fríggjadagur 31. mars 2006síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 65 - 31. mars 2006
Dámar tær at hava ábyrgd og at arbeiða sjálvstøðugt?
Hevur tú áræði og hug at læra meira?
Dugir tú at menna og læra frá tær?
Dámar tær eins væl arkitektur og teknik?
Kennir tú væl .NET ?
Hevur tú royndir við C#, Visual Basic ella Java?
Og royndir við menning av WEB-skipanum?
Hevur tú holla útbúgving innan kunningartøkni?
Svarar tú ja til nakrar av hesum spurningum, ert tú møguliga tann, vit hava
brúk fyri á Elektron!
Tú skalt arbeiða í ymiskum verkætlanum og luttaka í okkara .Net-
menningarbólki. Bólkurin hevur m.a. ábyrgd av menningartólunum, menn-
ingarumhvørvinum, arkitekturi og standardum.
Umhvørvið er heterogent, og vit eru í holt við at byggja nýmótans loysnir -
ið byggja á SOA-arkitektur, har .NET er ein av okkara strategisku platfor-
mum. Arbeiðsumhvørvið er líkatil, innovativt, hjálpsamt, krevjandi og við
hvørt rokaligt. Kortini er pláss fyri persónligari og fakligari menning.
Fleiri upplýsingar:
Ring til Robert Vilhelmsen á telefon 345100 ella 545108 og fáa meira at vita
um tínar møguleikar á Elektron.
Send skrivliga umsókn til P/F Elektron ella við telduposti til
ulla@elektron.fo, innan 18. apríl.
Vit gleða okkum at frætta frá tær!
.Net-menningarfólk
Staravegur 9 · P.O. BOX 3219
FO-110 Tórshavn
Tel.: +298 34 51 00 · fax: +298 34 51 01
e-mail: info@elektron.fo
Stephanssons Hús
Alt er ikki teknikkur!
www.almannastovan.fo
Stuðulsráðgevarar til Stuðulsfólka-
skipanina fyri børn á Almannastovuni
nýggjar leiðir til betri stuðulsloysnir.
Ráðgevararnir mugu verða virknir,
samstarvshugaðir og fyrikomandi.
Ráðgevararnir mugu duga at orða seg
í skrift og talu og hava telduførleika á
brúkarastøði.
Ráðgevararnir koma at ferðast nógv
kring landið. Stórur partur av arbeiði-
num fer eftir ætlan fram á Stuðuls-
stovunum kring landið, har tann fyrsta
letur upp í Tórshavn í næstum, og á
økisdeildunum hjá Almannastovuni.
Ráðgeving og vegleiðing heima hjá
børnunum verður somuleiðis partur
av arbeiðinum.
Størvini verða sett og lønt sambært
sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og
avvarðandi yrkisfelag.
Ráðgevararnir koma at vera við í ein-
um tvørfakligum toymi, sum verður
við at byggja nýggju Stuðulsfólka-
skipanina upp frá byrjan.
Ráðgevaratoymið í Stuðulsfólkaskip-
anini virkar í tøttum samstarvi við
ráðgevaratoymið á Brekdeildini og
við økisdeildirnar hjá Almannastovu-
ni um at skipa heildarloysnir fyri
børn, ið bera brek, og familjur teirra.
Ráðgevararnir koma eisini at:
. ráðgeva stuðlum og leggja
teimum lag á
. verða við til at orða og eftirmeta
samstarvsavtalur um
stuðulsuppgávur
. leggja til rættis og standa fyri
førleikamenning av stuðlum
Vit sóknast eftir sjálvstøðugum fólki,
sum megna at ganga undan og vísa
Fleiri upplýsingar um størvini
fáast við at venda sær til
Oyvind av Skarði, deildar-
leiðara, á telefon 35 35 10.
Skrivlig umsókn skal verða
Almannastovuni í hendi í
seinasta lagi 19. apríl 2006.
Send umsóknina til:
Stuðulsfólkaskipanin fyri børn
Almannastovan
Smyrilsvegur 20
Postboks 3096
110 Tórshavn.
Stuðulsfólkaskipanin fyri børn er skipan á
Almannastovuni, sum veitir stuðul til heima-
búgvandi, ið bera brek. Stuðulsfólkaskipanin
fevnir um alt landið. Í skipanini starvast í løtuni
uml. 100 fólk, og játtanin fyri 2006 er uml.
kr. 17 mió.
Á Almannastovuni virka vit miðvíst fyri at lúka
krøvini frá politiska myndugleikanum og
viðskiftafólkunum. Dentur verður lagdur á høgt
tænastustøði, rættartrygdina og virðingina fyri
einstaklinginum, eins og virkað verður fyri
áhaldandi at menna førleikan, trivnaðin og
samstarvið á stovninum.
K R E A . F O . TEL 47 80 80
Til ráðgevaratoymið hjá Stuðulsfólkaskipanini fyri børn verður søkt eftir tveimum eldsálum, einum
fysioterapeuti og einum sjúkrarøktarfrøðingi, helst við viðkomandi eftirútbúgving og/ella royndum
innan arbeiðið við børnum, ið bera brek, og familjum teirra. Fólk við øðrum heilsufrøðiligum
útbúgvingum eru tó eisini vælkomin at søkja.