangurin var hennara máti at
úttrykkkja sínar innastu kenslur
og seg sjálva, sum menniskja,
og tí havi eg lagt meg so tætt
at franska tekstinum, sum til
ber, sigur Jytte, sum viðgongur,
at tað hevur givið henni nógv
sálarbrýggj at fáa poetiska
franska málið at sita á føroyskum.
– Hinvegin er hetta ein ómeta
liga gevandi venjing til leiklutin.
Í grundini er tað heldur ikki
so torført at finna æðrina í
tekstinum, tí Piaf syngur jú um
tær heilt stóru kenslurnar sum
kærleika, sorg, svik og sakn,
ævigtgaldandi kenslur, sum vit
øll kenna okkum aftur í, sigur
Jytte.
Líka so poetiskur, sangurin
hjá Piaf var, líka so bersøgin og
grovur var hennar málburður
fyri tað mesta. Og týðarin av
leikritinum, Hans Torgarð, hevur
ikki lagt fingrarnar ímillum.
Men hóast slíkur málburður
neyvan hevur verið hoyrdur á
føroyskum palli fyrr, órógvar
hesin parturin av leiklutinum
ikki Jytte.
– Primitiva tosingarlagið hjá
Piaf var ein máti at yvirliva í
einum heimi, sum støðugt royndi
at eta burturav henni. Men
tosingarlagið var sanniliga eisini
eitt útrykk fyri, hvar hon kom
frá, og hvør hon var. Tí tykist tað
heldur ikki tilgjørt, men gevur
seg mest sum sjálvt, heldur Jytte.
Røddin lykilin til
kenslurnar
Jytte ivast onga løtu í, at hennara
størsta avbjóðing í hesum
leikinum verður sangurin og
at bruka røddina rætt. Longu
nú fær hon sangundirvísing frá
professionellum fólkum sum
Karin Nus og Stamen Stantchev
umframt at hon hevur verið á
fleiri ræddarskeiðum.
– Røddin er ein ótrúlig megi
og eitt tað fremsta amboðið í
einum leiki, sum hesum, um tú
lærir at brúka hana rætt. Røddin
er jú eisini lykilin inn til innastu
kenslurnar; tað er har tær heilt
stóru kenslurnar eksplodera. Tað
vita vit, um vit hugsa um eina
barnakonu við verkjum, sigur
ljóðsmóðurin og sjónleikarin
Jytte Joensen.
Hóast Jytte hevur verið virkin
bæði á sjónleikarapallinum og
aftanfyri leiktjøldini í mong
ár, er hesin høvuðsleikluturin
uttan samanbering størsta
leikavbjóðingin, hon er farin
undir, sigur hon.
Tað eru eini 16 ár síðani Gulla
Øregaard á fyrsta sinni hugsaði
um at fáa sett leikin um Edith
Piaf upp í Sjónleikarahúsinum.
Eftir at hava lisið leikritið,
hildu hon og onnur í Havnar
Sjónleikarafelag kortini ikki,
at tey vóru búgvin at taka
uppgávuna á seg.
Men Gulla slepti ongantíð
dreyminum.
– Nú tá ið sjónleikarfelagið
veruliga er farið í gongd við
at seta ambitiónir upp sum
drívmegi, hildu vit, at løtan var
komin at smíða, skapa og syngja
okkum inn í hjarta á tí, sum er
gevandi sjónleikur, sigur Gulla.
Piaf verður sostatt fyrsta
stórverkið, sum verður framført
í nýskipaða og umvælda Sjón
leikarahúsinum, sum fólkini í
húsinum stremba eftir at gera til
eitt meir sjónligt mentanarligt
vakstrarhús í býnum.
Tað er ikki av tilvild at tey
hava valt at byrja hetta nýggja
skeiðið hjá Sjónleikarahúsinum
við leikinum um Edith Piaf
– Tað var ein tilvitað avgerð at
lýsa, hvat tað veruliga kostar at
vera skapandi, og hvat listafólk
handan tjaldið hava at dragast
við. Hóast mikla persónliga kvøl,
megnaði Piaf sum fá onnur altíð
at møta áskoðararnum glógvandi
og rein. Slíkt er sjáldsamt og
kann ikki annað enn at geva
okkum øllum sterkan íblástur,
sigur Gulla.
Gamal
dreymur
Høvuðsleikarin:
Jytte syngur Piaf – á føroyskum
Edith Piaf,
Non, je ne regrette rien
Onki angri eg
Onki angri eg
Onki av øllum eg angri
Hvørt eitt vár
Hvørt eitt tár
Hvørt eitt sár
Alt tað var jú í gjár ...
Onki angri eg
Onki av øllum eg angri
Tað er goymt
Skrætt úr mær
Tað er gloymt
Tí tað var tað, sum var
Og úr farnari trá
Vil eg kynda eitt bál
Tveiti minnini á
Brenni úr míni sál
Ást, sum ongum stóð mát
Bæði gleði og sút
Ást, sum kostaði grát
Alt er nú goldið út
Onki angri eg
Onki av øllum eg angri
Hvørt eitt vár
Hvørt eitt tár
Hvørt eitt sár
Alt tað var jú í gjár
Onki angri eg
Onki av øllum eg angri
Hjarta slær
Lívið tað
Byrjar í dag
Byrjar saman við tær
Týtt úr fronskum, Jytte Joensen
Við føroysku uppsetingini
av sangleikinum Piaf í
Sjónleikarahúsinum verður
ein gamal dreymur hjá Gullu
Øregaard til veruleika
Ein slíkan møguleika fært tú bara eina ferð, og so er at taka hann, sigur
Jytte Joensen, sum skal spæla høvuðsleiklutin sum Edith Piaf
“Hvat høvdu tey
forvæntað? Eg veit
hvat tey vildu hava
– okkurt lítið lort
við eini fjøður í
reyvini. For helviti
– eg eri Piaf!”
(úr leikinum)
”
“Man vil ikki at tað
skal enda. Showið
er liðugt ... og so er
man einsamallur
aftur”
(Piaf í leikinum Piaf)
”