fríggjadagur 31. mars 2006síða 21
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 60 - 24. mars 2006
21
nátt í Keypmannahavn
Fullu hølini súgva ljóðið til sín, á
Skarv er lágt til loftið, so tað er
sum at spæla beint frammanfyri
einum veggi av fólki. Men Høgni
roynir, alt tað hann kann. Tó eru
umstøðurnar ikki til hansara slag
av tónleiki. Konsertin fær eitt
sindur av flog, tá hann spælir
Mercedes Benz hjá Janis Joplin
og øll syngja við. “Oh Lord
won’t you buy me a Mercedez
Benz”. Hetta er ein veitsla heldur
enn ein konsert.
Høgni Lisberg býr eins og
Kári P. áðrenn hann á Oyras
undskollegienum, hann er Singer/
Songwriter, ið í grundini er
nýggja heitið hjá vísusangarum.
Løgini hjá Høgna verða skapt
í teimum karmum, har Kári P.
skrivaði nógv av sínum besta
tilfari, men enn eru løgini ikki
vorðin fólkaogn. Tíðin fer at vísa
hvat pláss Høgni Lisberg far í
føroyskari tónleikasøgu, men
hetta kvøldið eigur Kári P., og
Høgni tykist at vita hetta.
Kári farin at ivast
Tá Høgni Lisberg er liðugur,
heldur DJ ESJ lív í fjøldini við
at spæla kend hittløg. Veitslan
tykist fullkomin. So fullkomin,
at Kári P., ið lúrir út úr goymslu
rúminum er farin at ivast, um
hann skal fara á aftur pallin
ella ikki. Hann heldur, at ein
maður við einum kassagittara fær
trupult við at liva upp til lagið, ið
diskotekstónleikurin hjá DJ ESJ
skapar. Onkur sigur við hann, at
um nakar klárar tað, so er tað
júst hann. Fólkið er komið har
fyri at hoyra Kára P:. Hann tykist
nú sannførdur og avgerð at fara á
pallin aftur.
Lagaskatturin hjá Kára
P. er fólkogn og stórir partar
av honum eru skaptir í Keyp
mannahavn. Útiseta lívið er ein
partur av tónleikinum hjá honum,
og tí er eisini lætt hjá útisetum
at kenna seg aftur í hesum
tónleikaheimi. Longsulin er tann
sami, vit eru øll í sama báti.
Kári er komin heim
Kári leggur trygt frá landi við
Villum víddum. Fólk troðkast
saman framman fyri pallinum.
Tey syngja við harðari enn Kári
og ljóðannleggið megna. Hetta
er ein stórfingin løta, Skarv livur
við, Kári er hirðin og vit eru
hansara flokkur. Tá hann trívur í
Súrligar nætur í Keypmannahavn
gerst løtan nógv størri enn ein
konsert, karmar áskoðarar og
Kári renna saman í okkurt heilt
gandakent. Kári er komin heim.
Konsertin heldur á. Vit fáa
løg sum Kalla Katt, Herluff,
Hinumegin Ringvegin, Sangur
um flyting og allar hinar
perlurnar í lagaskattinum. Alla
tíðina stendur tjúkt av fólki
framman fyri pallin og syngur
við av fullum hjarta. Eftir
ein tíma á pallinum, gongur
ljóðtøknin fyri. Annleggið
orkar ikki meira. Støðugt er
skrúvað harðari frá, fyri at
Kári skal hoyrast gjøgnum
felagssangin, men nú orkar tað
ikki longur. Tann, ið skal taka
sær av ljóðinum, er ikki at finna
nakrastaðni. Súrliga náttin í
Keypmannahavn hevur fevnt
hann. So ein annar ljóðkønur
fer upp á pallin og hjálpir tað,
ið hann kann. Hvørki Kári ella
fólkið hava hug at løtan skal
enda.
Annleggið verður lappa
nøkurlunda, og Kári fær spælt
eitt lag afturat. Hann roynir
nú at sleppa av pallinum,
men áskoðarfjøldin vil hava
meira. Lurtaraynskið er at
hoyra Súrligar nætur enn eina
ferð. Kári tekur aftur gittaran
í hond, og spælir lagið. Hetta
er eitt virðiligt punktum á eini
uppliving, ið var gandakend fyri
bæði Kára og áskoðararnar.
Kári tykist eitt sindur rørdur
av upplivingini, men hvør hevði
ikki verið tað. At uppliva, at fólk,
ið ikki vóru fødd, tá tú skrivaði
løgini, syngja hvørja reglu og
hvørt orð av fullum hjarta.
Spælistaðið Skarv
Hetta er fimta vikuskiftið á rað,
at Skarv skipar fyri tiltøkum
við livandi tónleiki. Hetta síðan
Skarv lat upp aftur eftir fleiri ár,
har best umtókta dansistaðið hjá
føroyingum gjøgnum tíðirnar var
afturlatið, við Edmundi Sofus
Jacobsen hevur Skarv fingið eina
eldsál, ið lyftir vertshúsið upp á
eitt hægrið støðið.
Kári P. hevði ikki droymt um, at hann fór at enda
á pallinum á Skarv, tá hann fór til Noregs á skeið.
Tí noyddist hann í býin í Keypmannahavn at
keypa eina munnharpu.