Sosialurinarkiv
Sosialurin 2006-03-31, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 31. mars 2006síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 60 - 24. mars 2006 Frásøgn úr náttini Orð: Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Myndir: Símun Jóannesarson Bíðirøðin er long fyri at sleppa inn á Skarv hetta leygarkvøldið. Tá onkur fer út, sleppa onnur inn. Hetta er heldur sjáldsamt á føroyska vertshúsinum. Ein grønlendari stendur sum eitt spurnartekin og skriðar sær í nakkanum. Hann spyr undrandi “Hvad sker der her i aften?”. Eg greiði honum frá serligu støðuni hjá Kára P. millum útisetar. Eingin hevur so rámandi lýst útisetalívið í Keypmannahavn, sum Kári P. ger í sanginum Súrligar nætur í Keypmannahavn. Hann er fyri útisetar uttan iva tann størsti føroyski trubadururin. Grønlendski spyrjarin ristir bara við høvdinum stendur ivasamur eina løtu og fer so okkurt annað stað. Tað var bara Kári Innanfyri eru hølini á tremur við fólki. Kári P. hevur longu verið á pallinum fyrru ferð, og Høgni Lisberg er í ferð við at gera klárt til sína framførslu. Aftanfyri í goymslurúminum hitti eg Kára P., ið situr og prátar við Brand Enni og Kirstin Thorsteinsson, ið saman við mannium Dánjal Petur Thorsteinsson hevur rikið Skarv í 31 ár. Kirstin sigur frá, at hóast hetta er fyrstu ferð, at tey skipa fyri konsert við Kára P., so hevur Kári ofta sungið og spælt gittar her fyrr. Í sjeytiárunum plagdu nógvir føroyingar at búgva á Skarv í vikuskiftunum. Kári var ein teirra, sigur hon. Tá Kári spældi og sang, var tað ikki nakað man lýsti við ella kallaði konsert, ella fyri sovítt helt vera nakað serligt. Tað var bara Kári. Samanhaldið var øgiliga gott millum føroysku útisetarnar tá, sigur Kirstin og Kári nikkar. Spontant men útselt Kári hevur verið í Noregi á skeið, men hóskvøldi ringdi Edmund Sofus Jacobsen av Skarv til Kára og spurdi, um hann ikki kundi steðga í Keypmannahavn leygarkvøldið og spæla á Skarv. Hetta var ein spontan konsert, og Kári noyddist í býin at keypa sær eina munnharpu. Hóast konsertin var spontan, so er hetta næst mest vitjaða tiltakið í søguni hjá Skarv. Mest vitjaða kvøldið var 1. august í 1977, tá ein grønlendsk veitsla var, greiðir Kirstin frá. Eg kann tó staðfesta, at orsøkin til hetta ivaleyst hevur verið ein dekan ov liberalur durðapolitikkur í 1977. Tí bíðirøðin uttanfyri gerst alsamt longri, men hølini hava ilt við at bera stóru mongdini, ið longu er her inni. Meira veitsla enn konsert Uti á pallinum er Høgni Lisberg farin at spæla. Hann spælir egin løg og okkurt lag hjá onkrum øðrum. Saman við sær hevur hann Allan Tausen á gittara. Súrlig men gandakend Tað kendist sum um, at Kári P. var komin heim, tá hann skapti bíði­røð uttan fyri Skarv, útiseta­ trubadururin fylti vertshúsið, har hann fyrr búði í heil vikuskifti Edmund Sofus Jacobsen hjálpir The grand old man Dánjal Petur Thorssteinsson við at skipa fyri konsertkvøldum á Skarv Kári P. hevði áskoðarnar í sínum lógva, tá hann sang um súrligar nætur í Keypmannahavn